Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. apríl 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 8. apríl 2019 · Nr. 41 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Pætur Albinus HONDBÓLTUR Jóhan á Plógv Hansen og teir úr Bjerringbro-Silkeborg eru tilreiðar til endaspælið í bestu donsku deildini eftir at teir í seinasta dystinum í grund­ spælinum leygardagin vunnu 29-26 á Skanderborg. Jóhan skeyt fýra mál ímóti gomlu lið­feløgunum og fer nú saman við Bjerringbro-Silkeborg at fyri­reika seg til endaspælið, har teir hava fingið eitt stig við sær víðari í bólk tvey, har hini lið­ini eru GOG, Skanderborg og År­hus. Tað var føroyingauppgerð í næstbestu donsku deildini, tá ið TM Tønder við Niklas Simon­sen í málinum leygar­ dagin hevði vitjan av Eiriki Jákups­son Simonsen og teim­ um úr Frederikshavn FI í sein­ asta dystinum í grund­spæli­ num. Dysturin hevði lítið og einki at siga fyri TM Tønder. TM Tønder vann dystin 32-27 eftir at hava verið á odda 13- 12 í hálvleikssteðginum. Sam­ bært Jydske Vestkysten, so stóð Niklas Simonsen væl í málinum - serliga í fyrra hálv­ leiki. Eirikur Jákupsson Simon­ sen skeyt tvey mál. TM Tønder endar nummar tvey í næst­ bestu donsku deildini og skal spæla uppflytingardystir ímóti Team Sydhavsøerne um at sleppa at spæla í bestu deildini næsta kappingarár. Dysturin hevði øðrvísi stóran týdn­ing fyri Frederikshavn FI, tí við tapinum, og samstundis sum onnur úrslit fløskaðu seg ímóti teimum, mugu teir nú tungu leiðina niður í triðbestu deildina. Teir endaðu eitt stig niðanfyri niður­flyt­ingar­ strikuna og flyta niður saman við Randers HH og Køge. Rókur Akralíð og teir úr HEI Skæring taptu seinasta dystin í grundspælinum, men tað hevði lítið og einki at siga, tí teir yvirliva í deildini óansæð. Teir taptu 28-21 fyri Otterup á úti­vølli. Rókur Akralíð skeyt eitt mál. Føroysku lands­liðs­leikar­ar­ nir, Bjarta Johansen og Per­nille Brandenborg, spældu eisini seinasta dystin í grund­spæli­ num leygardagin. Tær spæla við Vendsyssel í næstbestu deild­ini. Tær vunnu 25-21 á TMS Ring­sted, og sigurin lyfti tær í evstu løtu upp á eitt fjórðapláss í einari óhugnaliga tættari deild. Pernille Brandenborg gjørd­ist toppskjútti hjá heima­ li­ð­num við sjey málum. Bjarta Johansen skeytt eitt mál. RÍÐING Tað reið um snarið, men tað eyðn­aðist Elini V. Tindskarð á ryssuni Gretu frá Ausviga at vinna T 4 kappingina á Ice­ Horse­Festival í Herning. Tær báðar vóru bestar í innleiðandi um­fari, men í finaluni fingu tær harða kapping frá reiðfólkum úr Týsk­landi og Danmark. At enda vunnu tær, munurin til nummar tvey var tó einans 0,11 stig. Elin V. Tindskarð var sera fegin um sigurin, og at nýggja ryssan hjá henni er so góð longu í hennara fyrstu kapping. - Vit onnur kunna eisini gleðast um, at vit nú aftur hava fingið eitt par á høgum altjóða støði. Hetta boðar vónandi frá onkrum góðum, sigur Føroyskt Íslands­rossafelagið. SVIMJING Fleiri føroyskir svimjarar hava um vikuskiftið luttikið á Bergen Swin Festival í Noregi, og har svam Signhild Joensen úr Ægir ájavnt við føroyska met­ið í 100 metra rygg. Hon svam teinin við tíðini 1:03.01, og tað var júst sama tíð sum før­ oyska metið, ið hon sjálv eigur frá somu kapping í fjør. Tá vann hon silvur, men í ár bleiv hon nummar sjey. - Tað sigur nakað um hvussu støðið er hækkað nú í ár, skrivar svimjing.com. Signhild var annars tætt við at vinna bronsu í 200 metra rygg í ár, har hon í einari annars sera sterkari kapping svam teinin við tíðini 2:16.42. Bronsu­vinn­ arin, Ingeborg Vassbakk Løyn­ ing úr Noregi, hevði tíðina 2:16.10. TALV Sandavágs Talvfelag er føroya­ meistari. Tað gjørdist greitt í seinasta umfarinum, sum var á Giljanesi leygardagin. Við greiðum 3-1 sigri á undan­ farna meistaraliðnum úr Havn í seinasta umfari í lands­kapp­ ingini var allur ivi burtur­ beind­ur. Árið er minniligt hjá Sanda­vágs Talvfelag. Felagið er 50 ára gamalt, og vinnur nú meistaraheitið við telvarum, sum allir hava sín uppruna í felagnum. Hini FM-árini vóru Olaf Berg og Carl Eli Samuel­ sen, sum hava røtur í Havnar Telv­ingarfelag, týðandi stuðlar hjá vágamonnum. Á liðnum vóru Høgni Egilstoft Nielsen, Silas Eyðsteinsson, Ingi Wiberg, Rógvi Egilstoft Nielsen og Torkil Nielsen. FM-sigurin er tann sætti hjá Sandavágs Talv­ felag í fremstu deildini. Teir hava tí lagt seg fram undir lið­ ina á Vestmanna Talvfelag, og nærkast Klaksvíkar Talvfelag, sum hevur vunnið FM-heitið fyri lið átta ferðir. Enn er kort­ ini langur vegur at røkka Havn­ ar Telvingarfelag við sínum 23 FM-sigrum í bestu deildini. Enda­liga støðan í ár gjørdist: Sanda­vágur 31 stig, Havnin 27½, Klaksvík 20, Havnin (2) 14½, Kollafjørður 14, Klaksvík (2) 13. BJARTA OG TÆR BLIVU NUMMAR FÝRA Grundspælið í donskum hondbólti er nú av. Eftir eru endaspøl og uppflytingardystir, og har eru nakrir føroyingar við