Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. apríl 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2019 SOSIALURIN 43 12 TEMA Sjúkrahúsverkið - Tað er tungt og øgiliga trupult at raðfesta innan sjúkrahúsverkið, tí man hevur at gera við lagnur, ið lætt enda á forsíðuni á bløðum, um játtan ikki er til viðgerðina, sigur Jóanis Erik Køtlum, ið inntil nýliga var stjóri í sjúkrahúsverkinum ­HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO - Í roynd og veru eri eg ikki við upp á, at sjúkra­ hús­verkið bara skal fáa meira og meira pengar. Tað er eis­ ini neyðugt at raðfesta. Setningurin hongur eina løtu í luftini, aftaná hann er sagdur. Lætta loysnin, tá tosað verður um tær avbjóðingar, ið regluliga koma til sjóndar í sjúkrahúsverkinum, er vanliga ein eykajáttan. Tí kemur setningurin eitt sindur óvart á, men tað er ikki hvør sum helst, ið rør uppundir, at hægri játtan ikki er einasta svarið. Orðini eiga Jóanis Erik Køtl­ um, ið inntil nýliga var stjóri í sjúkra­húsverkinum. Tað eru fáir per­sónar, ið kunnu úttala seg um sjúkra­húsverkið við eins stórari ser­frøði og myndugleika sum hann. Umframt júst lidna skeiðið sum stjóri í sjúkrahúsverkinum, hevur hann í tveimum um­før­ um røkt stjórasessin á Lands­ sjúkra­húsinum, verið aðalstjóri í Heilsumálaráðnum og stjóri í grønlendska sjúkrahúsverkinum. - Sjúkrahúsverkið kann, grovt sagt, nýta allan peningin á fíggjarlógini uttan at tað har­ við hevur nøkta allan tørvin á heilsutænastum og tað er ikki burð­ardygt, leggur hann síðan afturat. Lagnur Orðini fella í samband við, at hann vísir á eina økta spesial­is­ er­ing og nýmótans tøkni inn­an sjúku­viðgerð, sum eina av størstu avbjóð­ingunum í sjúkra­hús­verk­ inum. Ikki tí, at tað ikki er gott, at tænastan verður betri, men tí at slíkt kostar, tí nógvar hesum tæn­astum eru í Danmark. Og tá tæn­astan er til staðar, er torført at nokta sjúklingum hana. - Uppgávan, sum eg síggi hana, er at finna eina kós við burð­ ardyggari javnvág á fleiri ym­ isk­um mótum, soleiðis, at borg­ ar­arnir kenna seg tryggar við sjúkra­húsverkið, at starvsfólk trív­ast í sjúkrahúsverkinum, at til­feingi verður gagnnýtt best møgu­ligt, at sjúkrahúsverkið er við til at fremja samanhang og javn­vág í almenna sektorinum og at sjúkrahúsverkið er tilvitað um og virkar burðardygt, soleiðis at nýtslan av tilfeingi og dálking ikki ávirkar framtíðar ættarlið nei­liga, sigur Jóanis Erik Køtlum og leggur afturat. - Avbjóðingin hjá leiðsluni er at halda kostnaðin fyri sjúkra­hús­ verkinum niðri og tryggja ration­ ell­an rakstur. Tað kann millum annað gerast við at gera sum mest í Føroyum. Hetta krevur, at vit raðfesta førleikamenning, ar­beiða miðvíst við at fáa sett og hildið fast í skikkaðum starvsfólki, menna tøkniligar loysnir innan mill­um annað telemedisin og at fáa serlæknakonsulentar heim at veita viðgerð. Tað er tó lættari sagt enn gjørt, tí um sjúkrahúsverkið av ym­isk­ um ávum ikki megnar at veita onkra ávísa viðgerð, er tað skjótt at trýstið sæst aftur í miðl­unum. - Tað er tungt og øgiliga trupult at raðfesta innan sjúkrahúsverkið, tí man hevur at gera við lagnur, ið lætt enda á forsíðuni á bløðum, um játtan ikki er til viðgerðina, vísir hann á. Hetta trýstið á tey, ið taka av­ gerðirnar í sjúkrahúsverkinum, elvir til, at onnur økir innan verkið verða niðurraðfest. Men talan er um niðurraðfestingar, ið koma aftur um brekku seinni. - Tað er kanska ikki heilt rætt at siga, at tað ikki verður raðfest, tí trýstið á viðgerð hevur í nógv ár viðført eina niðurraðfesting serliga av viðlíkahaldi, tað veri seg bygningum, útgerð og síðst, men ikki minst, førleikamenning av starvs­fólkum. Í staðin fyri at halda aftur, áttu vit heldur at eggja starvsfólki at førleikament seg soleiðis, at tey eru betur til reiðar at taka ímóti nýggju avbjóð­ ing­unum. Hetta loyvir rásarúmið innan karmarnar ikki í nóg stóran mun, sigur Jóanis Erik Køtlum. Heildarmyndin Júst tað, at avbjóðingarnar í sjúkra­ hús­verkinum kunnu kókast niður til søgur um vanlukkuligar lagnur í miðlunum, er ein avbjóðing í sær sjálvum, tí tá er lætt at missa fok­ us á heildarmyndina. Og hon er tann, at tað eisini er neyðugt at raðfesta í sjúkrahúsverkinum. - Tað verða fleiri og fleiri við­ gerðir, sum eru sera kostn­aðar­ mikl­ar - her tosa vit um seks­ siffr­aðar upphæddir fyri hvønn borg­ara árliga. Onkrar av hesum geva borgaranum munandi øktan før­leika og lívsgóðsku, meðan aðr­ ar bert kunnu leingja lívið í styttri og longri tíðarskeið. Og tað er eitt trýst, ið man merkir inn­an sjúkrahúsverkið. Hetta trýstið at brúka meira og meira peng­ar, fyri at leingja um lívið hjá borg­ar­ un­um. Trupulleikin er bara tann, at peningurin kann bara brúkast eina ferð, sigur hann og heldur fram. - Um allur peningurin fer til tær dýru og nýggju viðgerðirnar, so er ikki nokk av peningi til m.a. at førleikamenna starvsfólkini, ið mugu renna skjótari og taka størri ábyrgd á seg. Og dýri heili­vágurin krev­ur uppfylging í sjúkra­hús­ verk­inum og tað hugsar man ikki um, tá man játtar pengarnar. Tað setir eitt øgiligt trýst á skip­anina, ið vit síggja aftur í strongd og sjúkra­fráveru hjá starvs­fólk­un­ um, vísir fyrrverandi stjórin á. Men tað er ikki bara í sjúkra­hús­ verkinum, at tað skapar trupul­ leik­ar, um ov nógvur peningur verð­ur brúktur innan nøkur fá økir. Jóanis Erik Køtlum vísir á, at sjúkra­húsverkið er bara ein part­ur av eini nógv størri skipan, ið hevur ávirkan á heilsuna hjá borg­arunum. - Sjúkrahúsverkið er eisini verk­staðið har fólk koma, tá tað er gingið galið í øðrum pørt­um av samfelagnum – eitt nú í al­ manna­verkinum og skúla­verk­in­ um. Kanningar vísa til dømis, at hægri útbúgvingarstøði er, minni er tørvurin á heilsutænastum. Og um allur peningurin verður brúkt­ur í sjúkrahúsverkinum, so er minni til hini verkini. Tað er ein javnvág, ið vit mugu hava í huga, sigur hann, soleiðis at sjúkra­hús­ verkið ikki er við til at gera sam­ felagið “sjúkari”. Samstarv tvørtur um mørk Ráðini hjá honum er, at loysnin - Í roynd og veru eri eg ikki við upp á, at sjúkrahúsverkið bara skal fáa meira og meira pengar. Tað er eisini neyðugt at raðfesta. RAÐFESTINGA FRAM UM PEN