Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-09, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2019síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 10. apríl 2019 · Nr. 42 Tordur J. Niclasen Her fyri gjørdist alment kent, at Jógvan í Skorini, borgar­stjóri á Eiði, ikki stillar upp fyri Tjóðveldi. Hann harmaðist um ta leið, ið flokkurin hevur valt og at tosið hjá flokkinum um “loys­ ing­ina” er bert eitt “bi­ pro­dukt” sum ikki hevur “fyrsta prioritet”. Hóast tíðir­nar kanska ongantíð hava verið betri, er, so at siga, einki stig tikið á loyingarleið hesi seinru árini. Tosið hjá Tjóveldi um loysing, er bert fyri at fáa atkvøður og einki annað. Leiðin hjá Tjóðveldi, ið hann harmast um, er m.a. broyt­ingarnar í hjúnar­ bands­lógini. Nú ein dagin hitti eg ein, sum hevur valt Tjóð­ veldið “alt sítt lív”. Hesin var púra samdur við borgar­stjóranum. Segði, at tað harmaði hann og mong onnur,sum plagdu at velja Tjóðveldi, at flokkurin nú gekk á odda fyri at “danisera” før­oyska samfelagið. Her nevndi hann m.a. broyt­ingararnar í hjúnar­bands­lógini og at løgtings-og lands­stýris­ fólk hjá flokkinum og í aðal­stjórn floksins nú al­ment høvdu boðað frá, at “frí fosturtøka” er eitt av hjartamálunum at fáa framt. Hann fekk hetta illa at stemma við fráboðanina hjá formanni floksins, har hesin í 2015 legði áherðslu á, at flokkurin skuldi “aftur til røturnar”. At mangir tjóð­veldis­ veljarar eru samdir við borgar­stjóranum á Eiði, man lítil ivi vera um og uttan iva fara eisini mong at venda hesum flokki baki - hesum flokki, sum sjón­liga hevur lagt á ein bógv, har “daniseringin” av føroyska samfelagnum hevur fingið størri priori­ tet enn loysingin. Borgarstjórin á Eiði hevur tikið eina greiða støðu. Hann, sum tjóð­ skapar­sinnaður vil ikki stuðla ein flokk, sum velur “daniseringina” fram um loysingina. Tí eru tað mong, sum taka “hatt­in av høvdinum” fyri hesum manni, ið hevur talað “Roma ímóti”. Og sum vera man ber tað væl til at vera tjóð­skapar­sinn­ aður – uttan at velja Tjóð­ veldi. Vit eru mong, sum eru samd við borgar­stjóra­ num, og harmar tað eisini okkum tjóð­skapar­ sinnaðu, at Tjóð­veldi hevur valt eina so ófør­ oyska leið, sum er í mót­ søgn við hugtakið “aftur til røturnar”. Tað sum kann undra, er, at fólk, sum heilhjartað taka undir við hugtakinum “aftur til røturnar” og sum ikki ynskja eina “dani­sering” av føroyska sam­felag­ num framvegis “fjeppast” upp í Tjóðveldi. Eiði, tann 8. apríl 2019 Hattin av fyri borgar­ stjóranum á Eiði KJAK DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á Jens Heri Bolstad Mortensen Candidate for Sjálvstýri Every year we are privi­ leged to welcome new people to our beautiful country in the north atlantic. They are coming from countries all over the world and according to statistics more than 1000 people are now living here not being faroese by birth. It is very important for Faroe Islands that people from other contries come and live and work with us natives. They enrich our culture and expand our views and understanding of other people. Faroe Is­ lands have always bene­ fitted from new comers. At the same time it is very important that we as a country can offer a smooth integration into our society with inten­ sive language cours­ es and inclusion in the communtity with re­ gards to jobs and social commit­ments. I have good friends who have married a foreign woman and, lucki­ly for us, they have decid­ed to live in the Faroe islands. However, we have a huge problem with our rules and regulations for the new comers. The rules are very strict on obtain­ing work permits and being allowed to stay in the Faroes. In some cases you need to apply every year 4 years in a row and then the answer is that the time to process the appli­ ca­tion is 7 months. During these 7 months you can not travel out of the country without hav­ ing a stamp at the police office. After 4 years you can obtain your permanent resi­dence permit and then you need to spend 2 years on obtaining a pass­port and citizenship in the faroes. A most fru­ strating experience This outfashioned and de­grading procedure is all still controlled by danish authorities. When I get elected to our Parliament I will do my utmost to make sure that the process will be simplified and more leni­ent towards people whom have married in the faroes or come to us in search of a good place. I will endeavour to make sure that everyone that comes to the Faroes will be integrated fast and smoothly. I will do my utmost to create a multi coloured Faroes where racism is a word of the past and where we all are equal before God. A tribute to our newcomers, our Faroe Islands of many COLOURS Eiga at fáa fult útgjald frá Sam­halds­fasta (AMEG) við aftur­ virk­andi kraft Bozena Rasmussen Vit eru bólkur (ca. 300 persónar), sum er ”for­ skels­behandlað“, tí vit ikki hava búð í Føroyum í 40 ár, sum AMEG-lógin frá 2009 krevur, fyri at fáa fult útgjald frá AMEG-grunninum. Vit halda, at tað er eitt rímuligt krav, at vit fáa fult útgjald frá grunninum við aftur­ virkandi kraft, tí vit hava goldið inn í grunn­ in síðan AMEG varð stovnað í 1991. Vit hava gjørt okkara skyldu sum borgarar og hava goldið fult inn í AMEG síðan byrjan, tí er ikki rímuligt, at avvísa okkara kravi. Rímuligt er at fylgja meginreglu, ið sigur, at skyldur og rættur fylgjast at. Vit hava verið í Fíggjar­nevndini, at upp­ lýsa og verja okkara krav um fáa AMEG- útgjald við aftur­virk­ andi kraft frá 2009 til 2018. Meirilutin í Fíggjarnevndini tókt­ ist heldur trekur at gera nakað við henda prinsippiella mál. Einstakir fíggjar­ nevndar­limir vístu á, at tað er trupult at gera nakað við hetta mál, hetta tí at hetta er ein útreiðsla hjá AMEG, sum ikki er tikin við í útrokningunum hjá AMEG, tá umræður stødd­ini á framtíðar út­gjøld­unum hjá Sam­ halds­fasta!? Vit halda ikki, at tað er eitt rímuligt ella rættvíst argument, at vit ca. 300 pensjónistar skulu borga fyri, at framtíðar pen­sjónistar skulu fáa tær upphæddir, sum bú­skaparfrøðingar hjá AMEG hava rokna seg fram til. Hví ikki heldur gera reina borð nú, áður enn tann nýggja pen­sjóns­ skipan­in verður startað í 2020? Ella hava politik­ar­ nir LONGU av­skrivað okkum, sum eru í tí gomlu pen­sjóns­skipan­ ini?