týsdagur 9. apríl 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. apríl 2019 · Nr. 42
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sálarfrøðingur
ella sálarviðgeri til Beran
Berin hevur eitt áhugavert og avbjóðandi starv sum sálarfrøðingur ella sálarviðgeri
leyst at søkja.
Brennur tú fyri at gera ein mun hjá børnum, ungum og foreldrum, sum hava mist? Ella
hvørs avvarðandi eru rakt av álvarsamari sjúku? Ynskjur tú vera við til at varpa ljós á og
at menna hjálpina og yrkisførleikarnar innan sorgarøkið? So er hetta rætta starvið til
tín.
Talan er um starv á ¾ tíð, við møguleika fyri at fara upp í fulla tíð seinni. Starvstíðin er í
høvuðsheitum í dagtímunum (kvøldarbeiði uml. eina ferð um vikuna).
Um Beran
Berin er ein tvørfakligur, landsfelagsskapur, sum hevur verið virkin síðani 2003.
Endamál Berans er:
•
Stuðul og hjálp til børn, ung ella foreldur, ið hava mist ella hvørs avvarðandi eru
rakt av álvarsamari sjúku
•
vegleiðing og ráðgeving
•
kunnandi og fyribyrgjandi virksemi
Arbeiðsuppgávur
•
Einstaklinga- og familjusamtalur og sálarfrøðilig viðgerð í mun til kompliseraða
sorg
•
Bólkaleiðsla/bólkaviðgerð
•
Ráðgeving, vegleiðing og supervisjón
•
Íverksetan av nýggjum tiltøkum og sjálvbodnum arbeiði
•
Kunnandi virksemi, t.d. miðlan og framløgur/undirvísing innan sorg og kreppu
•
Annað fyrifallandi arbeiði
Talan er um sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur, har tú í samstarvi við leiðsluna, fær
møguleika til at ávirka og menna arbeiðsøkið og framtíðarkósina hjá Beranum.
Førleikar
•
Tú hevur útbúgving og autorisatión sum sálarfrøðingur ella sálarviðgeri
•
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan sálarviðgerð til børn og ung,
og um tú hevur royndir innan supervisión og undirvísing
•
Tú hevur góð umsorganar- og samstarvsevnir
•
Tú megnar og sær fyrimunir í at arbeiða tvørfakligt
•
Tú hevur viðkomandi kunnleika til almennar myndugleikar og
samstarvsfelagar
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvsheitið er sálarfrøðingur ella sálarviðgeri, setanar- og lønartreytir eru sambært
avvarandi sáttmála. Setanarstaðið er Berin, Niels Finsensgøta 32, Tórshavn.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, CV, viðmælum v.m. skal sendast til berin@
berin.fo
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. Apríl 2019.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Oddvør Poulsen,
leiðara, tlf. 222993.
STARV SUM SKRIVSTOVUFÓLK
Í LØGTINGINUM
Eitt starv sum skrivstovufólk í Løgtinginum fulla tíð er leyst at søkja til setan
frá 1. juni í ár ella eftir nærri avtalu.
Uppgávurnar eru í høvuðsheitum hesar:
Umframt at hava ábyrgdina av telefonavgreiðsluni og móttøkuni, tekur
skrivstovufólkið sær m.a. eisini av bílegging av ferðum, ferðauppgerðum,
er nevndarrøkil og tekur sær eisini av øllum vanligum skrivstovuarbeiði
umframt at hjálpa til við rættlestri eftir tørvi.
Førleikakrøv:
Tann, ið settur verður, skal helst hava skrivstovuútbúgving ella
samsvarandi útbúgving ella royndir á økinum. Ein treyt fyri at verða
settur er, at viðkomandi er kønur í føroyskum, hevur royndir og førleika at
arbeiða við teldu og hevur áhuga í politiskum arbeiði.
Setanartreytir:
Starvið verður lønt í 5. lønarflokki eftir sáttmálanum millum
Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Løgtingið:
Upplýsingar um Løgtingið og løgtingsarbeiðið eru at finna á heimasíðu
okkara www.logting.fo.
Umsókn:
Umsóknir saman við prógvum og møguligum ummælum skulu sendast
Løgtinginum, Tinghúsvegi 1-3, Boks 208, 110 Tórshavn ella í telduposti til:
logting@logting.fo, og vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. apríl 2019, kl.
12.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Beintu Isaksen,
tingskrivara, á tel. 363910 ella teldupost beintai@logting.fo, ella til
Johnhard Klettheyggj, stjóra, á tel. 520294 ella telduposti johnhardk@
logting.fo