týsdagur 9. apríl 2019síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. apríl 2019 · Nr. 42
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
ÁVARINGARLAMPAN LÝSIR Tað er skjótt, at suðuroyingar
kunnu verða fullkomiliga avbyrgdir frá meginøkinum,
sigur stjórin á Strandferðsluni. Men hann hevur eisini
eina ætlan fyri, hvussu vit kunnu verja fyri tí
Áki Bertoldsen
– Tað hevði verið eitt stig, sum
hevði sett Suðuroynna mitt í
verðina.
Tað segði Høgni Hoydal, for
maður í Tjóðveldi, á floksting
inum hjá flokkinum um viku
skiftið.
Hann heldur, at hugskotið
hjá Strandferðsluni um at fáa
eina beinleiðis rutu ímillum
Suðuroynna og Skotland, er
ógvuliga áhugaverd.
Hann vísir á, at Stóra Bret
land er okkara næsti granni og
hann sigur, at Tjóðveldi fer at
taka hesa ætlanina í fullum
álvara.
Eisini Bjørt Samuelsen, ting
kvinna fyri Tjóðveldi, tekur
undir við, at tað almenna eigur
eina
sjóvegis
flutningsleið
ímillum Føroyar og umheimin,
akkurát sum tað almenna eis
ini eigur eitt loftvegis samband
ímillum Føroyar og umheimin.
Hilmar
Eliasen,
stjóri
á
Strandferðsluni, var gestarøð
ari á flokstinginum, sum var í
Hovi, og tað høvið brúkti hann
til at varpa ljós á hvussu
hættisligari støðu, suðuroy
ingar í roynd og veru, eru í.
Støðan er nevniliga tann, at
áðrenn nakar varnast, kann
Suðuroyggin liggja fullkomi
liga avbyrgd tí ferðasambandið
við meginøkið er kvett, og á
flokstinginum royndi hann at
fáa politikararnar at síggja
álvaran í støðuni.
Hann hann sigur, at hend
ingin í Noregi fyri stuttum, tá
ið ferðafólkaskipið, Viking Sky,
fekk maskinbrek, og mundi
rikið á land, fekk allar ávaring
arlampurnar á Strandferðsl
uni at lýsa bjartari enn tær
longu gera.
Øgiliga hart koyrdur
Hilmar Eliasen staðfestir, at
tað slepst ikki undan, at óhapp
og brek henda, og kanningar
vísa eisini, at tað er greiður
samanhangur ímillum aldurin
á skipum og tal á brekum og
óhappum.
– Smyril verður øgiliga hart
koyrdur, tí hann siglur 365
dagar um árið, so tað er rætt og
slætt lítil og eingin tíð at gera
neyðugar ábøtur.
Síðani 2013 hevur Smyril
bara verið úr sigling í 21 dagar
og hesi seinastu fýra árini, er
flutningurin av ferðafólki og
farmi, økt 25 prosent, so trýstið
á skipið er øgiligt, sigur hann.
– Fyrsta ársfjórðing í ár hava
vit havt 20 prosent fleiri sleip á
havnarlagnum á Krambatanga,
enn vit høvdu í sama tíðar
skeiði í fjør, leggur stjórin á
Strandferðsluni afturat fyri at
skera veruleikan ut í papp.
Smyril er longu 14 ár og
hann skal í dokk annaðhvørt
ár. Longu um seks á, tá ið hann
er 20 ár, skal hann í dokk hvørt
einasta ár.
Samstundis verður alsamt
truplari at fáa avloysaraskip, tí
tað eru ógvuliga fá skip til,
sum lúka treytirnar, og sum
høvdu fingið loyvi at siglt her
um okkara leiðir.
Og tað eru upp aftur færri
skip, sum bara eru til taks í
nakrar vikur um árið, tá ið vit
hava brúk fyri tí.
Stjórin sigur, at tískil brúkar
Strandferðslan rættiliga nógva
arbeiðsorku til at finna hósk
andi avloysaraskip og leggja
dokkingar til rættis.
Sostatt er tað skjótt, at vit
kunnu koma í ta støðu, at vit
einki avloysaraskip fáa. Og
samstundis kunnu vit kunnu
vit alt í einum standa við ong
um skipi, skuldi tað verið neyð
ugt at tikið Smyril úr sigling í
eina tíð av einhvørjari orsøk.
Ábyrgdarleyst
Hilmar Eliasen sigur, at spurn
ingurin er so um vit bara lata
standa til, ella um vit taka nøk
ur stig fyri at byrgja upp fyri
hesum vandanum.
Sjálvur heldur hann, at tað
er ábyrgdarleyst, bara at lata
standa til og bíða eftir óhapp
inum.
Men hann hevur eisini sjálv
ur eitt uppskot um, hvussu vit
kunnu sleppa undan, at Suður
oyggin liggur avbyrgd frá meg
inøkinum, áðrenn vit vita av.
Hann sær hann svart upp á
at tað ber til at gera eina avtalu
við okkurt av verandi flutn
ingsfeløgunum um eina til
búgving fyri Smyril. Hann
sigur, at eingin veit, nær eitt
óhapp hendur, og hann dugir
ikki at síggja, hvussu tað skal
bera til at hava nakra slíka til
búgving, tí hvør skal hava eitt
skip til taks, sum vit, ógvuliga
sjáldan fáa brúk fyri í nakrar
fáar vikur hvørja ferð.
Tískil heldur hann, at ein
asti máti at loysa trupulleikan
upp á, er, at Strandferðslan
fær eitt skip afturat, sum kann
vera fast avloysaraskip fyri
Smyril .
Men fyri at eitt slíkt skip
ikki skal verða ein fíggjarlig
byrða, kann tað ikki bara liggja
við bryggju og bara sigla nakr
ar fáa vikur um árið.
Tí
hevur
Strandferðslan
fostrað tankan um at Strand
ferðslan aftur fer undir sigling
ímillum Suðuroynna og Skot
land.
Sostatt kann Smyril fáa eitt
fast avloysaraskip, sum eisini
siglur til Skotlands, tá ið brúk
ikki er fyri tí.
Og hann hevur eisini eitt
skip í kikaranum, og tað er
grikska ferjan, Galaxy, sum var
í Føroyum fyri tveimum árum
síðani av avloysti Smyril, tá ið
hann var í dokk.
Samstundis er avtala eisini
gjørd um at fáa Galaxy aftur
hendavegin tá ið Smyril fer í
dokk aftur í heyst.
– Men í avtaluni við reiðaran
um leigumálið í ár, hava vit eis
ini fingið við í sáttmálan, at er
politiskur vilji til at keypa
skipið, skal tað ikki fara av aft
ur landinum, tá ið tað er liðugt
at sigla fyri Smyril í heyst.
Hilmar Eliasen sigur, at
Galaxy fæst til keyps fyri einar
40 milliónir, men nakað skal so
búkast upp á hana afturat at
hampa um hana innan.
TAÐ HEVÐI SETT S
MITT Í VERÐINA
Eftir okkara tykki er hetta so átrokandi, at var Strandferðslan eitt alment partafelag, vóru
langt síðani farin í holt við hetta, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni