mánadagur 8. apríl 2019síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 8. apríl 2019 · Nr. 41
Handilsvinnan
vitjaði á Glasi
Endamálið við tiltakinum var at kunna og eggja
teimum ungu at velja handilsvinnuna sum starv
Vilmund Jacobsen
Mikudagin í farnu viku
var
handilsvinnan
á
vitjan á Glasi, har stuttar
framløgur og prát var
millum
næmingar
og
fyritøkur.
Í Vinnuhúsinum vita
tey í dag at siga, at tað
vóru Olav Absalonsen og
Eyðvør
Berg,
sum
bjóðaðu vælkomin vegna
ávikavist
Glasir
og
Handilsvinnufelagið.
Á
vitjanini
fingu
fyritøkurnar orðið, og
her greiddu tær í stuttum
frá, hvørji tey eru.
- Finn Jensen, dekanur
fyri hægri nám, fekk
eisini høvi at greiða frá
møguleikum fyri víðari
útbúgving
eftir
handilslæru.
Í Vinnuhúsinum vísa
tey á, at eftir hetta var
høvi
til
prát
millum
næmingar og fyritøkur,
har næmingarnir eisini
fingu
høvi
at
vitja
fyritøkurnar
í
smærri
bólkum.
-
Endamálið
við
tiltakinum var at kunna
og eggja teimum ungu at
taka yrkislærda vegin.
Fyritøkurnar
fingu
á
henda hátt møguleikan
at heilsa upp á tey ungu,
lurta eftir teirra ynskjum
og greiða frá, hvat eitt
arbeiði
hjá
teimum
fevnir um, og hvørjar
møguleikar tey hava, um
tey velja handil sum yrki,
siga tey í Vinnuhúsinum.
Viðheftu myndir eiga
Vinnuhúsið
og
Petur
Asano,
næmingur
á
Glasi.
Birgit Frederiksberg
er sett í starv sum
varaskúlastjóri í Skúl
anum í Eysturkomm
unu, og hon tekur
ætlandi við starvinum
hin 1. mai í ár.
Hjálparfólk fingu
førleikamenning
Hjálparfólk halda seg vera
betur før fyri at røkja starvið
á dagstovnaøkinum eftir
skeið í førleikamenning
Vilmund Jacobsen
Í farnu viku vóru 44
hjálparfólk á dagstovn
unum
í
Tórshavnar
kommunu
á
førleika
menningarskeiði,
sum
Barna- og ungdómsdeild
in skipaði fyri.
Í høvuðsheitum snúði
skeiðið seg um: Tað góða
sambandið, hugsan um
tilfeingi,
foreldrasam
starv - og at hugsa um
egið arbeiði á dagstovna
økinum.
- Undirvísingin, sum
námsfrøðiligi
ráðgevin,
Maria Johannesen, stóð
fyri, skifti millum náms
frøðilig ástøði, bólkaar
beiði og ítøkilig dømi úr
gerandisdegnum á dag
stovnum.
Í Tórshavnar komm
unu siga tey, at sambært
eftirmetingunum
frá
hjálparfólkunum
var
skeiðið viðkomandi, og
nú kenna hjálparfólkini
seg vera betur før fyri at
røkja
starvið
á
dag
stovnaøkinum.
- Ætlanin er, at skeiðið
verður afturvendandi, og
eftir
ætlan
verður
skeiðið boðið út aftur í
heyst, siga tey í Tórs
havnar kommunu.
Børn og ung
kunnu
spæla
í miðbýnum
Vilmund Jacobsen
Leygardagin varð
nýtt spælipláss tikið í
nýtslu á Tvøroyri, og
hetta er ein verkætlan,
sum kommunan hevur
arbeitt við í longri tíð.
Tað er Sp/f Hjálpirót,
sum hevur staðið fyri
at seta spæliplássið
upp og leggja undirlag
úr gummi á.
Á spæliplássinum er
ørgrynna av stuttligum
tingum at royna
hjá børnunum og
ungum, og í Tvøroyrar
kommunu ivast tey
onga løtu í, at nýggja
spæliplássið fer at
verða væl vitjað.
- Longu, meðan
spæliplássið stóð
í gerð, flokkaðist
ungdómurin um tað, ið
var komið upp. Tískil
vórðu arbeiðsfólkini
noydd at seta hegn
upp kring spæliplássið,
tí trygdin mátti
sjálvandi vera í lagi.
Í Tvøroyrar kommunu
vita tey at siga, at
tá almenna løta
var seinnapartin
leygardagin, og tá
spæliplássið alment
varð tikið í nýtslu, segði
borgarstjórin, Kristin
Michelsen, nøkur orð.
Við høvið fingu børnini
pizza og okkurt
leskandi afturvið.
Í Tvøroyrar kommunu
fegnast tey um, at
nýggja spæliplássið
nú er liðugt og alment
tikið í nýtslu.
- Vit fegnast um, at
miðbýurin nú hevur
fingið eitt stórt
uttandura aktiv
fyri okkara børn og
ungdóm, siga tey í
Tvøroyrar kommunu.
Tað er Lasse Jensen, ið
eigur viðheftu mynd.
Krabbameinsfelagið hevur havt
aðalfund. Fyri vali stóðu Durita
Tausen og Sonja Nielsen. Báðar
vórðu afturvaldar. Nevndin hevur
skipað seg við Duritu Tausen sum
forkvinnu, Sonju Nielsen sum
næstforkvinnu og kassameistara.
Hini í nevndini eru Magnus
Magnussen, Johan Poulsen og
Katrin Kallsberg, og tiltakslimir
eru Martin Joensen og Elmar Ósá.