týsdagur 9. apríl 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. apríl 2019 · Nr. 42
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
- Seinnu árini eru lærarar
í fólkaskúlanum trýstir
av
Mentamálaráðnum
at undirvísa ein til tveir
tímar meira um vikuna.
Hetta er gjørt við, at
tíðin, lærarar eru løntir at
gera annað virksemi enn
undirvísing, er pressað
niður. Einasta mál hjá
ráðnum við hesum er,
at fáa meira fyri minni.
Hetta má broytast, tí at
læraraarbeiði er so nógv
annað enn undirvísing,
sigur Jacob Eli.
Fleiri lærarar undirvísa
27 ella 28 tímar um viku
na, men hetta heldur ný
valdi formaðurin er ov
nógv.
Fyrr var tað 26 tímar, ið
lærarar undirvístu.
- Eg eri vanur, at
samanbera tað við, at tá
ið ein hevur runnið 800
metrar, so er ein sera
móður. Tá má løðast
aftur, sigur Jacob Eli.
Toftamaður í Havn
Jákup Eli er upprunaliga
toftamaður, men kallar
seg eisini hálvan skopun
ing. Seinastu árini hevur
hann tó búð í Havn. Í við
førinum hevur hann eitt
støðisár í stødd- og alis
frøði á Setrinum.
Hann
fekk
lærara
prógv í 2000. Hann hevur
verður lærari í Lunder
gårdskolen í Hjørring í
Danmark, í Tofta skúla,
á Miðnámsskúlanum á
Kambsdali og síðan 2004
hevur hann verið lærari
í Eysturskúlanum. Har
hevur hann eisini virkað
sum støddfrøðisvegleið
ari. Hesa seinastu út
búgvingina tók hann fyri
tveimum árum síðani.
Føroyskir lærarar
undirvísa mest í
Norðurlondum
- Lærarar í Føroyum eru
teir
í
Norðurlondum,
ið undirvísa einamest.
Tímatalið hjá næming
um í Føroyum er hægri
enn í Finnlandi. Tað sama
er eisini við tímatalinum
ein lærara undirvísir, tað
er eisini hægri hjá okk
um enn í Finnlandi. Eg
haldi hetta ger mun, tí
við færri tímum kann
lærarin verða betur fyri
til einstaka tíman, sigur
Jacob Eli.
Í
Danmark
vórðu
lærarar trýstir at undir
vísa fleiri tímar um viku
na eftir skúlareformin.
Tá fóru lærarar upp á 28
til 29 tímar um vikuna.
-
Fleiri
kommunur
í Danmark hava sæð
trupulleikarnar
av
hesum, at lærarar undir
vísa so nógv. Tað fæst
ikki meira burtur úr
lærarunum
á
hendan
hátt, tí at byrðan er ov
stór, og góðskan minkar.
Tí hava fleiri kommunur
avtalað,
at
lærarar
í
teirra øki skulu undirvísa
færri tímar. Í Ballerup
kommunu til dømis er
avtalað gjørd um, at ein
lærari í mesta lagi kann
undirvísa 25 tímar um
vikuna.
- At lækka tímatalið, ið
lærarar undirvísa, kost
ar, men nú ætlanin er, at
tímatalið hjá næmingun
um skal lækka, so kundi
tímatalið hjá lærarunum
lækkað samsvarandi, so
gongur upp.
Bæði undirvísing og
annað virksemi
Jacob Eli vísi á, at arbeiðs
tíðin hjá einum lærara
kann býtast sundur í
tveir høvuðspartar. Tann
størri parturin er tíð
til undirvísing, og rest
in er tíð til annað virk
semi enn undirvísing.
- Tann parturin av ar
beiðstíðini, ið hoyrir til
undirvísingina, er neyvt
lýstur í arbeiðstíðarav
taluni,
hesum
nýtast
lærarar ikki at hyggja
nógv at. Øðrvísi er við
hinum partinum, ið er
tíðin hjá lærarum at
røkja annað virksemi enn
undirvísing í síni arbeiðs
tíð. Hesum eigur lærarin
at fylgja væl við í, tí hesin
parturin
er
broyttur
seinni árini. Lærarar eiga
at vita, hvørjar uppgávur
eru teirra, og hvussu
nógv tíð er tillutað til
hvørja. Í hesum parti eru
uppgávur sum samstarv
við starvsfelagar og heim,
uppgávurætting, setur
skúlar og skeið.
Renna meira
fyri somu løn
Jacob Eli vísir á, at
arbeiðstíðin hjá lærarum
til annað virksemi enn
undirvísing er tódnað
seinnu árini í samsvari
við, at játtanin til fólka
skúlan ikki er dagførd.
Tí fáa skúlar og lærarar
ikki havt sama virksemi
sum undanfarin ár. Or
sakað av hesum er tað
av týdningi hjá lærarum
at fylgja væl við tíðini, ið
er skrásett til annað virk
semi, og at samstarva við
skúlaleiðaran at útgreina
hendan partin, so at tað
slepst undan misskiljing
um og gitingum.
- Felagið og álitisfólk fáa
javnan fyrispurningar frá
lærarum um teirra virk
semisætlan, tí at lærarar
kenna seg at renna meira
fyri minni. Og rætt er, at
fleiri lærarar mugu renna
meira fyri somu løn, tí
at tíðin, ið er tillutað til
einstaku uppgávurnar, er
skerd, og lærarar undirvísa
meira. Lærarar mugu tí
venja seg við at fylgja
við í síni virksemisætlan
og leggja orku í hvørja
uppgávu samsvarandi við
tað, tey eru lønt at gera,
sigur Jacob Eli.
Meira tvørfakligt
samstarvi
Nýggi formaðurin sigur,
at tørvur er á, at arbeitt
verður meira við sam
starvi
innan
ymiskar
bólkar enn at krevja at
lærarar undirvísa fleiri
tímar.
- Tá ið lærara undirvísa
í dag, so verður lagt upp
til at samstarva nógv
meira
enn
fyrr.
Sam
felagið krevur tað. Ar
beitt verður tvørfakligt
við at leggja til rættis og
eftirmeta. Hyggja vit eftir
skúlamenning víða úti í
heim, so vísa kanningar, at
tað tvørfakliga og lærandi
felagsskapir ávirka úrslitið
hjá næmingunum heilt
týðiligt tann jaliga vegin,
og tað ger eisini, at lærarar
nir trívast væl betur. Men
tíverri er ikki orka til tað, tí
at undirvísingartímatalið
er so høgt. Lærarar mugu
undirvísa so nógv og koma
ikki til hetta. Tað er ikki
gott nokk, tí má tímatalið
lækka, sigur Jacob Eli.
Hetta
rákið,
sum
er uttanlands, og sum
eisini er komið til Før
oya, verður kallað Pro
fessionelle
lærende
fællesskaber.
Nakrir
skúlar í Føroyum eru
byrjaðir at arbeiða á
hendan
hátt,
millum
annað Eysturskúlin og
Skúlin í Hvalvík.
- Eg kenni hetta frá
Eysturskúlanum, har vit
hava arbeitt við tí í eitt ár,
og eg vænti, at tað verður
sera gott fyri føroyska
fólkaskúlan. Vit mugu
fáa tíð til hetta fyri at fáa
ein betri skúla í Føroyum.
Tí má arbeiðstíðin niður,
sigur Jacob Eli.
Harðar lønar
samráðingar
Ein av fyrstu stóru upp
gávunum
hjá
nýggja
formanninum í Føroya
Lærarafelag, eru lønar
samráðingarnar, ið vera
í heyst.
- Lønin er ov lág hjá
- LÆRARAR UNDIRVÍSA
OV NÓGVAR TÍMAR
TÍÐINDI
46 ára gamli Jacob Eli S. Olsen úr Havn, er nývaldur formaður í Føroya Lærarafelag.
Eitt av hansara hjartamálum er, at lærarar fáa tíð at gera arbeiðið væl og ikki
verða trýstir til fleiri undirvísingartímar fyri at samlaða fíggingin gongur upp
Jacob Eli S. Olsen, nýggjur formaður í Føroya Lærarafelag