mánadagur 8. apríl 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 8. apríl 2019 · Nr. 41
TÍÐINDI
Eg ætli at
vísa hvat
eg eri verd
VIL PRÓGVA SÍTT VIRÐI Sum nýggj í
Tjóðveldi, havi nakað at prógva, sigur Sonja
Jógvansdóttir, nýklakt tjóðveldisfólk
Áki Bertholdsen
– Eg veit væl, at ein, sum er
nýggjur í einum politiskum
flokki, má eisini prógva sítt
virði.
Tað staðfesti Sonja Jógvans
dóttir í síni fyrstu almennu
røðu sum nýklakt tjóðveldis
fólk.
Sonja Jógvansdóttir er vald
á Løgting fyri Javnaðarflokkin,
men samstundis sum sam
gonguskjalið
varð
skrivað
undir, tók hon seg úr Javnað
arflokkinum.
Og eftir at hava verið utt
anflokka í næstan hálvttriðja
ár, fór hon upp í Eysturoyar
Tjóðveldisfelag fyrr í ár, og
samstundis er tað greitt, at
hon verður valevni hjá Tjóð
veldi til Løgtingið, sum verður
seinni í ár.
Sonja
Jógvansdóttir
var
eisini við á flokstinginum í
Hovi hetta vikuskiftið, og í síni
fyrstu, almennu røðu í tjóð
veldishøpi, ásannaði hon, at
sum nýggj í flokkinum hevur
hon nakað at prógva.
Og tað ætlar hon sær at
gera, tí hon ætlar sær at vísa
sítt virði fyri flokkin.
Lykilin til frælsi
Sonja Jógvansóttir sigur, at í
formansfrágreiðingini
hjá
Høgna Hoydal hefti hon seg
serliga við, at hann hevði tosað
nógv um tjóðarbygging.
– Eg haldi, at tað er nettup
tjóðarbyggingin, sum er lykilin
til
at
vinna
frælsið.
Skal
frælsið vinnast er tað alla tíð
ina neyðugt at byggja tjóðina
fram á leið, bæði vinnuliga,
mentanarliga og sosialt.
– Vilja vit fáa fólkið at taka
undir við frælsi, mugu vit vísa
teimum í verki, at vit eru fyri
fólkinum, og megna vit tað, er
slottið vunnið, sigur nýklakta
tjóðveldiskvinna.
Hon sigur, at tað, sum er
gjørt seinastu árini, er nøkur
góð fet á leiðini, men nøkur fet
eru eftir.
Sonja Jógvansdóttir sigur,
at tá ið hon á sinni búði í Skot
landi, varð gjøldur gjørt burtur
úr skotsku sjálvstýrisrørsluni,
og loysingaflokkurin fekk ikki
meiri enn eini 15 prosent av
atkvøðunum.
– Men eg kann vissa tykkum
um, at í dag er tað eingin, sum
ger gjøldur burtur úr teimum
longur og nú fær skotski tjóð
skaparflokkurin
næstan
50
prosent av atkvøðunum.
Orsøkin til tað er nettupp at
tey hava tikið tjóðarbygging í
størsta álvara, og í dag er
skotska
samfelagið
ljósár
framman fyri samfelagið fyri
nøkrum fáum árum síðani.
Hon heldur, at Tjóðveldi kann
læra eitt sindur av gongdini í
Skotlandi,
men
samstundis
eru tey í Skotlandi ógvuliga
hugtikin av okkum, tí á nógv
um økjum eru vit langt framm
anfyri tey, legði hon afturat.
– Eg haldi, at vit geva okkum
ikki rættiliga far um, hvussu
framkomið føroyska samfel
agið er, bæði á mentanarliga,
sosiala og vinnuliga økinum,
leggur hon afturat.
Og hon heldur, at tað er
bara at halda fram við tjóðar
byggingini á teirri grundsúlu,
at øll eru líka nógv verd, og at
vit virðismeta ymiskleika og
vilja hava fjølbroytni í sam
felagið.
Alt er gjørt til skammar
GONGU FRAMÚR Tað gongur framúr væl hjá teimum
sum mótmæla harðast, sigur Høgni Hoydal
Áki Bertholdsen
Avreiðingarvirði í Norðoyggj
um er økt 50 prosent. Tað
staðfesti Høgni Hoydal, for
maður í Tjóðveldi, á flokstingi
í Hovi um vikuskiftið.
Hann sigur, at ístaðin fyri
at
okkara
fiskiríkidømið
gjørdist privat ogn hjá nøkr
um fáum, og skjótt kundi
endað á útlendskum hondum,
hava vit fingið eina nýggja
fiskivinnuskipan, sum stað
festur, at alt livandi ríkidømið
í havinum er ogn Føroya
fólks, og sum tryggjar, at út
lendingar ikki kunnu eiga í
veiðiliðnum
Hann minnist eisini á hvat
hevur verið sagt um nýggju
fiskivinnuskipanina, og hvat
enn verður ført fram.
Ein spádómur var, at kósa
virkið fór at steingja, og at vit
fingu hungur og hall kring
landið. Men veruleikin er, at
tað gongur framúr væl hjá
teimum, ið hava barst harðast
ímóti.
Serliga í Norðoyggjum
hava
atfinningarnar
verið
harðar, men nettupp har er
avreiðingarvirðið økt 50 pro
sent.
– Sjálvandi hevur nýskip
anin broytt umstøðurnar hjá
teimum, ið høvdu alt framm
anundan. Nú gjalda tey meira
til okkara felags kassa. Og
hartil er makrelkvotan lækkað
40 prosent hesi seinastu tvey
árini.
Men avlopini hjá eru fram
vegis metstór og ivaleys til at
gera nýíløgur í ein fram
komnan flota og góðar um
støður hjá manning, reiðarí
um og íløgur í virðisøking.
Samgngan hevur eisini út
vegað stórar nøgdir av nýggj
um tilfeingi, bæði til línuflot
an í Íslandi, Grønlandi og á
Flemish Kap.
Og somuleiðis er okkara
lutur
av
norðhavssild
og
svartkjafti hækkaður mun
andi, ella líka nógv sum
makrelkvotan
hækkaði
í
seinasta valskeiði.
– Hetta er nýtt tilfeingi, og
sjálvandi eigur tað bjóðast út,
sum lógin sigur. Men tað
verður eisini sagt, at hetta
nýggja tilfeingið er tikið frá
teimum, ið hava mest framm
anundan. Tað er eftir mínum
tykki uttan fyri øll mørk fyri
sømiligheit, sigur Høgni Hoy
dal.
Men hann hevur varhugan
av, at tað eru teir »sjálvút
nevndu vinnuvinarligu am
bassadørarnir í Fólkaflokkin
um«, sum han málbar seg,
sum tekna hesa sjálvsøknu
myndina av mótstøðuni og
afturhaldinum.
– Innast inni veit eg, at hjá
okkara dugnaligu vinnulívs
fólkum í fiskivinnuni, er eis
ini ein stoltleiki yvir at tey
gjalda sítt til okkara felags
vælferð, og at tey eru bulurin
undir einum sjálvbjargnum
føroyskum búskapi og sam
felag.
Kortini ásannar hann eis
ini, at nýggja fiskivinnuskip
anin treingir tilabøtur og eigu
at verða útbygt.
– Savnast vit ikki um hetta,
og vinna vit ikki undirtøku á
komandi vali, er alternativið
greitt. Og tað er, at fara aftur í
fortíðina og at øll frambrotini
verða spolað aftur, ávaraði
Høgni Hoydal.
Hann sigur, at avleiðingin
av tí verður, at fiskiríkidømið
verður privatiserað og savnað
á nøkrum fáum hondum, og
tey fara at verða keypt og selt
á privatum uppboðssølum,
har hugburðurin um, at vert
in á, hvat annar fær, eg skal
nøra mær, aftur fer at mynda
Føroyar og okkara framtíð.
Lykilin til frælsið er at halda fram at byggja samfelagið upp, men tað er neyðugt at fáa fólki við, segði Sonja
Jógvansdóttir, í síni fyrstu almennu røðu sum nýklakt tjóðveldisfólk. Her er hon á flokstingi í Hovi leygardagin.
Vinstrumegin hana stendur Carl Johan Jensen, og høgrumegin, Brandar Heðinsson. Mynd: Tjóðveldi
Tað er bara
at halda fram
við tjóðar
byggingini á
teirri grundsúlu,
at øll eru líka
nógv verd, og at
vit virðismeta
ymiskleika
og vilja hava
fjølbroytni í
samfelagið