mánadagur 8. apríl 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 8. apríl 2019 · Nr. 41
TÍÐINDI
um søguinngangin.
- Røðin snýr seg í størri mun
um felagsskap og familju og
eitt samfelag í broyting. Søgan
viðger evni sum synd, bjarging
og rættvísi. Tað er ein krimi
søga,
men
eisini
ein
viðmerking
um
samtíðarsamfelagið.
Hon
hyggur at Føroyum sum ein
minni útgáva av tí stóra heim
inum.
Hon
viðger
okkara
felagstilvit og setur spurnar
tekin við, hvørji vit eru, okkara
persónliga og tjóðskaparliga
samleika, greiðir Torfinnur
Jákupsson frá og vendir aftur
til útgangsstøðið.
- Eg valdi at nýta grindadráp
sum karm um søguinngangin,
júst tí tað elvir til so nógv kjak
og sær so dramatiskt út í sær
sjálvum. Tað riggar væl film
iskt. Røðin viðger tó grinda
dráp við einum objektivum og
neutralum eyga, og tað er ein
innleiðing til eitt størri krimi
plott.
- Fryntligu Føroyar
perfektur karmur um
skakandi morð
Fleiri av filmisku fyrimyndun
um hjá Torfinni Jákupsson
hava bygt síni verk á bøkur
ella søgur hjá øðrum, og tí helt
hann tað vera natúrligt at
venda sær til søgurnar um
Hannis Martinsson hjá Jógvan
Isaksen, sum so mong ung
føroysk eru vaksin upp við.
- Eg lesi bøkurnar heldur
øðrvísi nú, enn eg gjørdi fyrr,
men tær eru upplagdar at
brúka sum íblástur til eina før
oyska krimirøð. Fryntligu Før
oyar eru perfektur karmur um
skakandi morð, og mær dámar
væl huglagið í bókum hansara,
sum eisini ofta er skemtiligt.
Søgurnar hava eina serfør
oyska sjarmu, sigur Torfinnur
Jákupsson.
Heldur sendirøð enn film
Orsøkin til, at Torfinnur hevur
valt at gera eina longri sendi
røð í staðin fyri ein spælifilm,
er, at hann metir vanligu films
longdina á tveir tímar vera ov
avmarkaða í mun til inni
haldið. Hann sigur, at evnini,
søgutræðrirnir og persónarnir
í søguni krevja eina drúgvari
viðgerð, sum tekur seg betur
út í einari sendirøð.
- Sendirøðin er eitt meiri
áhugavert format fyri meg
sum filmshøvund. Tað ber í
størri mun til at fara í dýpdina
við tí, sum mann viðger, tí ein
hevur fleiri tímar og størri
rásarúm at arbeiða við. Søgur
nar hjá Jógvan Isaksen um
Hannis Martinsson eru eisini
ein bókarøð, so tað kennist
natúrligt at gera filmisku út
gávuna av teim til eina sendi
røð, greiðir hann frá.
Sjálvstøðugt verk við
síðuna av bókunum
Torfinnur Jákupsson vísir á, at
tað er ein avbjóðandi tilgongd
at tillaga eina bók frá síðu til
skerm. Hann hevur gjørt yms
ar tillagingar og dagføringar í
søguni, og hann metir, at tað,
sum verður tikið við úr bókun
um og ikki, er helvt um helvt.
- Tey, sum kenna til bøkurn
ar, fara tó at kenna fleiri per
sónar, umhvørvi og onnur ting
aftur. Men hyggjarin kemur
vónandi eisini at verða hugtik
in av tí, sum er nýtt við røðini
og øðrvísi frá bókunum. Í tann
mun stendur røðin sum eitt
sjálvstøðug verk við síðuna av
bókunum.
Í hesum sambandi hevur
tað verið krevjandi at koma
við onkrum nýggjum, sum
kennist egið og ikki longu er
sæð óteljandi ferðir fyrr.
- Røddin hjá einum høvunda
hevur alt at siga, og tað leggur
trýst á herðarnar. Men har
hevur mann ein fyrimun sum
føroyingur, vildi eg sagt. Tað er
ongin ivi um, at tað serføroyska
við hesi verkætlan, selur væl.
Sum føroyingar hava vit eitt
øðrvísi sjónarmið og eitt øðr
vísi
søguunivers
at
bjóða
heiminum, sigur kreativi gøtu
maðurin.
Ein gamal dreymur
Torfinnur Jákupsson hevur
altíð dámt tær søgurnar best,
ið samantvinna tað gerandis
liga við tað meiri stórsligna, ið
fjalir ein størri sannleika um
lívið. Dreymurin um eina før
oyska krimirøð um Hannis Mart
insson gongur heilt aftur til
tíðina, tá hann var tannáring
ur, og mann kann siga, at
krimirøðin
er
eitt
gamalt
hjartabarn hjá Torfinnur.
- Eg minnist, tá eg sum
tannáringur arbeiddi á fiska
virkinum í Gøtu og ofta sat í
døgurðasteðginum
og
nørdaðist við ein vinmann um
film. Eg sat har og hugdi upp á
Støðlafjall og ímyndaði mær
brádliga og sera klárliga fyrstu
senuna í Blíð er summarnátt á
Føroyalandi.
Slapp ongantíð tonkunum
Torfinnur gjørdist eldri, upp
tikin við ymsum øðrum, og
flutti síðani til London at
nema sær útbúgving og ar
beiða. Men hann slepti ongan
tíð tonkunum um at skriva
eina føroyska krimirøð. Í 2014
flutti hann heim aftur eftir
tíggju ár í tí bretska, og tá setti
hann hol á handritið til tað,
sum í dag er TROM.
- Tað var tó ikki ordiliga
fyrrenn í fjør, at eg fór all-in og
tók kjansin at fara út á vinnu
stevnur at royna at selja hug
skotið uttanlands. Tað gekk
bara framúr væl, og eg eri nú
komin í prát við nøkur av
størstu feløgunum og rásun
um í heiminum, sigur Torfinn
ur Jákupsson.
TROM á víðagitnari stevnu
Í februar varð føroyska krimi
røðin løgd fram á Berlinale,
sum er ein av heimsins størstu
filmssølustevnum.
TROM
varð vald út sum ein út av bert
tíggju nýggjum røðum til at
leggjast fram. Har var Tor
finnur Jákupsson saman við
Jón Hammer, ið rekur KYK
Myndir og virkar sum føroyski
framleiðarin, og Helene Aurø,
ið er sølustjóri og umboð fyri
danska sølufelagið REinvent
Studios.
Fleiri av heimsins størstu
aktørum í filmsheiminum vóru
til staðar, og endamálið við
framløguni var at finna møgu
ligar íleggjarar til TROM. Mót
tøkan og afturmeldingarnar
hava verið framúr.
- Tað gevur einum eitt sind
ur rættari rygg og góða grund
til at halda fram við arbeiðn
um, og tað prógvar, at høga
ambitiónin allíkavæl hevur
hald í veruleikanum. Fyri meg
sum filmshøvund er tað ser
stakliga gevandi, tí tað er longu
sera torført at liva av at vera
filmshøvundur,
ikki
minst
sum føroyskur filmshøvund
ur, tí tú kappast við øll í heim
inum. Tá ið nøkur av størstu
feløgum og rásum í heiminum
so geva tær herðaklapp, er tað
ein góð grund til at smílast, um
ikki annað.
Føroyska jantelógin
góður elddópur
Í fjør varð ein lítil royndar
filmur gjørdur, sum er sýndur
fyri verandi og møguligum
komandi
samstarvsfeløgum
heima sum uttanlands, sum
hevur fingið góða móttøku. Í
næstum fara tey at hava upp
tøkuroyndir, sum fevna um
leiklutir til savnaðu røðina.
Ætlandi verður farið undir
framleiðslu í 2020 við frum
sýning í 2021. Torfinnur torir
ikki at lova nakra ávísa dag
festing, tí tað mest týðandi er,
at sendirøðin verður gjørd á
fullførdan hátt. Men tað er í
øllum førum greitt, at hug
skotið, hann fekk sum tannár
ingur, nú av álvara byrjar at
líkjast veruleika.
- At tað nú er í ferð við at
gerast til veruleika, kennist av
bera gott. Tað er eitt úrslit av
hørðum arbeiði, sum enn krev
ur nógva tíð og orku og ikki
minst ágrýtni, áræði og dirvi
til at halda fram, tá øll onnur
siga, at tað ikki ber til og aldrin
fer at bera til. Fólksins áhugi í
verkætlanini hevur verið stór
ur, men føroyska jantelógin er
eisini ein góður elddópur, tá ið
ein fer í gongd við slíkt.
Eitt heiti við nógvum týdningum
Navnið á røðini, TROM, sipar til nøkur ymisk ting, myndamálsliga eins og bókstavliga. Torfinnur
Jákupsson, skaparin av TROM, fortelur:
- Tað sipar til tær mongu fjallatromirnar, sum vit hava í Føroyum og fjallatromina á Støðlafjalli,
har fyrsta bókin hjá Jógvan Isaksen byrjar. Eisini er tað eitt myndamál upp á Føroyar sum ein heimsins
útkantur - tað at ‘liva úti á eggini’ og persónar, sum verða trýstir út í síni egnu ytstu mørk.
- Tað er eisini ein lítil tilvísing til eitt gamalt lag hjá tónleikabólkinum Clickhaze, sum aldrin varð
útgivið, sum bróðir mín sang. Enska umsetingin av TROM er somuleiðis BRIM, sum á føroyskum sipar
til aldubrim, og tað er júst í briminum í einum blóðugum grindadrápi, at fyrsta líkið verður funnið í
røðini.
Tað krevur
áræði og dirvi at
halda fram, tá
øll onnur siga,
at aldrin fer at
bera til