mánadagur 8. apríl 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 8. apríl 2019 · Nr. 41
TÍÐINDI
Á páskum fara 24 føroyingar á
trúboðaraferð til Mull, næst størstu oynna
í innaru Hebridunum í Skotlandi. Tað er
felagsskapurin Atlantic Mission, sum
Svenning á Lofti, Jógvan Páll Sevdal og Páll
á Lakjuni stovnaðu, sum skipar fyri túrinum.
Danjal av Rana
Trúboðarabáturin
Juvél
2
verður karmur um ferðina.
Báturin
fer
úr
Føroyum
sunnudagin 14. apríl og verður
á Mull týsdagin 16. apríl.
Hetta er níggjunda ferðin
hjá trúboðarafelagsskapinum
Atlantic Mission. Fyrsti túrur
in var í 2011, tá farið var til Ler
wick í Hetlandi. Síðani tá hev
ur Juvél 2 vitjað fleiri ferðir í
Hetlandi,
Orknoyggjum
og
Hebridunum og fer so í ár til
Mull í Innaru Hebridunum.
Tað kanska mest sermerkta
við túrinum í ár er, at fleiri
heilt ung eru við í ferðalagnum.
Tíggju ung millum 16 og 20 ár
fara í ár at brúka páskafrítíð
sína at boða skotum boðskapin
um Jesus. Sosialurin hitti nøk
ur teirra úti í Hebron í Argjum,
har tey vandu eitt drama, sum
tey fara at framføra á túrinum.
Margretha Eilersdóttir Ras
mussen, Vár Elin Norðberg,
Dagny Norðberg, Karstin Jacob
sen, Dánjal Ósa, Benjamin
Bjarnason Fríðberg og Magni
Steintún eru sjey av teimum
ungu, sum fara við Atlantic
Mission á túrinum til Mull.
Tey sigla tó ikki við Juvél 2
suður til Skotlands, men fara
við flogfarið. Á hendan hátt
kunnu tey eisini gera seinastu
fyrireikingarnar og taka ímóti
bátinum, tá hann kemur til
Tobermory.
Á túrinum fara tey at halda
møti, at ganga frá hurð til hurð
og bjóða inn til møti, at býta
traktatir út, tað eru stuttir
bóklingar við kristna boðskap
inum og at práta við fólk ann
ars, sum tey hitta, um Jesus.
Tað búgva um 3.000 fólk á
Mull, sum er sum Streymoygg
in, Eysturoy og Vágar tilsam
ans til støddar. Størsti býurin
er Tobermory, har eisini 1.500
fólk búgva. Tey hava merkt
eina stóra ungdómsfráflyting,
tí øll tey ungu søkja inn á meg
inlandið at ganga í skúla og fá
teirra venda heimaftur eftir
loknan lesnað. Tískil eru sera
fá ung á oynni og lutfalsliga
nógv gomul.
- Har eru sera, sera fá trúgv
andi á oynni. Kanska um eini
60, sum ganga á møti í ymisku
fríkirkjunum,
sigur
Ruth
Gaardlykke, sum situr í nevnd
ini í Atlantic Mission og verður
við á túrinum.
- Vit hava sett okkum fyri,
at øll á oynni skulu fáa eina
innbjóðing til okkara tiltøk,
sigur hon.
Í Hebron venja teir sjey
ungdómarnir eitt drama, ein
stuttan sjónleik, sum tey ætlað
at vísa í Mull. Sjónleikurin vís
ir kristna boðskapin, um at
menniskjan er fallin í synd,
men at Jesus tók syndina á seg
og gav teimum, sum trúgva,
ævigt lív.
Tey ungu siga, at tað er hes
in boðskapurin, sum fær tey at
brúka páskaferiuna til trúboð
an.
- Seinastu boðini hjá Jesusi
vóru, at vit skuldu fara út í all
an heim og prædika evangeliið,
sigur Margretha Eilersdóttir
Rasmussen, og fær stuðul frá
fleiri av hinum.
- Um vit sjálvi trúgva boð
skapinum, so er tað bæði rætt
og gott av okkum at bera hann
víðari, sigur Dánjal Ósá.
Hjá flestu teirra er talan um
fyrsta túrin í misjón, tó onkur
hevur verið onkran stuttan túr
fyrr. Higartil halda tey, at tað
hevur verið læruríkt og menn
andi, men tey gleða seg eisini
at sleppa avstað.
- Eg ivist ikki í, at hetta verð
ur avbjóðandi. Tað er ikki víst,
at fólk vita so nógv um Bíbli
una og Gud, har eru so sera fá
trúgvandi á oynni, sigur Benja
min Bjarnason Fríðberg.
Sjálvi eru tey øll uppvoksin
í
føroysku
samkomunum,
flestu í Hebron á Argjum, men
onkur í Vitninum í Hvalba. Tey
halda tað vera løgið at ímynda
sær, at Hebron, har stívliga 100
fólk savnast á møti sunnu
morgun, hevði verið nógv tann
størsta samkoman á oynni.
- Í onkrum av bygdunum
har niðri eru bara tvey fólk,
sum kalla seg trúgvandi, sigur
Vár Elin Norðberg.
- Vit vóna, at tá vit fara av
stað aftur, eru tað fleiri trúgv
andi enn tá vit komu, og gjarna
fleiri ung trúgvandi, sigur
Magni Steintún. Hann heldur,
at tað kann vera gott hjá ung
um at síggja, at onnur ung
trúgva boðskapinum um Jes
SKULU BANKA
Á ALLAR DYR Í
MULL