týsdagur 9. apríl 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 10. apríl 2019 · Nr. 42
Leygardagin lat TelduTænastan upp í
spildurnýggjum hølum á Hálsi. Nógv
fólk vitjaði handilin, ið leggur dent
á tænastu til bæði vinnu og privat
og hevur opið frá kl. 8 á morgni
Ein serligur stemningur var á
Hálsi leygardagin, tá Teldu
Tæn astan lat upp í nýggjum
hølum. TelduTænastan hevur
síðani 1987 húsast á Staravegi
5. Men hetta er nú ein farin tíð.
Nýggju hølini undir liðuni á
BR á Smyrilsvegi 7 eru nógv
størri og betri hóskandi.
Tá vit keyptu Teldu Tæn ast
una fyri fimm árum síðani,
høvdu vit ikki droymt um, at
virk semið fór at veksa so nógv
so skjótt. Men tað hevur tað.
Fyri at fylgja við og veita
kund unum eina støðuga góða
tæn astu, var besta loysnin at
flyta í nýggj og størri høli, sig
ur Fróði Clementsen, stjóri í
TelduTænastuni.
Nýggju hølini eru 740 fer
metr ar til støddar, og rúma
bæði teldum og eina rúgvu av
út gerð.
Vit kalla tað fyri Føroya
størsta og besta telduhandil.
Tú sleppur altíð av við bilin
beint uttan fyri handilin, og
tað er ikki serliga langt frá, har
TelduTænastan áður hevur
hús ast. Vit halda eisini, at
hetta staðfestir okkara støðu
sum veitari av bestu tænastu
inn an KT til bæði privat og
vinna, sigur Fróði Clementsen.
Handilin hevur opið víðkað
upplatingartíðirnar, soleiðis at
handilin letur upp kl. 08 mána
dag til fríggjadag fyri at vera
til reiðar, tá vinnan møtir til
arbeiðis.
Serligt gaming umhvørvi
Kanska tað mest forkunnuga í
nýggja handilinum hjá Teldu
Tæn astuni eru serliga góðu
um støðurnar til gaming.
Gaming er vaksandi kring
all an heim – og eisini í Før oy
um hevur gaming viðrák. Vit
eru høvuðsstuðlar hjá tveim
um esport liðum í Føroyum.
Tískil vildu vit skapa framúr
góðar karmar fyri júst gaming
í handlinum, sigur Fróði Clem
ent sen.
Umstøðurnar til gaming eru
eitt serligt rúm, har fimm
spæli støðir eru settar, sum
fólk ella lið kunnu nýta ókeyp
is. Eisini kanst tú byggja tína
egnu teldu undir vegleiðing
frá einum teknikara hjá Teldu
Tænastuni.
Hoppiborgir og pylsur
Tá handilin lat upp leygardagin
varð nógv gjørt burturúr, og
fólk í hundraðtali vóru á vitj
an. Hoppiborgir vóru settar
upp frá morgunstundini, og
tað gjørdist skjótt bíðirøð til at
sleppa framat. Øll tey mongu
vitjandi kundi eisini fáa sær
ókeypis pylsur og sunkist.
TELDUTÆNASTAN
LATIÐ FØROYA STØRSTA
TELDUHANDIL UPP
Lýsing