týsdagur 9. apríl 2019síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. apríl 2019 · Nr. 42
34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Sp/f BKE er entreprenør
fyritøka í Suðuroy, sum
hevur maskinur og last
bilar, og tað eru Magnus
Kristensen
og
Bjarni
Bech, sum eiga og reka
fyritøkuna.
- Vit átaka okkum allar
entreprenøruppgávur,
bæði stórar og smáar, og
vit plaga at siga, at einki
er ov stórt og einki ov
lítið, tá ræður um grevst
ur og koyring.
Tað
sigur
Magnus
Kristensen.
BKE arbeiðir um alt
landið,
og
fyritøkan
hevur eisini gjørt upp
gávur norðanfjørðs.
- Men, yvir eina longri
tíð hevur so mikið nógv
verið at gjørt í Suðuroy,
at bæði maskinur og
bilar hjá fyritøkuni hava
arbeitt her suðuri, sigur
leggur hann aftrat.
Ymisk arbeiði
Níggju mans starvast
hjá
BKE,
og
arbeitt
verður fyri kommunur
í Suðuroy, SEV, Føroya
Tele og fyri privatkundar.
- Vit arbeiða í løtuni
fyri SEV á bryggjuni á
Tvøroyri, og vit arbeiða
eisini aðrastaðni á Tvør
oyri fyri el-veitaran.
Magnus
Kristensen
sigur,
at
BKE
eisini
hevur gjørt arbeiðsvegin
í
Hvalba
til
nýggja
Hvalbiartunnilin.
- Vit stoypa bara, tá
onkur minni stoyping
gerst partur av onkrum
arbeiði, sum vit sjálvir
gera. Vit hava ikki for
skallingar, men lána ella
leiga, um vit ikki gera
stoypiformarnar sjálvir,
sigur hann.
Roynist væl
Fyri hálvum øðrum ári
síða keypti BKE eina
spildurnýggja 24 tons
stóra beltamaskinu, sum
var hin fyrsta av hesum
merkinum í Føroyum.
Maskinan er framleidd í
Turkalandi, sum Føroyar
júst
tá
høvdu
gjørt
handilssáttmála við.
- Nýggja maskinan,
sum er av merkinum
Hidromek, hevur riggað
óføra væl. Í maskinuni
er sim-kort, soleiðis at
umboðsfyritøkan,
sum
er í Danmark, kann logga
seg inn á maskinuna og
tryggja sær, at alt riggar,
sum tað skal.
Magnus
Kristensen
sigur, at um maskinan
eitt
nú
meldar
ein
elektroniskan feil, so sær
umboðsmaðurin, hvat er
galið.
- Vit eru sera væl nøgdir
við beltamaskinuna, sum
tó ikki er hin størsta hjá
okkum. Vit hava eisini
eina aðra beltamaskinu
á 25 tons, leggur hann
aftrat.
Útlitini eru góð
Tað hevur verið nógv
virksemi
í
Føroyum
seinnu árini, og Magnus
Kristensen
heldur,
at
útlitini
frameftir
eru
góð. BKE hevur eisini
ein sáttmála við IRF um
tyrvingararbeiði.
- Jú, eg haldi, at tað sær
bara væl út. Vit hava væl
at gera fyri framman, og
tað er meira bevíst, at vit
bara hava hildið okkum
her suðuri í longri tíð.
Tað er dýrari at flyta am
boðini norður um fjørðin,
men eru fyrispurningar
um uppgávur, hyggja vit
sjálvsagt upp á tær.
Magnus
Kristensen
vísir á, at um privatfólk,
feløg, stovnar ella kom
munur hava eitt hvørt,
sum skal gravast ella
koyrast, er hann at hitta
á tlf. 239820.
vilmund@sosialurin.fo
Úr Týsklandi og Danmark á føroyskan ítróttaháskúla
BKE ÚR AT GERA Í SUÐUROY
- Føroyingar siga ofta at tað gongur nokk, siga Elsa og Anna, sum ganga á Ítróttaháskúlanum í Suðuroynni.
Tær fegnast um møguleikan at uppliva Føroyar, og at menna seg, og bjóða sær sjálvum av
Dagfinn Olsen
Elsa Tell er úr Týsklandi,
og Anna Wulff er úr
Danmark. Tær eru næm
ingar á Ítróttaháskúla
num í Suðuroynni, og
báðar eru hálvføroyskar.
-Vit hava báðar før
oyskar
mammur,
siga
tær báðar á góðum før
oyskum, tí tær duga væl
málið, og viðganga, at tað
er ikki vorðið verri, nú
tær veruliga fáa roynt seg
millum føroyingar.
Tveir aðrir næmingar
eru eisini komnir lang
vegis, har tann eini er
úr Portugal og hin er úr
Danmark.
Á WC og endaði
í Føroyum
Hóast tær hava ættar
bond til Føroya, og hava
vitjað nokkso javnan, so
er forvitnisligt at frætta,
hvussu tað ber til, at tær
eru komnar til Føroya á
ítróttaháskúla.
-Eg hevði hugsað um at
fara til Føroya í eitt ár. So
hoyrdi eg familjuna tosa
um Ítróttaháskúlan. Eg
helt tað ljóðaði forvitnis
ligt, og hetta er eisini sera
gott, sigur Elsa.
Hjá Onnu er søgan eitt
sindur øðrvísi.
-Eg var til eina kon
firmatión í familjuni. Eg
fór á WC, og tá eg skuldi
inn aftur, helt pápi mín
røðu, so eg valdi at bíða
í hurðini. Har stóð ein
kona, og vit fullu í prát.
Hon
nevndi
hendan
skúlan, og eg fór seinni
at kanna, hvat hetta var
fyri nakað, sigur Anna,
sum eisini trívist væl á
skúlanum.
Elsa
og
Anna
eru
samdar um, at tað tær
høvdu væntað, er nøku
lunda tað, ið tær hava
upplivað á skúlanum.
- Men enn er skeiðið
ikki liðugt, so enn er
ymiskt eftir at uppliva,
siga tær báðar.
Tær hava javnan vitjað
í Føroyum um jóltíðir ella
á summri.
- Men hetta er øðrvísi,
enn
at
vitja
ommur,
abbar og familju. Tað er
gott, men nú uppliva vit
Føroyar á ein annan hátt,
og aðrar árstíðir, siga
tær báðar, sum t.d. longu
hava sær fyrstu smá
lombini.
- At koma í hugnaligu
smátturnar á kvøldi er
so hugnaligt. Vit práta
og spæla spøl, og saman
haldið er gott, siga Elsa og
Anna, sum ætla sær heim
aftur at arbeiða, kanska
at fjakka, og síðani at lesa
eitthvørt.
Tað gongur nokk
Tær báðar viðganaga, at
tað er øðrvísi at ferðast í
føroysku náttúrini, í mun
til tað, tær eru vanar við
heima.
-
Ferðin
niðan
á
Borgarknapp
í
vindi
og kava stendur eftir í
minninum, sigur Anna, ið
til tíðir kendi hetta sera
avbjóðandi,
men
sum
viðgongur, at hetta er
stuttligt at minnast á nú,
og at hetta er ein partur
av ætlanini við at koma
til Føroya; hetta at bjóða
sær sjálvum av.
- Í Føroyum er alt so
friðaligt og róligt. Tað er
øðrvísi, og eisini gott. Og
ofta spontant. Og ofta
verður sagt, at tað gongur
nokk!, sigur Elsa, ið hevur
lagt
hetta
fyribrigdið
til merkis í føroysku
mentanini.
Elsa og Anna siga, at
tær viðmæla øðrum at
royna Ítróttaháskúlan í
Suðuroynni.
- Tað er gott at bjóða
sær sjálvum av, og tó at
ein onkutíð kann gerast
eitt sindur bangin, so er
ein glaður aftaná. Og enn
hava vit ikki roynt alt,
siga tær báðar.
Vit hava t.d. enn ikki
roynt tað, ið verður nevnt
15 tíma race, og vit gleða
okkum at vita, hvussu
vit tá fara at klára ymsu
støðurnar, so hvørt sum
tímarnir ganga, siga Elsa
Tell og Anna Wulff.
dagfinn@sosialurin.fo
- Tað sær bara væl út frameftir. Vit hava væl at gera, og tað er meira bevíst,
at vit bara hava hildið okkum her suðuri í longri tíð, sigur Magnus Kristensen
SUÐUROY
Elsa Tell úr Týsklandi og Anna Wulff úr Danmark trívast
væl á Ítróttaháskúlanum í Suðuroynni. Elsa og Anna hava
føroyskar mammur. Á hesum skeiðinum eru 4 útlendingar
Hetta er 24 tons stóra beltamaskinan, sum Sp/f BKE keypti fyri hálvum øðrum ári síðan