Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. apríl 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2019 SOSIALURIN 43 11 LÆRUGREINAR UNDIRVÍS Á GLASI Størvini kunnu verða sett sum føst størv, vikarstørv og tímalærarastørv. FØRLEIKAR Tú skalt hava tikið útbúgving á MA- støði ella aðra hægri útbúgving, sum ger teg føra/n fyri at undirvísa í einum ella fleiri lærugreinum á miðnámsstigi. Hetta er tó ikki galdandi fyri umsøkjarar til lærugreinarnar el, hár og dekoratión. Neyðugt er at duga við teldu og KT. UMSØKJARAR Ein góður undirvísari elskar at læra frá sær og brennir fyri tí faki, undirvíst verður í. Soleiðis verður áhugin hjá næmingunum kveiktur. Glasir skal mannast av slíkum fólki. Vit hugsa undirvísaratoymið sum eina heild, og tí er tætt og gott samstarv við starvsfelagar høgt í metum. Sum undirvísari á Glasi hevur tú ein virknan lut í menningini av stovninum, fakunum og útbúgvingunum. Tá mett verður um umsóknirnar, verður hugt at: formligum førleikum innan fakøki, námsfrøði og frálærufrøði persónligum eginleikum breiddini av undirvísingarførleikum starvsroyndum útbúgvingarbakgrund og -samanseting SETANARVIÐURSKIFTI Størvini verða sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám (YF) og Fíggjar málaráðið. Tó verða størvini sum undir vísarar í lærugreinunum hár og el lønt eftir sáttmála millum Føroya Tekniska Lærarafelag (FTL) og Fíggjarmálaráðið. SOLEIÐIS SØKIR TÚ Umsóknir skulu skrivast í talgilda um- sóknar skjalið á starv.glasir.fo. Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við ein deildar leiðara við at senda teldupost til deildarleidarar@glasir.fo. Freistin at søkja er 26. apríl 2019. Alisfrøði Altjóða búskapur Danskt Dekoratión El Enskt Evnafrøði Fornaldarfrøði Føroyskt Fotografi Hár Ítróttur Landafrøði Lívfrøði Miðlakunnleiki Religión Russiskt Sálarfrøði Samfelagsfrøði Søga Spanskt Stjørnufrøði Støddfrøði Virkisbúskapur WWW.GLASIR.FO 250 starvsfólk. 1.500 næmingar, lærlingar og lesandi. Nú kanst tú gerast partur av týdningarmesta undirvísaratoyminum í Føroyum. Til skúlaárið 2019/2020 søkja vit – við fyrivarni fyri virksemi og játtan – eftir undirvísarum til 24 lærugreinar. Janusargøta 3 | 100 Tórshavn | Tel. 616 600 | post@glasir.fo | www.glasir.fo Mynd: R. Hjortshøj STARVS- L