Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. apríl 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2019 SOSIALURIN 43 14 TEMA: Sjúkrahúsverkið Muga hugsa smartari - Tað sum er hent síðstu árini við eykajáttanum er eitt tekin upp á áhaldandi trýstið, ið fer at koma. Tað verður og er neyðugt at arbeiða smartari. Vit hava neyvan ráð at lata vera at veita ymiskar tænastur, tí fólk hava rætt til tað, men vit megna ikki væntaða vøksturin. Tí mugu vit hugsa smartari, sigur Johnny í Grótinum, fyrrverandi stjóri á Landssjúkrahúsinum HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO Í árunum 2015 til 2017 var tað búskaparfrøðingurin Johnny í Grótinum, ið sat í heita stjórasessinum á Lands­sjúkrahúsinum, og var hann eisini síðsti stjórin á Føroya størsta sjúkrahúsi, áðrenn nýggja leiðslu­skipanin bleiv sett í verk við einum felags stjóra fyri alt sjúkra­húsverkið. Síðan tíðina á Lands­sjúkra­hús­ inum hevur hann javnan luttikið í almenna kjakinum um heilsu- og sjúkrahúsverkið og givið sítt boð upp á avbjóðingar og loysnir í tí, ið mangan tykist at vera ein trupul støða. Og tað er ein støða, ið verður al­samt trupulari at loysa, so hvørt sum føroyingar gerast eldri og eldri. Sambært Johnny í Grótinum er tað tann størsta avbjóðing fyri heilsuverkið, ið leggur eitt áhald­ andi trýst á sjúkrahús og onnur økir innan heilsuverkið. - Avbjóðingin er, at virksemið kann væntast at økjast nógv av tí, at vit gerast øgiliga nógv fleiri eldri. Talið av borgarum yv­ir 75 ár væntast at økjast við 1600 borgarum næstu 10 árini. Tey síðstu 10 árini er tað økt við 780 borgarum. So tann væntaði vøkst­ urin er meira enn tvífalt so stórur sum vøksturin seinastu 10 árini, har vit eisini hava havt avbjóð­ ingar við at halda játtanina. Um hugt verður eftir síðstu 20 árun­ um, er talan um ein vøkstur á 1200 borgarar. So talan er um ein rættiliga ógvusligan vøkstur næstu árini, vísir hann á. Tvinnar avbjóðingar Tann demografiska broyt­ing­in hevur serliga tvinnar av­bjóð­ ingar við sær, metir bú­skap­ar­ frøð­ingurin og fyrrverandi stjórin á Lands­sjúkrahúsinum. - Tað verður ein avbjóðing bæði at fáa nøktandi fígging, men uppaftur verri verður at lyfta upp­gáv­urnar. Tá hugsi eg um at hava nokk av hondum, læknum og øðr­um at lyfta uppgávurnar. Sum støðan er nú, mangla vit longu serlæknar innan fleiri økir og ongin er á veg tey næstu fimm árini innan fleiri sergreinar. Har­ímill­um innan røntgenøkið, kvinnu­sjúkur og narkosulæknar. Hetta eru kjarnutænastur, ið verða brúkt av mongum, vísir hann á. Í vikuni samtykti løgtingið enn einaferð at veita Lands­sjúkra­hús­ inum eina eykajáttan til at klára verandi virksemi, men sam­bært Johnny í Grótinum, so eru peng­ ar ikki einasta loysnin upp á tær av­bjóðingar, ið standa fyri framm­ an. Heldur er tað eisini neyðugt at hugsa í nýggjum loysnum. - Tað sum er hent síðstu árini við eykajáttanum er eitt tekin upp á áhaldandi trýstið, ið fer at koma. Tað verður og er neyðugt at arbeiða smartari. Vit hava nokk ikki ráð at lata vera at veita ym­ isk­ar tænastur, tí fólk hava rætt til tað, men vit megna ikki vænt­aða vøkst­urin við bert at gera meira av tí sama. Tí mugu vit hugsa smart­ ari, sigur Johnny í Grót­inum. Størra myndin Millum tey átøk, ið kunnu gerast longu nú, sambært Johnny í Grót­inum, er at hyggja upp á tað samlaða heilsuverkið held­ur enn bara at hava fokus á sjúkra­hús­ verki. Her hugs­ar hann ser­liga, at tíðin er kom­in at styrkja og menna komm­unu­lækna­skip­an­ina. - Veikleikin við menning­ar­ætl­ an­ini fyri sjúkrahúsini var, at hon einans var ein menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið og ikki fyri alt heilsuverkið. Man hev­ur eitt gamalt álit um eina heilsu­verk­ nýskipan, ið virkað hevur verið eftir, men tað virkar sum tað er tor­ført at broyta nøkur viður­ skifti. Serliga er ringt at hugsa um heilsu­verkið sum eina heild, sigur hann og vísir á nýggju politisku semj­una í Danmark. - Tað sum vit síggja í Danmark, nú tey hava fingið semju um eina nýskip­an av heilsuverkinum, er at tann primeri sektorurin, tað vil siga kommunulæknar, heilsuhús og annað, er ein stórur partur av loysn­ini. Man roynir harvið at av­ lasta sjúkrahúsini, og í staðin lofta nógv fleiri avbjóðingum úti hjá komm­unulæknunum, ið fáa tvør­ fak­liga hjálp í heilsuhúsum. Tað trúgvi eg er ein partur av loysnini í Føroyum. At ov nógvir sjúklingar í dag enda á sjúkrahúsinum, sum í staðin kundu fingið tvørfakliga hjálp í nærumhvørvinum og enn­ tá heima við hús. Búskaparfrøðingurin undir­ bygg­ir hetta sjónarmiðið við at samanbera hvat føroyingar brúka til ávikavist heilsu- og sjúkra­hús­ verkið samanborið við onnur lond. - Í Føroyum eru útreiðslurnar fyri hvønn borgara til sjúkra­hús­ verkið í roynd og veru hægri enn í øðrum Norðurlondum, men verð­ ur tann primeri sektorurin tikin við, brúka vit nógv minni enn aðra­staðni. Tað vísir, at vit hugsa enn ov smalt um heilsuverkið, sig­ ur hann. - Talið av borgarum yvir 75 ár væntast at økjast við 1600 borgarum næstu 10 árini. Tey síðstu 10 árini er tað økt við 780 borgarum. So tann væntaði vøksturin er meira enn tvífalt so stórur sum vøksturin seinastu 10 árini, har vit eisini hava havt avbjóðingar við at halda játtanina