týsdagur 9. apríl 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 10. apríl 2019 · Nr. 42
teimum, ið hava leiðslu
ábyrgd í skúlunum. Talan
er um skúlaleiðarar, 1.
lærarar, deildarleiðarar,
men eisini førleikastovan,
lesivegleiðarar,
stødd
frøðilærarar, serlærarar
og onnur. Tey eiga at fáa
meiri fyri tað, tey gera,
sigur nývaldi formaðurin.
Hann vísir á, at hann
og nýggja nevndin saman
við undirfeløgum fara at
samstarva um, hvat tey
skulu leggja dent á til
samráðingarnar.
Frítíðin fer til ítrótt
Nýggi formaðurin í Før
oya Lærarafelag hevur
eisini annan áhuga enn
lærarayrkið og fakfelags
spurningar.
Frítíðina nýtir hann
saman
við
familjuni.
Hann varir av fimm børn
um, og tey eru virkin í
hondbólti og fótbólti.
- Eg má koyra á og
stuðla
bæði
Kyndli,
Neistanum, HB og B36,
men tað er bara stuttligt.
Eg eri eisini venjari hjá
børnum, sigur Jákup Eli.
Annars
er
hansara
toftahjarta
framvegis
stórt. Hann spældi 11 ár
við besta liðnum hjá B68,
og hann fylgir enn væl við
barndómsfelagnum. Og
so er tað eisini Liverpool,
avdúkar hann.
- Sjálvur røri eg meg
ikki so nógv meira, tí
beinini vilja ikki so væl.
Eitt annan frítíðarítriv
hjá Jákup Eli er seyður.
- Mær dámar væl at
fáast við seyð og at vera á
fjalli. Eg havi ikki nakran
şeyð her í Havn, men eg
eri vanur at vera á fjalli
í Funningi og í Húsavík.
Í Húsavík eru eg og ein
annar húskallar, sigur
Jákup Eli.
Nýggi formaðurin fær
úr at gera, nú hann tekur
við formanssessinum.
Lagt til rættis: Frants Jensen - Myndir: Álvur Haraldsen
Frá vinstru: Herálvur Jacobsen, Jacob Eli S. Olsen og Andrea á Rípuni
Samrøða við
Herálv Jacobsen í
vikuskiftisblaðnum
Les samrøðu við
Herálvur Jacobsen,
fráfarandi
formann í Føroya
Lærarafelag, í
vikuskiftisblaðnum.