Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. apríl 2019 · Nr. 42 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Svøríki bestu tølini fyri at yvirliva krabbamein Fleiri danir yvirliva krabbamein nú enn áður, men kortini liggur Danmark aftarlaga í røðini millum norðurlond, tá ræður um at yvirliva krabbasjúkur Vilmund Jacobsen Ymiskar krabbameinsætlanir og átøk í Danmark hava gjørt, at fleiri og fleiri danir yvirliva krabbamein, men nýggj tøl úr norðurlondum annars vísa, at dan­ir kortini hava millum tey vána­lig­ astu hagtølini at vísa á, tó at batar eru. Í tíðarskeiðnum 2012-2016 yv­irlivdu 79 prosent av monn­un­um og 81 prosent av kvinn­unum í Danmark eina krabba­ sjúkugreining í minsta lagi í eitt ár. Hetta er ein øking í mun til tíðar­ skeiðið 2007-2011, har ein­ans 75 prosent av monnunum og 77 prosent av kvinn­ un­um yvirlivdu. Hetta vísa dagførd tøl hjá NORD­ CAN, sum er ein dátu­grunnur við hag­ tøl­um yvir krabba­mein í norður­lond­ um. Størstu framgongd Síðan í sekstiárunum hava fleiri og fleiri yvirlivað krabba­mein, og soleiðis hevur gongd­in verið – ikki bara í Dan­ mark, men í øllum norðurlondum. - Hinvegin er Danmark tað land, har hagtølini yvir tey, sum yvirliva, hava havt størstu framgongdina, sigur Gerda Eng­holm, hagfrøðingur hjá Kræft­ens Bekæmpelse. Síðan í sjeytiárunum hava tøl­ini yvir tey, sum yvirliva krabba­mein, annars verið verri í Danmark enn bæði í Svø­ ríki, Noregi, Íslandi og Finnlandi. Eyðsýnd úrslit Men, nú nærkast Danmark hin­um norð­urlondunum, og dan­ir kunnu tí­ skil veitra ”far­væl” til botnplasering inn­an fleiri sløg av krabbameini. Framgongdin í Danmark byrjaði við teirri fyrstu av fýra krabba­meins­ætl­ an­um, sum kom í ár 2000, og síðan komu krabbameinsætlanir eisini í 2005, 2011 og í 2017. Tað eru serliga átøkini frá 2008, sum tryggja sjúklingum eina skjótari leið til sjúku­grein­ing og viðgerð, ið hava skapt eyðsýnd úrslit fyri dansk­ar krabba­ meins­sjúkling­ar. - Tølini gleða meg ógvuliga nógv. Krabbamein er ikki altíð ein sjúka, tú doyr av. Vit síggja, at tíðarfreistir fyri kanningum og viðgerð hjálpa fleiri til eitt lív eftir krabbamein. Vit skulu halda fram við at tryggja skjóta sjúku­ grein­ing og við­gerð til tey, sum verða rakt av sjúk­uni, sigur Helen Bernt And­ er­sen, for­kvinna í Kræft­ens Be­kæmp­ else. Snarkanningar Ein av krabbasjúkunum, har Dan­mark nú hevur lagt norð­ur­lond afturum seg, er innan krabba­mein í langa og enda­ tarmi. Talið av teimum, sum fyrsta árið yvirliva krabbamein í hesum gøgnum, er nevniliga økt úr 80 upp í 86 prosent fyri bæði menn og kvinnur. Ein stórur partur av æruni eru snar­ kanningar fyri tarm­krabba, sum Dan­ mark síðan 2014 hevur bjóðað øllum borg­ar­um í aldrinum, 50 til 74 ár. Men, hóast fleiri og fleiri yvirliva krabba­mein í Dan­mark, er danir sum heild kort­ini aftan fyri bæði sviar og norð­menn. - Svøríki liggur á fyrsta plássi, har 85 pro­sent av monn­un­um og 83 prosent av kvinn­un­um yvirliva krabbamein í minsta lagi í eitt ár eftir, at krabba­mein er vorðið staðfest, veit www.cancer.dk at siga. vilmund@sosialurin.fo ROYKJA OG DREKKA OV NÓGV Ein orsøkin til, at færri yvirliva krabbamein í Danmark enn í øðr­ um norðurlondum, er, at dan­ir roykja og drekka ov nógv. Tað merkir, siga tey hjá Kræft­ ens Be­kæmp­else, at danir oftari fáa krabbasjúkur, sum hava sína orsøk í tubbaki og alkoholi, eitt nú lungna­krabba, ið kann vera trupul at lekja, og har deyði­lig­ leikin er lutfals­liga stórur. Ójavni í heilsusemi mill­um fólk í norð­ur­lendsku tjóðunum hevur eisini ein stóran leiklut í, hvussu tølini laga seg. Skulu fleiri yvirliva krabba­ mein, er ógvuliga avgerandi, at nakað verð­ur gjørt við henda ójavna. - Høvdu vit megnað at lyft tey við teimum lægstu inntøkunum upp á sama støði, sum tey við teim­ um hægstu inn­tøk­un­um, høvdu umleið 11.000 fleiri krabba­meins­ sjúkingar verið á lívi fimm ár eftir sjúku­stað­fest­ing­ina, sigur for­kvinnan í Kræft­ens Be­kæmp­ else, Helen Bernt And­ersen, við www.cancer.dk vilmund@sosialurin.fo - Vit skulu halda fram við at tryggja skjóta sjúkugreining og viðgerð til tey, sum verða rakt, sigur Helen Bernt Andersen, forkvinna í Kræftens Bekæmpelse Tað skeiklar donsku krabbameinstølini, at danir roykja og drekka ov nógv