týsdagur 9. apríl 2019síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 10. apríl 2019 · Nr. 42
EIN ARBEIÐSVIKA KANN
GERAST TIL 100 TÍMAR
Vilmund Jacobsen
Hans Olaf Johannesen
eigur og rekur Bakaríið
hjá Hans Olaf á Tvøroyri.
Henda fríggjamorgun
in,
Sosialurin
var
og
vitjaði, hevði hann staðið
síðan tíðiga náttina fyri.
Makkarin hjá honum,
sum eisini er bakari, var
farin til Danmarkar, og
tískil var hann einsa
mallur á bakarínum.
Men, lagið var gott, tá
vit trinu inn á gólvið, og
bakarin var bæði blíður
og týður.
Klárt til næsta bakstur
Hesa løtu stóð Hans Olaf
Johannesen
og
gjørdi
klárt til næsta bakstur.
Ein partur av at vera
bakari, er eisini at gera
klárt til næsta dag, sum
verður næstu nátt og tíð
liga næsta morgun.
- Eg eri liðugur at baka
til dagin í dag, og nú geri
eg klárt til næstu nátt. Vit
baka breyð, ymiskar bollar
og wiernarbreyð til alla
Suðuroynna. Køkur gera
vit ikki longur, tí stundir
eru ikki til tess. Køkur
nar lata vit hin bakaran í
grannalagnum um.
Hans Olaf Johannesen
sigur, at tað, sum hann
nú stendur og ger klárt,
fer inn í kuldarúmið, har
alt verður kølt niður, og
síðan
stendur
deiggið
niðurkølt til á midnátt í
kvøld.
- Um midnáttarleitið
verður skipað so fyri, at
hitin veksur spakuliga
aftur, til hann at enda er
komin upp á 30 stig, og tá
er klokkan umleið 04.
Bakarin sigur, at tað
eru bara drýlarnir, sum
verða eltir og fara beint
í ovnin.
Á stóra stálborðinum,
tá vit vitjaðu, hevði Hans
Olaf Johannesen eitt nú
deiggj til sjokulátubollar,
rosinubollar, og her var
eisini deiggj til kanel
breyð.
Byrjaði í Porkeri
Hans Olaf Johannesen
lærdi til bakara og kon
dittara í Vági, og hann
varð liðugur at læra í 1994.
Eftir at hava arbeitt
sum bakari í Danmark
í nøkur ár, byrjaði hann
fyri seg sjálvum í Porkeri
í 1999. Í 2005 keypti hann
eisini bakaríið hjá Odduri
Dimon á Tvøroyri, og ár
ini 1999 til 2012 hevði
hann bakarí bæði í Pork
eri og Tvøroyri.
- Í 2012 gjørdi eg av
at steingja í Porkeri og
byggja uppí á Tvøroyri,
og tá fekk eg eisini fryst
arí og nýggjar ovnar.
Eftirspurningurin
eftir
bakstri var vorðin so mik
ið stórur, at eg kundi ikki
lata aftur í Porkeri, fyrr
enn eg hevði vaksið um
kapasitetin á Tvøroyri.
Hans Olaf Johannesen
sigur, at tað hevur gingið
væl við bakarínum síðan
byrjan – undantikið eini
tvey ár í fíggjarkreppuni,
sum rakti, men tá vóru
eisini
fýra
bakarí
í
Suðuroynni.
Long arbeiðsvika
At vera bakari er ikki ein
arbeiðsdagur frá klokk
an 08 til 16, sum hjá so
mongum øðrum, ið ar
beiða vanligan dag uppi
á landi.
- Tá tú rekur bakarí,
noyðist tú at arbeiða
flestu dagar í árinum. Tað
eru bara einir fimm dagar
um árið, har ikki verður
bakað. Dagarnir eru langi
fríggjadagur, páskadagur,
ólavsøkudagur, jóladagur
og nýggjársdagur. Allar
hinar dagarnar í árinum
verður bakað.
Hans Olaf Johannesen
sigur, at hann í nakrar
mánaðir hevur arbeitt 13
dagar út í eitt, og síðan
hevur hann havt ein frí
dag. Makkarin hjá hon
um, sum henda dagin, vit
vitjaðu, var í Danmark,
arbeiðir 10 dagar út í eitt,
og síðan hevur hann fýra
frídagar.
- Makkarin hevur sjálv
ur valt eina slíka skipan,
leggur hann aftrat.
Fryntligi
bakarin
á
Tvøroyri sigur, at soleiðis,
sum hann arbeiðir beint í
løtuni, kann ein arbeiðs
vika skjótt gerast til 100
tímar.
- Mær dámar væl at
arbeiða sum bakari, og tí
skal eg heldur ikki klaga,
sigur Hans Olaf Johanne
sen.
- Tað hevur gingið væl við
bakarínum síðan byrjan – undantikið
eini tvey ár í fíggjarkreppuni, sum
rakti, sigur Hans Olaf Johannesen
SUÐUROY
- Soleiðis, sum eg arbeiði beint í løtuni, kann ein arbeiðsvika skjótt gerast til 100 tímar, sigur Hans Olaf Johannesen