Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. apríl 2019 · Nr. 42 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Tað endaði eisini við javn­ leiki í seinna venj­ingar­ landsdystinum millum Litava og Føroyar. Sunnudagin gjørd­ ist úrslitið 2-2, meðan tað týs­ morgunin endaði 1-1. Eftir mál­leysan fyrra hálvleik, kom Litava á odda í 72. minutti. 1-0 til heimaliðið sá eisini leingi út til at blíva úrslitið, men før­ oysku kvinnurnar vildu tað øðrvísi, og tær fingu eisini løn fyri stríðið. Í allar seinastu sekundunum fekk føroyska liðið horna, sum var sent væl inn fyri. Inn í øllum trunkanum fekk Birita Bergs­dóttir Nielsen fótin á bóltin, og so var 1-1. Dómarin góð­kendi málið, og so bleiv floytað av. Føroyska liðið byrjaði so­ leiðis: Monika Biskopstø, Lív F. Arge, Rakul V. Magnussen, Heidi Sevdal, Sarita Maria Mitt­foss, Olga Kristina Han­ sen (liðskipari), Katrina Akurs­ mørk, Julia Naomi Mortensen, Ása á Reynatúgvu, Rebekka F. Benba­koura og Nadja Dam Johannesen. Í seinna hálvleiki komu Ásla Johannesen, Eyðvør Klak­stein, Birna T. Mikkelsen, Jacoba Langgaard og Margunn Lind­ holm á vøllin. Í komandi EM-undankappng eru Føroyar í bólki saman við Noregi, Wales, Hvítarusslandi og Noruðurírlandi. Fyrsti dyst­ ur er tann 29. august, á heima­ vølli móti Wales. Løgmanssteypið: Í dag verður 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið. Á pappírinum er stóra uppgerðin í Gundadali, har HB og NSÍ møtast. Lagnan vildi tað eisini soleiðis, at TB og FC Suðuroy møtast Birita javnaði við seinasta skotinum Tróndur Arge Í dag verður 1. umfar í kapp­ ingini um Løg­mans­steyp­ið. Eitt undanumfar hevur verið, har Royn úr 3. deild vann 2-1 á FC Hoyvík úr 2. deild. Tí verður tað eisini Royn, sum skal spæla móti B68 í 1. umfari. B68 er aftur í ár í 1.deild. Talan verður um tríggjar uppgerðir millum lið úr Betri deildini. Í Gundadali spælir HB móti NSÍ, argjamenn eru á vitjan á Skála, meðan EB/ Streymur og Víkingur spæla á Eiði. HB-NSÍ Klokkan 16.30 DÓMARI: KÁRI J. Á HØVDANUM Hetta er óvia størsti dysturin á pappírinum. HB og NSÍ hava verið í finaluni seinnu árini. HB var í finaluni í fjør, men tapti móti B36. HB var eisini í finlauni í 2014, men tapti við einum máli móti Víkingi. NSÍ var seinast í finaluni í 2017, tá runavíkingar vunnu 1-0 á B36. Liðið var eisini í finaluni í 2015, men tapti greitt 3-0 fyri Víkingi. Júst HB og NSÍ hava eisini vunnið hvør sína innanhýsis steypafinalu. Í 2002 endaði tað við 2-1 sigri til NSÍ, meðan HB fekk hevnd í 2004, tá teir vunnu 3-1. Bæði HB og NSÍ hava verið fyri eitt sindur av mótgangi í hesum kappingarárinum. NSÍ tapti móti Skála í 3. umfari, meðan HB tapti móti B36 sunnudagin. Heimaliðið verður uttan danska miðverjan, Lasse Andersen. Hann mátti av vøllinum longu aftaná fáar minuttir sunnudagin. NSÍ vann góðan sigur á Víkingi leygarkvøldið, men tað var uttan Petur Knudsen, ið er skaddur. Hartil er Pól Jóhannus Justinussen leikbannaður, eftir at hann fekk tvey gul móti Víkingi. Tað er torført at meta um hendan dystin. Liðini hava spælt móti hvørjum øðrum eina ferð í ár. Tá endaði tað við javnleiki 1-1. Men uttan Lasse Andersen og Adrian Justinussen í hálvari kraft, so verður hetta kanska møguleikin hjá NSÍ SOSIALURIN TIPPAR 1-2 Undrið-KÍ Klokkan: 18.00 DÓMARI: RÚNI OLSEN KÍ er stórfavorittur at vinna á Undrinum, sum spælir í 2.deild. KÍ hevur fingið eina góðkenda byrjan og nýggju spælararnir tykjast at fella til. Undrið hevur fyrr spælt fínar dystir í steypakappingini móti júst KÍ, men tað kemur helst eitt sindur illa við, at liðið tapti heili 4-0 móti næstbesta liðnum hjá AB sunnudagin. Dysturin verður á Hoyvíksvøllinum. Sosialurin tippar: 0-4 EB/Streymur-Víkingur Klokkan: 19.00 DÓMARI: JÓHAN HENDRIK ELLEFSEN Tað var ein tíð, tá EB/Streymur var steypaliðið. Síðani tóku víkingarnir yvir. Í dag er Víkingur favorittur at vinna á EB/Streymi, men ikki favorittur at vinna steypakappingina. EB/ Streymur hevur framvegis ikki fingið stig í landskappingini, meðan Víkingur hevur tapt tveir teir seinastu dystirnar greitt. Tó móti sterkari mótstøðu. Víkingur er favorittur. SOSIALURIN TIPPAR: 0-2 B36-07 Vestur Klokkan: 19.00 DÓMARI: EILER RASMUSSEN Her er talan um oddaliðini í tveimum teimum fremstu rekkjunum í føroyskum fótbólti. B36 hevur fult stigatal í Betri deildini, meðan 07 Vestur saman við teimum næstbestu hjá KÍ og Víkingi hava 10 stig í 1. deild. Hóast skaðalistin hjá B36 heldur fram at veksa, so koma sigarnir í hús. Hesa ferð verður Alex Mellemgaard heldur ikki við, men tað broytir ikki, at B36 er favorittur. SOSIALURIN TIPPAR: 3-1 B71-ÍF Klokkan: 18.15 DÓMARI: ALEX TROLEIS Sandoyingar vóru fyri sonnum kollapsi í Klaksvík um vikuskitið, har liðið tapti heili 9-1. Tað kemur eitt sindur óvart á, tí B71 fekk eina góða byrjan í fjør og liðið líkist aftur í ár. Í fjør spældu hesi bæði liðini í 1.deild, men nú sær út til at ÍF hevur munin. ÍF hevur ikki fingið eina góða byrjan, men liðið er byrjað at bíta frá sær. Millum annað í seinna hálvleiki móti KÍ. SOSIALURIN TIPPAR: 4-1 TB-FC Suðuroy Klokkan: 18.00 DÓMARI: JOHAN PETUR MICHELSEN Hetta kann blíva ein ordans gýsari, um tað eydnast FC Suðuroy og Sigfríða S. Clementsen at halda lív í dystinum til seinna hálvleik. Hetta er um nakað tann grannauppgerðin í føroyskum fótbólti, sum kann fáa blóðið í kók. Spurningurin er bara hvør fær fyrimunin av tí, og hvør klárar at halda høvdið kalt. Heimaliðið hevur fingið eina framúr byrjan upp á landskappingina, meðan FC Suðuroy byrjar á nýggjum í 2. deild. TB er greiður favorittur, men hetta kann blíva spennandi. SOSIALURIN TIPPAR: 3-1 Skála-AB Klokkan: 18.00 DÓMARI: PETUR REINERT Skála hevur júst vunnið 1-0 á Argjum. Nú møtast liðini aftur, men hesa ferð á Skála, sum helst hevur Søren B. Nielsen tøkan aftur. Á Argjum vóna tey, at Bárður Olsen verður tøkur aftur. Bjarki Nielsen hevur sitið sítt leikbann og gevur AB eitt kort afturat. Hetta kann blíva ein javnur dystur. SOSIALURIN TIPPAR: 2-1 Royn-B68 Klokkan: 13.00 DÓMARI: STEPHAN PETURSSON Royn gjørdi av við FC Hoyvík í innleiðandi umfarinum. Afturgangandi fyri avrikið hjá Royn var stríðsviljan og evnini at umseta til mál, tá teir fingu møguleikar. Hetta verður aftur neyðugt, um hvalbingar skulu halda fram í steypakappingini. B68 er eitt sindur byrjað av nýggjum við fleiri ungum spælarum, men er stórfavorittur at vinna. SOSIALURIN TIPPAR: 1-4 MINST EITT AV TEIMUM STÓRU FELLA