Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-09, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2019síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 10. apríl 2019 · Nr. 42 TÍÐINDI Ætlanin er góð – men skipið er ov gamalt Landsstýrismaðurin í samferðslumálum er ikki við upp á at keypa Galaxy til at sigla ímillum Suðuroynna og Skotlands Áki Bertholdsen – Eg haldi, at í roynd og veru er hetta eitt gott hugskot. Tað heldur Heðin Mort­ en­sen, landsstýrismaður í samferðslumálum. Og tað sigur hann, nú stjórin á Strand­ferðsluni hevur borið upp á mál um, at Strand­ ferðsl­an skal fáa eitt fasta av­loysaraskip fyri Smyril – og tað skal eisini sigla í fast­ ari sigling upp á Skotland. Sum tað sæst í hinari grein­ini, hugsar hann sær at Galaxy verður keypt til enda­málið. Heðin Mortensen skilur væl hendan trupulleikan, stjór­in á Strandferðsluni sipar til, og hann ásannar sam­stundis, at tað verður ikki gamansleikur at vera tann, sum stendur við polit­ isku ábyrgdini tann dagin, ferða­sambandið ímillum Suð­uroynna og Havnina, er kvett av. Og hann ásannar eisini, at hendir nakað við Smyrli, ella eydnast ikki at finna eitt avloysaraskip, tá ið hann er í dokk, eru suð­ur­oy­ ing­ar, og Suðuroyggin, rætti­ liga illa farin. Men hann heldur ikki, at Galaxy er rætta skipið til endamálið. Hann vísir á, at hon er eini 40 ára gomul, og hann heldur ikki, at nøkur serlig framtíðarútlit eru í einum slíkum skipi. Hann stúrir eisini fyri, at út­reiðsl­ ur­nar til ábøtur fara at hópa seg upp. –  Samstundis sum at vit ásanna, at tað er ein stórur trupulleiki, at skipini hjá Strand­ferðsluni eru alt ov gomul, eru tað eingi serlig fram­tíðarútlit í at keypa eitt 40 ára gamalt skip afturat, sigur hann. Síggi nógvar fyrimunir Annars er Heðin Mortensen tá ið uppskotið hjá Strand­ ferðsl­uni verður lagt fyri hann, er hann sinnaður at við­gera tað, tí hann tekur und­ir við, at hugt verður nøk­ur ár fram í tíðina. Men hann heldur, at talan skal vera um eitt nýggj­ari skip, sum kann vera ein íløga í framtíðina. Umframt at tryggja ferða­ sambandið ímillum Suð­ur­ oynna og Havnina, sær hann nógvar fyrimunir í ein­um regluligum sam­bandi ímill­um Suðuroynna og Skot­ lands, bæði fyri ferða­vinn­ una og fyri vinn­una. Men hann leggur afturat, at tað er eisini neyðugt at hugsa um tey privatu flutn­ ingsfyritøkunum, vit longu hava. Hinvegin er tað eingin, sum siglur við ferðafólki til Skot­lands, tí dámar tað hon­ um væl, at málið nú verður tikið upp. Men ein stórur fyrimunur við Galaxy er, at hon hevur longu øll loyvi, ið krevjast fyri at sigla her um leiðir, sigur Hilm­ar Eliasen. Tríggjar ferðir um vikuna Hilmar Eliasen sigur, at tankin er so, at Galaxy skal sigla við ferðafólki og farmi ímillum Suðuroy og Skotland tríggjar ferðir um vikuna. Galaxy tekur 25 treylarar, um­framt nakrar persónbilar, ella heilt upp í 268 persónbilar. Hann hevur yvir 400 koyggir og er góðkendur til 357 ferða­ fólk. Tað tekur Galaxy 15 tímar at sigla ímillum, men verður tað neyðugt, kann ferð setast á, og so kann tað gera fimm túrar til Skotlands um vikuna. Hilmar Eliasen sigur, at verð­ur hetta veruleiki, fer tað at bera nógv betri til hjá teim­ um á Strandferðsluni at leggja dokkingar til rættis, og sam­ stundis er altíð trygd fyri, at av­loysaraskip er til taks. Og skuldi tað hent seg, at tað verður neyðugt at tikið Smyril úr sigling av einum óhappi, ella einum brádliga íkomn­um breki, er eitt avloys­ ara­skip altíð til taks. Samstundis hevði Suður­ oygg­in fingið eitt gott ferða­ sam­band út í heim, og tað hev­ ur hon ikki í løtuni, og har­um- ­framt hevði Suður­oygg­in eis­ ini fingið størri lut í ferða­vinn­ uni í Føroyum. Hann heldur eisini at vinnu­ lívið hevði fingið stóran fyri­ mun av eini slíkari ætlan. Tað er líka skjótt at koyra úr Scrabster til París, sum tað er at koyra úr Hirtshals til París, men tann stóri munurin er, at verður skotlandssiglingin tik­ in upp aftur, hevur fiskur, og annar farmur einans verið 15 tímar í sjónum, har tað tekur meiri enn tvær ferðir so leingi at sigla til Hirtshals. – Harumframt er Bretland í sjálvum sær, ein stórur markn­ að­ur hjá okkum, umframt at góð­ir møguleikar eru fyri at flyta farm loftvegis, sigur stjór­in á Strandferðsluni. Eitt annað tilboð Hilmar Eliasen sigur, at ætl­an­ in er ikki, at Strandferðslan sjálv skal fara undir farma­ flutn­ing, fyri at kappast við priv­atu vinnuna, sum so. Mein­ ing­in er heldur at hava skipið til taks hjá teimum, sum hava nakað at flyta, tí so kunnu flutn­ingsfyritøkur og ferða­ smið­ir, bíleggja sær pláss. Tað kundi eisini avlasta vega­kervið í Føroyum, tí held­ ur enn at Bakkafrost flytir all­ an útflutningin til Havnar við treyl­ara, kundi eitt slíkt skip siglt inn á Runavík eftir treyl­ ar­um, bara fyri at nevna eitt dømi. Hann sigur, at tey hava ikki havt nakrar formligar fyri­ spurn­ing hjá flutnings­feløg­ un­um um at keypa pláss á dekk­ inum á einum slíkum skipi. Hann er eisini greiður yvir, at privat flutningsfeløg hava samband handan vegin. Men tað er bingjuflutning, og tað Strandferðslan hugsar um í hesum sambandi, er treylara­ flutningur, og tað er eitt annað tilboð til vinnuna. Hann leggur afturat, at eftir teirra tykki er tað so átrokandi at Smyril fær eitt fast avl­oys­ araskip fyri at tryggja Suð­ur­ oynna, at var Strandferðslan eitt alment partafelag, og ikki ein almennur stovnur, vóru tey langt síðani farin í holt við eina ætlan sum hesa. Og hann heldur, at tað hev­ ur týdning at finna eina loysn, áðrenn trupulleikin upp­stend­ ur. Ella sum hann málbar seg: Nóa fór ikki undir at byggja ørk­ina, tá ið tað var farið at regna. SUÐUROY Heðin Mortensen tekur undir við, at hugt verður fram í tíðina, so tá ið uppskotið hjá Strandferðsluni verður lagt fyri hann, er hann sinnaður at viðgera tað við vælvild Fær Strandferðslan sín vilja, verður Galaxy keypt til Føroya og sett í fasta sigling ímillum Suðuroy og Skotland, umframt at hon hevði verið fast avloysaraskip fyri Smyril