Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. apríl 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 8. apríl 2019 · Nr. 41 TÍÐINDI FARA AT KREVJA AT NÚ SKAL LOYSINGIN TAKAST AVGERÐANDI Hetta løgtingsvalið verður rættiliga avgerandi fyri framtíðina hjá føroyingum. Tað vóru tjóðveldisfólk samd um á flokstingi í Hovi leygardagin Áki Bertholdsen – Á løgtingsvalinum seinni í ár, verður tað eitt krav frá Tjóð­ veldi at loysingin nú veðrur framd í verki Tað var niðurstøðan á floks­ ting­inum hjá Tjóðveldi í Hovi leygardagin. Og niðurstøðan er eisini, at í næsta valskeiði verður tað eis­ ini eitt krav, at ein ætlan verð­ ur løgd fyri, hvusus ríkis­veit­ ing­in úr Danmark verður nið­urlagað. Nú kunnu vit leggja okkara ítøkiligu krøv fram um, hvussu blokkstuðulin verður mink­að­ ur burtur, er niðurstøðan á flokstingi. Í frágreiðing síni til tjóð­ veld­isfólk, staðfesti Høgni Hoy­dal, floksformaður, at í hes­um valskeiðnum eru tung tøk tikin fyri at tryggja bú­ skap­in í framtíðini og sostatt er tíðin nú komin til at vit taka frælsi. – Hetta valskeiðið hava vit tikið tung tøk, sum tryggja bú­ skapin í framtíðini, sigur hann. Her hugsar hann fyrst og fremst um fiskivinnu­nýskip­ an­ina, sum tryggjar, at hvør stertur kemur okkum øllum til góðar, at vit hava fult ræði á okkara tilfeingi og at tað verð­ ur umsitið burðardygt. Men samstundis eru lunnar lagdir undir eitt fjøltáttað vinnu­lív við vaksandi fram­ leiðslu úr føroyskum rávørum. –  Vit hava framt eina pen­ sjónsnýskipan, sum skapar trygg og góð kor á ellisárum, gev­ur pensjónistum meira at liva fyri, og vit hava framt eina heilsunýskipan, sum gevur eitt betri og meira saman­ bundið heilsuverk. – Vit hava sett fleiri komm­ unulæknar, fleiri serlæknar, styrkt økispsykiatriina og sam­skipað alt tað føroyska heilsu­verkið. –  Vit hava býtt virðini í land­inum javnari og givið lág- og miðalløntum munandi skatta­lættar, og stór stig eru tikin til at minka um barna­ fátækra­dømi. Men umframt tað, hevur av­ lopið á fíggjarlógini verið stórt, soleiðis at tað hevur borið til at lagt til síðis til verri tíðir. Hann sigur, at sostatt eru all­ar fyrireikingarnar til at taka fullveldi, gjørdar, og nú er bara eftir at taka tað seinasta stigið, og at taka loysingina. – Tí skulu vit krevja, at ríkis­ veitingin verður niðurlagað og at tann skipaða loysingin aftur verður sett á dagsskránna, sig­ ur hann. Nøkur tøk eru eftir Men Høgni Hoydal ásannar samstundis, at enn eru nøkur stig eftir at taka, eitt nú skulu løg­reglan, dómsvaldið, og rætt­ ar­skipanin, eisini yvirtakast. Og sum eitt av heimsins rík­ astu samfeløgum er tað eisini okkara skylda at slóða fyri, tá tað kemur til varandi orku og náttúruvernd. – Hesa ábyrgd vil Tjóðveldi taka á seg, og vit vilja seta mun­andi størri ferð á skiftið til eitt samfelag, sum burturav dúvar upp á varandi orku, og gong­ur á odda at verja marg­ feldið í náttúruni, sigur for­ mað­urin í Tjóðveldi. Harafturat skulu vit eisini fíggja lestrarstuðulin til før­ oysk lesandi uttanlands, og tað er mett at kosta einar 80 milli­ón­ir krónur –  At føroyingar fáa full rætt­indi at lesa, arbeiða og flyta í Norðurlondum, er eisini langt síðani staðfest, og ein sáttmáli um virðiligt samstarv ímillum Danmark og Føroyar, sum tvey sjálvstøðug lond er eisini klárur, sigur Høgni Hoydal. Eitt avgerandi løgtingsval Tjóðveldisfólk siga, at tískil standa vit nú á einum vega­ móti og at løgtingsvalið sum verð­ur seinni í ár, verður av­ ger­andi fyri framtíð okkara. –  Løgtingsvalið stendur ímill­um halda fram at menna sam­felagið á tí grundalagi, sum er lagt, ella at aftur í for­ tíðina, staðfesti Høgni Hoydal. Hann legðu afturat, at valið er, um tilfeingið í havinum skal verða verandi ogn Føroya fólks, ella um vit aftur vilja lata tað upp í hendurnar á nøkr­um fáum. – Valið er, um virðini í sam­ felagnum skulu býtast javnt, har bæði fólk og vinna lata, til felagskassan, og sostatt menna vælferðarsamfelagið saman, ella um vit bara vilja hava meira í egnan lumma, og so má hvør sæta sær sjálvum sum best. –  Vit hava ongantíð verið nærri okkara máli og eru væl og virðiliga til reiðar at taka tey seinastu tøkini til at stovn­ seta føroyska tjóðveldið, har ongin einstaklingur ella ser­ støk stætt hevur framíhjárætt til vald landsins og ognir, segði Høgni Hoydal. – Í Føroyum skulu føroy­ing­ ar ráða – ikki bara summir før­ oyingar, tí vit eiga øll hetta landið – ikki bara summi, legði hann afturat. Løgtingsvalið stendur ímillum, um vit skulu halda fram at menna samfelagið, ella um vit skulu bakka aftur í fortíðina, har nakrir heilt fáir føroyingar hava alt valdið í landinum, staðfesti Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, á flokstingi í Hovi um vikuskiftið. Her er hann mitt í myndini. Vinstrumegin er Annita á Fríðriksmørk, høgrumegin Óluva Klettskarð og aftanfyri, Sirið Stenberg. Mynd: Tjóðveldi Í Føroyum skulu føroyingar ráða – ikki bara summir føroyingar, tí vit eiga øll hetta landið – ikki bara summi