Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. apríl 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 8. apríl 2019 · Nr. 41 TÍÐINDI - Eydnast røðin, kunnu hon og fleiri slíkar kasta fleiri milliónir av sær aftur í landskassan til frama fyri alt føroyska samfelagið, sigur gøtumaðurin Torfinnur Jákupsson, sum arbeiðir við at gera eina nýggja føroyska krimirøð. Hann væntar og vónar, at TROM kann seta Føroyar á filmiska heimskortið Pætur Hjalmar Evensson pature@sosialurin.fo Torfinnur Jákupsson hevur eitt ambitiøst mál, sum skal røkka langt út um føroysku brim­garðarnar. Málið er at fram­leiða eina spennandi nú­ tím­ans krimirøð við før­oysk­ um leikarum á føroyskum máli í Føroyum. Sendirøðin, sum kall­ast TROM, skal standa seg líka væl sum stóru útlendsku sendirøðirnar, og ynskið er at fáa hana sýnda og selda kring allan heimin. TROM er ein krimirøð í átta pørtum, har vit fylgja blað­ mann­inum Hannis Martinsson í hansara roynd at finna út av, hvat hendi við ungu Sonju Pæt­ursdóttir, sum fyrst hvørvir og síðani verður funnin deyð í einum blóðugum grindadrápi. Røðin byggir á bøkurnar hjá rithøvundanum Jógvan Isak­ sen um Hannis Martins­son. Torfinnur Jákupsson hevur skrivað handritið sum eina sam­anrenning av bókunum, so­leiðis at fleiri søgutræðrir eru tillagaðir fyri at leggja eitt nýtt grundarlag fyri sendi­røð­ ini, sum kann fevna um fleiri se­songir. Hvør partur verður mill­um 45 og 55 minuttir lang­ ur. Føroyar á filmiska heimskortið Talan er um fyrstu føroysku sendirøðina ella filmsverkætl­ an yvirhøvur í so ambitiøsum viðfangi. TROM-toymið smæð­ ist í øllum førum ikki burtur. - Eydnast røðin, sum ætlanin er, kann hon veruliga vera við til at seta Føroyar á filmiska heimskortið. Sam­ stund­is kann hon leggja grund­arlag fyri fleiri slíkum størri fram­leiðslum í Føroyum, sum eisini kunnu selja før­ oyskt sjónvarp sum eitt ser­ stakt vørumerki úti í heimi, sig­ur Torfinnur Jákupsson, sum hev­ur verið við til hópin av føroyskum filmsverkætl­an­ um seinastu árini. Kann kasta milliónir av sær At eingin líknandi føroysk films­verkætlan er gjørd áður, met­ir Torfinnur Jákupsson hanga saman við fíggjarliga tørv­inum til slíka verkætlan. Men vónin er, at TROM kann slóða fyri og bróta upp úr nýggj­um. - Ein kann lættliga undir­ meta samfelagsliga týdningin av eini slíkari filmsverkætlan, hvørs ágóðar breiða seg sum ringar í vatni út í samfelagið. Við hesi røðini vilja vit varpa ljós á, at tað ber til at hugsa størri og út um brimgarðarnar. Eydn­ast hon, kann henda røð­ in og fleiri slíkar kasta fleiri milli­ónir av sær aftur í lands­ kass­an til frama fyri alt før­ oyska samfelagið, sigur Tor­ finn­ur Jákupsson. Snýr seg um nógv meira enn grindadráp Søgan í røðini tekur støði í ein­ um grindadrápi. Miðlamað­ urin Hannis Martinsson vágar sítt egna skinn fyri eina stór­ fingna søgu, ið skelkar av­ byrgda oyggja­samfelagið, har ein og hvør brádliga kann koma und­ir illgruna fyri morð. Men um­veg­is kanningarnar hjá Hannis Mart­insson kemur røðin inn á mong viðkomandi áhugaverd evni, og grindadráp er í høv­uðs­heitum bert karmur - Tað ber til at hugsa út um brimgarðarnar Torfinnur Jákupsson: Tá ið nøkur av størstu feløgum í heiminum geva tær herðaklapp, er tað ein góð grund til at smílast Her leggur Torfinnur smana við Jón Hammer og Helene Aurø TROM fram á heimskendu filmssølustevnuni Berlinale Her sæst Torfinnur Jákupsson, meðan tikið verður upp