Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 10. apríl 2019 · Nr. 42 Sonni Larsen, lands­ liðs­venjari, hevur nøkur hagtøl at lýsa hetta. Leikararnir vera javnan vigaðir og royndir í styrki, fyri at fylgja menningini hjá teim­ um. Tølini undan dyst­unum ímóti Ukreina siga, at føroysku leikararnir eru í miðal 186,6 cm høgir og viga 90,8 kg. Verður hugt eftir mót­ støðuni, so er ukreinska liðið 193 cm og vigar 92,8 kg í miðal. Hetta ber boð um at vektin av okkara vøddum nærkast altjóða støði, men har er fram­vegis ein vegur enn. Vit hava eisini eitt sera ungt lið í altjóða høpi. Miðalaldurin á føroyska liðnum er 24,8 ár, meðan tað hjá Ukreina er 27,3 ár. Áðurnevndu lykla­leikar­ar­ nir hjá Ukreina, eru 33 og 34 ár, so mót­støðumenninir eru væl royndari. Men ungu føroysku leikar­arnir eru svangir og hava dirvið at royna seg ímóti hesum monnum. Sonni Larsen gleðir seg almik­ið, og hann væntar at óansæð hvussu úrslitið verður, so verður hetta enn eitt stórt stig í menningini av føroyskum hondbólti í altjóða høpi. sjurdur@sosialurin.fo Tað serliga við lands­liðs­ ítrótti er hvussu leikararir, ið ikki venja og spæla saman til dagligt, kunnu savna seg sum eitt lið. Serliga áhugavert er tað, tá ið hesir leikarar vanliga eru mótstøðumenn. Eitt nú eru tveir leikarar hjá Neistanum og tveir leikar­ar hjá H71 í hópinum. So seint sum seinasta miku­ dag vóru hesir leikarar á hvør sínari hálvu og gjørdu alt fyri at vinna á hvørjum øðrum. Harafturat eru lands­liðs­ ven­jarin og hjálparvenjarin, Sonni Larsen og Jeppe Borch, dagliga venjarar hjá hvør sínum luttakara í FM- finalunum. Nú skulu allir hesir sam­ starva, so tað verður ein serligur hugburður at brád­ liga skula hava álit á manni­ num, ið í seinastu viku royndi at spilla tær spælið. Heldur ikki útisetarnir sleppa undan hesi sann­ roynd. Um vikuskiftið spældu Tønder við Niklasi Simon­sen á liðnum ímóti Frederiks­ havn við Eiriki Simonsen á liðnum. Tønder vann og Frederikshavn flutti niður í aðru deild av hesum úrslitið. Dagsins leikari var kosin Niklas Simonsen, so Eirikur Simonsen kann helst við røttum hugsa at lands­liðs­ felagin spilti hon­um spælið. Men tá ið tíðindafólkið hjá Sosialinum hittir hópin á flogvøllinum á veg til Kiev er gott lag ímillum allar leikarar. Hjá teimum er bert eitt í huganum. At standa saman ímóti sterku ukreinsku mótstøðuni. Mótstøðumenn gerast liðfelagar HONDBÓLTUR