hósdagur 11. apríl 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2019
SOSIALURIN 43
8
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
85 ára gamla Vígdis Sigmunds
dóttir er roynd og viðurkend
listakvinna í Føroyum. Hon er
fødd og uppvaksin á Tvøroyri,
men flutti til Havnar sum fimm
ára gomul. Síðan hon var smá
genta hevur hon teknað og
málað, og tað kreativa hevur
altíð ligið henni nær. Hon hevur
í sínum vaksna lívi fingist við
akvarellir, olju og pastellir. Men
tey síðstu nógvu árini hevur hon
gjørt pappírklipp burturav, har
hon fær íblástur frá føroysku
náttúruni og kvæðaheiminum.
Vígdis Sigmundsdóttir er út
búgvin sjúkrasystur og hevur
búð í Danmark í nógv ár, har
hon starvaðist sum sjúkrasystur
í Randers. Hennara hugur til tað
kreativa fekk hana nøkur ár
seinni at nema sær útbúgving
sum innanduraarkitektur í
Keypmannahavn, og lærdómin
og royndirnar herfrá hevur
hon gagnnýt nógv í sínari list.
Vígdis flutti heim til Føroya í
1983, tá hon gjørdist einkja, og
tá fór hon at arbeiða á Lands
sjúkrahúsinum.
Í dag býr hon aftur á
Tvøroyri, har hon hevur úr at
gera við at fordjúpa seg í sínum
litríku pappírklippum, tá hon
ikki dansar føroyskan dans ella
hevur onkra aðra verkætlan
á skrá. Vígdis dugir at fáa tað
besta burturúr hvørjari løtu
og keðir seg í øllum førum ikki.
Men keðsemi er hon heldur ikki
von við, tí hon hevur havt eitt
spennandi og hendingaríkt lív.
Ormurin Langi
byrjaði í SMS
Vígdis Sigmundsdóttir minnist
við einum smíli aftur á, tá hon
einaferð bleiv bjóðað til Noregs
at hava framsýning. Tað var í
sambandi við hesa framsýn
ingina, at hon av fyrstan tíð fór
undir at brúka kvæðaheimin
sum motiv fyri síni pappírklipp.
Tað byrjaði í roynd og veru í
SMS. Har stóð norska lista
kvinnan Berit Fidjestøl og
greiddi kassadamuni frá, at hon
málaði akvarell, og tí ætlaði hon
at keypa onkrar bakkar, sum
hon kundi brúka til at blanda
litirnar í.
- Kassadaman sá út sum
eitt stórt spurnartekin. Tá tey
høvdu staðið har eina løtu, prik
aði eg hana á ryggin og segði,
at eg eisini málaði akvarell. Eg
fortaldi henni, at eg bara brúkti
ísterningabakkar at blanda í. Vit
fullu í prát, og tað endaði við, at
eg vísti henni runt í Kirkjubø,
Listaskálanum og vísti henni
alt tað mentanarliga, sum nú
einaferð var at síggja her um
leiðir, greiðir Vígdis Sigmunds
dóttir frá.
Tær báðar blivu so øgiliga væl.
Tá Berit Fidjestøl so skuldi hava
framsýning í Smiðjuni í Lítluvík,
spurdi norska listakvinnan, um
Vígdis ikki hevði hug at sýna
fram við sær. Tað var gaman í,
og tað gekk stak væl.
- Hon spurdi, um eg tímdi
við henni til Noregs at hava
framsýning. Eg hugsaði við
mær sjálvari, hvat eg skuldi
gera í Noregi, men so kom eg í
tankar um, at eg kundi gera eina
myndaseriu av Orminum Langa,
tí tað jú er eitt norskt drama,
fortelur Vígdis, sum setti sær
fyri at gera 12 klipp av hæddar
punktunum í eyðkendu kvæða
søguni.
- Eg segði við Berit, at fram
sýningin mátti bíða til um tvey
ella trý ár, tí tað fór at taka langa
tíð at gera hesi pappírklippini av
Orminum Langa.
So fór Vígdis til Noregs
Tá Vígdis kom undir land við
verkunum av Orminum Langa,
bílegði norska listakvinnan
langt um leingi eitt høli í norska
mentanarbýnum Førde í 2006.
Tá fór Vígdis úr Føroyum við
øllum myndunum av Orminum
Langa við Norrønu, sum tá sigldi
til Bergen, sum er nærindis
vakra býin Førde, har tær skuldu
sýna fram.
- Tá eg kom uppá pláss, varð
sagt við meg, at “ordstyreren”
skuldi lata framsýningina upp.
Eg ánaði ikki hvør “orðstýrarin”
var. Men tað var eftir øllum at
døma borgarstjórin í Førde.
Hann bjóðaði vælkomin og
hevði gjørt eina yrking til mín,
tí eg var komin so langt burturi
frá, flennir fryntliga Vígdis, sum
eisini fekk eitt stórt blómutyssi
frá borgarstjóranum.
Ormurin Langiumsettur
til norskt
Vígdis Sigmundsdóttir hevði
framsýning í trimum støðum í
Noregi hendan túrin. Til síðstu
framsýningina minnist hon
serliga:
- Fyrireikararnir høvdu fingið
ein norðmann at kvøða tey
fyrstu 10 ørindini av Orminum
Langa á norskum. Hann hevði
eftir øllum at døma verið
nógv saman við føroyskum
studentum í Keypmannahavn,
sum kvøddu Ormin Langa. Tá
hann hoyrdi um handlingina í
kvæðnum, fór hann undir at um
seta kvæðið til føroyskt. So hann
kvað á norskum fyri okkum, og
har vóru eisini komnir nakrir
føroyingar úr Danmark at
PERSÓNSSØGA: Vígdis Sigmundsdóttir
Ein aktiv kvinna:
TÁ VÍGDIS SÝNDI
FRAM Í NOREGI
OG ÍSLANDI
- Eg veit ikki, hvar eg fái orkuna
frá. Eg livi eitt sunt lív, sigur
85 ára gamla listakvinnan
Vígdis Sigmundsdóttir