Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. apríl 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2019 SOSIALURIN 43 10 Roynir at leggja lok á og loysa politisku málini Samgongan skal finna snildar loysnir fyri at sleppa at halda fram, valskeiðið út ÁRNI GREGERSEN GREINING: Størsta samtalu­evni hesa vik­una hevur verið út­søgn­in hjá Ann­ itu á Fríð­riks­mørk, for­kvinnu í ting­bólki Tjóð­velds­ins, um parta­ mannin Páll á Reyna­túgvu. Orð sum komu út frá Tjóð­ veldis­tinginum í Hovi og sum ikki vóru serliga smikrandi um ting­ for­mannin. Orðalagið hava fólk kjakast nógv um og umboð fyri hingar politisku flokkarnar smílast og fegnast um, at tað ikki vóru tey, sum endaðu í einum ljóðfíli, sum gjørdist almennur. Høgni Hoydal, formaður í Tjóð­ veldi, vildi ongar við­merk­ing­ar gera til málið fyrstu dag­arnar, men at enda trein hann fram í Degi og Viku. Har royndi hann at leggja lok á málið við at siga, at hetta er eitt millumverandi millum tvier lim­ir í flokkinum, sum tey sjálvi mugu loysa. -Talan er um eitt persónsmál og ikki um eitt politiskt mál, segði formaðurin í Degi og Viku. Við hesum meinti hann, at hetta ikki er eitt mál, sum leiðslan í flokkinum eigur at taka upp, men at hetta er eitt mál, sum per­són­ arnir sjálvir mugu loysa. Valár Sjálvandi er tað lætt at skilja, at formaðurin í einum politiskum flokki roynir at sleppa undan at eitt mál av hesum slag, ávirkar valstríðið, sum longu er byrjað. Tí roynir hann aat leggja sjógv millum flokkin og málið úr Hovi. Eitt slíkt mál kann lættliga flyta atkvøður, men sjálvandi er tað torført at gita, hvør fær atkvøður og hvør missur. Páll á Reynatúgvu sigur, at hann hevur góðtikið umberingina frá Annitu á Fríðriksmørk, men hann leggur afturat, at tað er á tí persónliga planinum. Hann sigur eisini, at hann ikki fer at gera meira við málið, men tað sigur kortini onki um, hvussu nøgdur hann er við handfaringina, leiðslan í Tjóðveldi hevur givið málinum. Bæði Páll á Reynatúgvu og Annita á Fríðriksmørk hava brúk fyri atkvøðum fyri at sleppa á ting í komandi valskeiði. Við seinasta val bleiv Annita á Fríðriksmørk 425e atkvøður, meðan Páll á Reyna­túgvu bleiv nummar sjey við 369 atkvøðum. Seinasta veljarakanningin vísir, at Tjóðveldi missur ein tingmann. Eftir úrslitinum av seinasta vlai hevði tað verið Páll á Reynatúgvu, men nú er tað sjáldan at tilber at flyta tøl beinleiðis yvir frá einum vali til eitt annað val. Tað kann eisini henda,at Tjóð­ veldi kemur aftur í samgongu og so koma onnur fólk inn fyri tey, sum annars manna landsstýrið. Í hesum valskeiðnum sita Bjørt Samuel­sen, Óluva Klettskarð, Pauli Trond Petersen og Ingolf Olsen á tingi, tí Tjóðveldi hevur Høgna Hoydal, Sirið Stenberg og Kristinu Háfoss í landsstýrinum, meðan Magni Arge situr í Fólka­ ting­inum. Politiskir trupulleikar At formasðurin í Tjóðveldi legg­ ur lok á ger hann tó ikki ar­beiðs­ leysan. Samgongan situr seinastu tíð­ ina í hesum valskeiðnum, men fleiri mál skulu avgreiðast áðrenn valið. Fyri at fáa málini samtykt noyð­ ist samgongan at gera avtalur við aðrar partar í tinginum og ein av teimum roynt verður at gera semju við, er uttanflokkatingmaðurin Magni Laksáfoss. Hann hevur sjálvur eitt upp­skot um elveitingarlógina liggj­andi í tinginum og fyri at hann stuðlar samgonguni, skal samgongan at­kvøða hetta málið ígjøgn­um tingið. Málið hevur við sær, at leggja el­netið í eitt felag fyri seg, so tað ikki beinleiðis hoyrir undir SEV. At fáa tað samtykt er torføt, tí kommunurnar eiga SEV og fleiri borgarstjórar sita í tinginum. Tí skulu samgonguleiðararnir um páskirnar leita tær snildu grundgevingarnar fram, skulu vit ikki fáa val áðrenn ólavsøku. Høgni Hoydal er formaður í Tjóðveldi. Magni Laksáfoss vil hava elvetingsarlógina samtykta nú. Samgonguleiðarin Aksel V. Johannesen hevur nóg mikið at gera við at savnatræðrirnar saman., Løgtingið er farið í páskafrí og hittist aftur mikudagin eftir páskir.