Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. apríl 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2019 SOSIALURIN 43 9 síggja framsýningina, og týska Andrea, sum hevur skrivað um føroyskan dans, var har eisini. So vit vóru nøkur, sum dugdu, og tað var sera stuttligt. Tá alt hetta var liðugt, segði norð­maðurin við Vígdis: “Har sita nakrir víkingar uttan fyri og bíða eftir tær”. - Eg fór so út, og so sá eg, at tey høvdu gjørt eina víkingalegu. Eg kom í eina norska avís, har tað varð skrivað um Ormin Langa. Tað var stuttligt, sigur Vígdis, sum eisini bleiv spurd um samrøðu av einum norskum journalisti, áðrenn hon kom til Noregs at sýna fram. Framsýningarnar av Ormi­ num Langa í Noregi vóru væl umtóktar og nógv vitj­aða­r. Postverk Føroya keypti alla seriuna áðrenn norsku fram­ sýn­ingina, so hon kundi ikki selja myndirnar til norðmenn, hóast áhugin var stórur. Aftaná framsýningina í Noregi var serian sýnd fram fleiri staðni, og sama árið læt Postverk Føroya frímerki gera av Orminum Langa seriuni. Dansar føroyskan dans Vígdis Sigmundsdóttir er ein aktiv dama, og hon er í heili fýra dansifeløgum. Sama árið, sum hon var í Noregi, var hon í Íslandi við Havnar Dansifelag. Og sama dag hon kom heim aftur, fór hon at dansa við Tøkum Lætt, og tá kemur ein yvir til hennara. - “Vígdis! Tú skalt við til Ís­ lands”, sigur hann við meg. Eg sigi “hvat sigur tú? eg eri akkurát komin úr Íslandi í dag!” flennir hon. Men tað vísti seg, at býráðið í Reykjavík hevði biðið Tøk­um Lætt um at dansa til Mentan­ ar­kvøldið í íslendska høvuðs­ staðnum, og tey vóru áhugað í at fáa seriuna av Orminum Langa sýnda fram. Men har var ein lítil trupulleiki. - Eg átti ikki myndirnar long­ur, so eg kundi ikki taka tær við. Eg ringdi so til eigaran og kannaði, um eg kundi fáa tær við. Tað kundi eg væl… um vit tryggjaðu myndirnar fyri 100.000 krónur. Tað var so í lagi, og eg fekk góða hjálp til at pakka tær væl inn og fáa tær við bussi og við Norrønu til Íslands, for­ telur Vígdis. Hetta var eitt veitslukvøld hjá ís­lendingum, og føroyingarnir í ferða­lagnum smæddust ikki burt­ur. - Vit fóru 75 føroyingar í før­ oyskum klæðum oman í býin, har vit millum annað dansaðu føroyskan dans. Har komu fleiri og fleiri fólk framvið, sum gjørdi, at hølið bleiv ov lítið, so vit máttu út um at dansa. Tað var eitt sera stuttligt kvøld. Full av orku Hóast sín aldur, so er Vígdis full av orku og tekur ongan dag fyri givið. Hon ferðast í heil­ um norður við Smyrli at hava framsýningar og dansa før­ oyskan dans norðan fyri, og sum heild hevur hon altíð nógv jørn í eldinum. - Nú eri eg 85 ára gomul, og eg sýni enn fram. Tað er ikki so... Í mai fara eg og vinkona mín, sum er 89, til dansistevnu á Eiði á dansa føroyskan dans. Jú jú, vit farta landið runt, og tað er bara deiligt, at vit kunnu, sigur Vígdis. Men hvar fært tú alla hesa orkuna frá? - Eg veit ikki, hvar eg fái orkuna frá. Eg livi eitt sunt lív, sigur hon flennandi. Næsta framsýning hjá Víg­dis Sigmunds­ dóttir verður á Mentan­ar­náttini á Tvør­oyri 31. mai, og hon er eisini bjóð­að at hava framsýning á Lista­skála­num á ólavsøku. PATURE@SOSIALURIN.FO Pappírklippini hjá Vígdis Sigmundsdóttir eru eyðkend av nógvum litum. Hetta er av Tvøroyri, har hon býr Serian hjá Vígdis av Orminum Langa varð gjørd til frímerki Í síðstu viku hevði Vígdis Sigmundsdóttir framsýning í Smiðjuni í Lítluvík saman við fýra øðrum listakvinnum