hósdagur 11. apríl 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2019
SOSIALURIN 43
7
Umhugsin
Nærverandi
Ítøkiligur
MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI
hvørt
vikuskifti í
Sosialinum
www.midflokkurin.fo
MIÐFLOKKURIN
KARSTEN HANSEN, Klaksvík
Landsstýrismaður í fíggjarmálum 1998 – 2004 og 2008
Landsstýrismaður í heilsumálum 2011 – 2015
Løgtingsmaður 2004 – 2011
Frá ungum árum havi eg verið virkin í Tjóðveldisflokkinum. At føroy
ing ar ráða í egnum landi og taka avgerðir um øll viðurskiftir, sum hava
við okkum sjálvi at gera, er fyri mær sjálvsagt. At taka ábyrgd fyri egn
um lívi og fyri egnum landi er eisini ein sannføring, sum kemur við míni
kristnu trúgv. Tí frá barnaárum havi eg lært, at eg sjálvur standi til
ábyrgd fyri mínum Guði.
Í 2006 var tað eisini mín kristna sannføring, sum gjørdi, at eg mátti
skifta flokk og fara í Miðflokkin. Tíverri eru kristnu virðini, sum eru so
týð andi fyri okkara samfelag, undir trýsti frá fleiri síðum. Og í 2006 fór
kavabólturin veruliga á rull við broytingini í § 266b í revsilógini. Síðani
tá er ein lógarbroyting fyri og onnur eftir samtykt, sum í mínum eyg
um eru í beinleiðis stríð við Skriftina.
Í roynd og veru fer eitt siðaskifti fram, har okkara samfelag við rúkandi
ferð flytir seg frá kristna grundvøllinum, sum fyri mær at síggja er
besta og einasta trygga grundarlagið undir okkara nútíð og framtíð.
Vit eru sera bláoygd, um vit halda, at broytingarnar í hjúnabandslógini,
lóg um løgfrøðisligt kynsskifti og mangar aðrar líknandi lógir ikki fara
at hava avleiðingar fyri okkara samfelag. Vraka vit tey felags virðir og
tær felags samtyktir, sum hava verið galdandi, fara vit samstundis at
vraka teir felags ágóðar, hesi virði og samtyktir hava givið okkum.
Okkara vælferðarsamfelag hevur í roynd og veru sín uppruna í kristna
lívs og menniskjasýninum. Vælferðarsamfelagið byggir á samhaldsfasta
hugsan, har tey sterku lyfta tey veiku, sum er ein meginregla í kristnu
læruni. Skúgva vit kristna grundarlagið til viks, fer samhaldsfestið eis
ini at víkja og svíkja. Úrslitið er ein heimur, har hvør sættar sær og har
EGhugburðurin vinnur á HINIhugburðinum. Og júst EGhugburðurin
er frammalaga í dagsins samfelagi, har smáir minnilutabólkar seta krøv
til alt samfelagið og lóggávumyndugleikan fyri at møta teirra per són
ligu ynskjum.
Komandi val fer at hava stóran týdning, um tað skal bera til at venda
skeivu gongdini.
Vangamynd
Trolbátarnir
hava rokfiskað
vestanfyri
- Vit høvdu vónir um, at i-kassin fór
at roynast í ár, og tí hava eisini fimm
mans – í staðin fyri fýra – verið umborð
á Skálafossi hesa seinastu tíðina, sigur
Dánjal í Skálum, reiðari á Skálafossi,
sum fegnast um góðu gongdina
hjá teimum smáu trolbátunum
VILMUND JACOBSEN
T
að hevur gingið óføra væl hjá
teimum smáu trolbátunum, síð
an sonevndi i-kassin læt upp
vestan fyri Mykines hin 2. apríl
í ár. Ein av trolbátunum, sum hevur gjørt
tað rættiliga væl hesar seinastu dagarnar,
er Skálafossur úr Vestmanna.
Dánjal í Skálum er reiðari, og tað er son
urin, Bjarni í Skálum, sum er skipari á flestu
túrum. Hesar seinastu tíggju dagarnar hava
teir nevniliga fiskað heili 186.000 pund, sum
er besta veiðan hjá trolbátinum nakrantíð.
Góðir túrar
- Jú, tað hevur gingið óføra væl hesar sein
astu dagarnar, og Skálafossur hevur higartil
gjørt tríggjar góðar túrar í i-kassanum, sig
ur reiðarin, Dánjal í Skálum.
Hann vísir á, at hin fyrsti túrurin, har
teir fiskaðu í einar 20 tímar, gav umleið
55.000 pund og hin næsti, har teir fiskaðu í
umleið eitt samdøgur, gav 61.000 pund.
Hesin triði og seinasti túrurin higartil
gjørdist tó hin besti í nøgd, tó at teir júst
henda túrin drógust við ymiskar trupul
leikar, har eitt nú lemmur slitnaði úr weir
inum.
Reiðarin sigur, at Skálafossur hendan
seinasta túrin av trimum var á fiskileið í
hálvt fjórða samdøgur, og veiðan vá 70.000
pund. Teir fóru nýggjan túr aftur miku
morgunin, og enn einaferð eru teir farnir
vestur í i-kassan.
Fleiri vánalig ár
Árini 2017 og 2018 royndust rímiliga væl
hjá trolbátunum, men tey umleið 10 árini
frammanundan vóru vánalig.
- Vit skulu heilt aftur til árið 2006, sum
eisini royndist væl. Síðan broyttist gongdin
aftur fyri umleið tveimum árum síðan.
Dánjal í Skálum sigur, at toskurin, sum
Skálafossur hevur fingið í i-kassanum hig
artil, hevur verið væl størri enn toskurin,
teir fingu í kassanum undanfarnu tvey
árini.
- Vit høvdu vónir um, at i-kassin fór at
roynast í ár, og tí hava eisini fimm mans – í
staðin fyri fýra – verið umborð á Skálafossi
hesa seinastu tíðina, sigur reiðarin í Vest
manna, sum fegnast um góðu gongdina hjá
teimum smáu trolbátunum í løtuni.