týsdagur 9. apríl 2019síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. apríl 2019 · Nr. 42
32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Signar Strøm, ið er vág
bingur, sum býr á Tvør
oyri, hevur starvast sum
vaktarmaður og umsitari
fyri Ansni í Suðuroy
síðan á heysti í 2014.
Fyrsta vaktin hjá honum
var hin 20. oktober í 2014.
- Sum eykapolitistur
gekk eg og hugsaði um at
fara í holt við eina fyri
tøku, sum kundi veita
tænastu í Suðuroy við
eitt nú vaktarhaldi. Eg
kom í prát við Helga
Justinussen, stjóra og
eigara av Ansni. Í mínum
starvi sum eykapolitistur
visti eg eitt sindur um
virksemið hjá Ansni, og
Helgi Justinussen og eg
snakkaðu saman í eina
tíð. Endin var, at eg kom
í starv hjá fyritøkuni við
ábyrgd av vaktarhaldi
og tænastum annars í
Suðuroy.
Signar Strøm vísir á,
at yvirskipaða uppgávan
hjá Ansni er at gera Før
oyar tryggari og longu, tá
hann byrjaði í starvinum
í Suðuroy, hevði Ansni í
fleiri ár ansað eitt nú fyri
tøkum, stovnum, skipum,
heimum og persónum
kring Føroyar.
- Kjarnuvirðið hjá fyri
tøkuni er trygd, álit, dygd
og umhugsni, og tað var
í hesum anda, at eg fór í
starv hjá fyritøkuni, har
eg byrjaði við fýra við
skiftafyritøkum í Suður
oy, sigur hann.
Tveir avloysarar
Signar Strøm vísir á,
at virksemið í Suðuroy
hevur verið rikið rættiliga
lokalt, og aftrat sær til
hjálpar hevur hann tvey
fólk, sum loysa av, tá
hann hevur frí.
- Hetta hava í fleiri
førum verið miðnáms
skúlanæmingar, men í
dag eru hjálparfólkini,
Bogi Petersen, sum býr
á Tvøroyri og Jensa Niel
sen, sum býr í Froðba.
Tey eru bæði í øðrum ar
beiði, men loysa serliga
av um vikuskiftini.
Í
starvinum
fyri
Ansni hesi árini hevur
Signar
Strøm
eisini
tikið sær av eitt nú
setanarsamrøðum, og tá
neyðugt hevur verið at
loyst fólk úr starvi, hevur
hann eisini tikið ta upp
gávuna á sín kappa.
- Soleiðis arbeiða vit
rættiliga
sjálvstøðugt
her suðuri, leggur hann
aftrat.
Eisini p-vørður
Umframt fleiri ansingar
uppgávur og eftirlit við
eitt nú ávaringarskipan
um,
tjóvarískipanum,
lásaskipanum og hjarta
startarum, sum Ansni er
tænastuveitari til, er upp
gávan hjá Signari Strøm
eisini at vera parkerings
vørur í Sumbiar kommu
nu.
- Flestu av uppgávu
num hjá Ansni í Suðuroy
eru uppgávur, sum vit
gera í kvøld-og náttar
tímunum, men uppgávan
sum p-vørður í Sumbiar
kommunu verður fyri tað
mesta røkt eftir tørvi, og
meðan dagur er.
Tað ljóðar kanska eitt
sindur ótrúligt, at Sumbi
ar
kommuna
hevur
skipaða parkering, men
Signar Strøm vísir á, at
stóri trupulleikin her var,
at tað kundi vera trupult
hjá
eitt
nú
bussum,
oljubili og størri akførum
annars at sleppa ígjøgn
um smølu gøturnar í
bygdunum.
- Bussur koyrir til
bygdirnar
fleiri
ferðir
um dagin, og tað er so
skjótt, tá vegirnir eru
trongir og bilar standa
illa parkeraðir, at okkurt
spegl brotnar - ella onkur
bugla kemur á bilin.
Arbeiðið
sum
parker
ingsvørður
geri
eg
einsamallur, tí tað er bara
eg, sum havi neyðuga
skeiðið, sigur hann.
Kring um oynna
Signar Strøm vísir á, at
uppgávurnar hjá Ansni
í Suðuroy fevna um alla
oynna – heilt úr Hval
ba, har fyritøkan ser
liga hyggur eftir skipum
og frystibingjum og til
Sumbiar, har uppgávur
nar í fyrsta lagi eru at
halda skil á parkeringum.
- Vit hava eisini skips
vakt, har reiðarí ynskja,
at vit hyggja serliga væl
og ofta eftir, tá illveður
leikar í. Í summum førum
snýr skipsvaktin seg um,
at vit bara koyra oman
á bryggjuna og hyggja
eftir, at skipið liggur væl
bundið – og í øðrum før
um røkkur tænastan hjá
okkum heilt niður í kjølin
á skipunum.
Ansni hevur støðugar
viðskiftapartar í Suður
oy, og talan er bæði um
kommunalar og almenn
ar bygningar, stórar og
smáar
virkisbygningar,
stovnar og banka.
Drotningavitjanin
størst
Meðan
Signar
Strøm
hevur verið í starvi hjá
Ansni í Suðuroy hevur
drotningavitjanin
fyri
nøkrum árum síðan verið
hin størsta einstaka upp
gávan.
- Her var nógv fundar
virksemi uppundir vitjan
ina, og tá sjálv vitjanin
var, vóru vit eini 8-10 fólk
hjá Ansni her suðuri og
syrgdu fyri, at alt gekk
bæði trygt og væl fyri
seg, sigur hann.
Hann vísir á, at hóast
nógv er at hava eyguni
eftir í Suðuroy, er tað
saktans pláss fyri fleiri
viðskiftafeløgum.
- Eru tað fyritøkur,
stovnar, kommunur ella
privatfólk, sum ynskja
onkra av okkara tænast
um, er fólk vælkomin at
seta seg í samband við
okkum. Vit hava nógvar
ymiskar
tænastur
at
bjóða, sum lesast kann
um á heimasíðuni – www.
ansni.fo.
vilmund@sosialurin.fo
SIGNAR STRØM
STARVAST FYRI ANSNI
UM ALLA SUÐUROYNNA
- Kjarnuvirðið hjá Ansni er trygd, álit, dygd og umhugsni, og tað var í hesum anda, at eg fór í starv
hjá fyritøkuni, har eg byrjaði við fýra viðskiftafyritøkum í Suðuroy, sigur Signar Strøm
SUÐUROY
- Í mínum starvi sum eykapolitistur visti eg eitt sindur um virksemið hjá Ansni, sigur Signar Strøm, sum hevði
sína fyrstu
vakt hjá Ansni hin 20. oktober í 2014
upp
gávurnar
hjá Ansni í
Suðuroy
fevna um
alla oynna
– heilt úr
Hvalba til
Sumbiar