mánadagur 8. apríl 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. apríl 2019 · Nr. 41
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
Tá ið tað fyri útvið hálvumøðr
um ári síðani gjørdist greitt, at
Jóan Símun Edmundsson ikki
fór at leingja um sáttmálan við
danska OB, so royndi felagið
av øllum alvi ístaðin at selja
føroyska landsliðsleikaran. Or
søkin var óivað, at teir fegnir
vildu hava ein sjatt av peningi
fyri hann áðrenn sáttmálin
gekk út og hann gjørdist
ókeypis.
Tað vísir seg, at Jóan Símun
var verdur fitt av peningi. Virda
heimasíðan, Transfersmarkt,
ið eitt nú fæst við at meta
um marknaðarvirðið á leikar
um, metti tá, at Jóan Símun
var verdur áleið 4,7 milliónir
krónur, men av tí at sáttmálin
var fáar mánaðir frá at ganga
út, so kravdi OB, sambært
danska blaðnum BT, ikki meira
enn 750.000 krónur fyri hann.
Hóast FC Midtjylland og eitt
turkiskt felag vóru í samráð
ingum við OB um at keypa
Jóan Símun, so eydnaðist tað
ongantíð OB at selja føroyingin,
sum tískil hevði frítt at fara og
1. juli í fjør skifti púra ókeypis
til týska Arminia Bielefeld.
Arminia
Bielefeld
hevur
gjørt kvetti. Ikki nóg mikið við
at teir ikki rindaðu eina krónu
fyri ein leikara, ið var útvið
fimm milliónir krónur verdur,
so er virðið á Jóan Símuni
eisini vaksið nógv í tráð við
góðu avrik hansara í Týsklandi.
Transfersmarkt metir, at mark
naðarvirðið á Jóan Símuni í
løtuni er 6,29 milliónir krónur.
Tað ger 27 ára gamla tofta
mannin til virðismesta før
oyska fótbóltsspælaran.
Sáttmálar ganga út
Felags fyri fleiri av teimum
hægst virðismettu føroysku
fótbóltsleikarunum, sum allir
eru landsliðsprofilar, er, at teir
seinastu tíðina ikki einans hava
vunnið sær fasta leiktíð í sínum
feløgum, men eisini eru vorðnir
profilar har. Hetta sæst aftur
á marknaðarvirðinum, og tað
skyldast helst lutvíst eisini, at
marknaðurin sum heild flýgur
høgt í løtuni.
Eitt nú eru Hallur Hansson
(AC Horsens) og Gilli Rólants
son (SK Brann) hækkaðir í virði
frá hvør sínum 3,1 milliónum
krónum á sumri í fjør til ávika
vist 4,7 og 3,9 milliónir krónur
í dag.
Eisini Viljormur Davidsen,
sum hevur sligið ein avbjóðara
fyri og annan eftir av vinstra
bakkinum í Vejle, og harum
framt nú telist ímillum roynd
astu menn á liðnum og er
varaliðskipari, er støðugt vaks
in í virði seinastu trý árini – frá
1,17 millón krónum í 2016 til 2,75
milliónir krónur í dag.
Felags fyri teir fýra, ið eru
nevndir omanfyri, er eisini, at
teir eru í góðum fótbóltsaldri.
Teir eru allir 26 og 27 ára gamlir.
Tann
fimti
á
listanum,
Brandur Hendriksson, er hin
vegin fallin nakað í marknaðar
virði. Sum lovandi tannáringur
í FCK var hann verdur útvið
hálva triðju millión, men sum
23 ára gamal FH-spælari í dag
er hann eina hálva millión
krónur minni verdur.
Sáttmálin hjá trimum av
teimum fimm hægst virðis
mettu føroysku spælarunum
gongur út í 2019. Tað eru
nevniliga Hallur Hansson, Vilj
ormur Davidsen og Brandur
Hendriksson, sum skjótt skulu
fáa nýggjan sáttmála upp á
pláss, annaðhvørt við núver
andi felag ella eitt annað.
albinus@sosialurin.fo
FÓTBÓLTUR
Landsliðsprofilarnir:
SO NÓGVAR
MILLIÓNIR ERU
TEIR VERDIR
Fleiri av føroysku landsliðsprofilunum eru nógvar milliónir
verdir sum fótbóltsspælarar. Størri leiklutir á liðum teirra
og ein ørur marknaður hevur verið við til at hækkað
virðið á teimum, og ikki óvæntað er Bielefeld-spælarin,
Jóan Símun Edmundsson, mettur at vera tann dýrasti
Virði á føroysku spælarunum
Spælari
Aldur
Felag
Marknaðarvirði (kr)
Sáttmála til
Jóan Símun Edmundsson
27
Arminia Bielefeld
6.292.000
30.06.2020
Hallur Hansson
26
AC Horsens
4.719.000
31.12.2019
Gilli Rólantsson
26
SK Brann
3.932.000
31.12.2020
Viljormur Davidsen
27
Vejle BK
2.753.000
30.06.2019
Brandur Hendriksson
23
FH Hafnafjørður
1.966.000
16.10.2019
Kelda: Transfersmarkt