hósdagur 11. apríl 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN 43
15
Undanførslurnar halda ikki
- Frágreiðingarnar eru nógvar, men eg haldi ikki at vit kunnu halda fram
við undanførsluni um ávísar faktorar, sum annars altíð fáa skyldina. Tað
at vit gerast fleiri, demografiskar broytingar, at vit liva longur, at vit gerast
kostnaðarmiklari fyri samfelagið so hvørt vit eldast, at nýggjur og kostnaðarmikil
heilivágur kemur hvørt ár, at tilboðini økjast, at vit krevja meira o.s.fr. Hetta
er alt púra rætt, men hædd er í stóran mun tikin fyri hesum faktorum, sigur
Heri Ellingsgaard, stjóri í Klaksvíkar sjúkrahúsi, ið hevur trupult at skilja hví
tað í heilum er neyðugt við eykajáttanum aðrastaðni í sjúkrahúsverkinum
HALLUR AV RANA-
HALLUR@SOSIALURIN.FO
T
að er ein royndur stjóri,
ið um smáar tríggjar
vikur leggur frá sær, tá
Heri Ellingsgaard um
mánaðarskiftið takkar fyri seg á
Klaksvíkar sjúkrahúsi. Síðan 1984
hevur hann verið ovasti myndug
leiki í sjúkrahúsinum og hevur
hann sostatt hetta tíðarskeiðið
samstarva við einum ørgrynnu av
ymiskum stjórum, ið hava sitið á
Landssjúkrahúsið.
Sostatt hevur hann eisini fylgt
við frá fyrstu røð, tá Landssjúkra
húsið ferð eftir ferð hevur heitt
á politisku skipanina um eyka
játtan, tí trupult hevur verið at
fingið raksturin at hanga saman.
Hann má tó ásanna, at hann hevur
trupult at skilja, hví so er.
- Tað eg minnist, hava vit á
Klaksvíkar sjúkrahúsi, næstan
altíð, hildið okkum innanfyri
givna játtanarkarmin. Sjálvandi
hava avbjóðingar verið, og onk
untíð hava vit eisini havt truplar
støður og eykajáttanir á skránni,
men sæð yvir eitt langt áramál,
so hava vit hildið okkara játtan.
Síðstu árini hevur økingin í játtan
ini annars verið munandi lægri til
Klaksvíkar sjúkrahús enn til hini
bæði sjúkrahúsini. Men eg veit
ikki hví so er, staðfestir stjórin í
Klaksvík.
Lykilin er neyv stýring
Royndi stjórin er væl vitandi um,
at tað fyri summi kann tykjast, at
tað er lættari at fáa játtanina at
halda í einum lítlum sjúkrahúsi
enn einum stórum, men er sjálvur
ikki samdur í hesum. Tí í báðum
førum snýr tað seg um stýring.
- Í síðsta enda snýr tað seg um
neyva stýring, t.v.s. at halda seg
til ta játtan, ið er givin. Óansæð
um ein er samdur ella ósamdur
um støddina á játtanini. Sum
oftast hava øll sjúkrahúsini biðið
um meira pening enn tey hava
fingið. Vit hava tí gjørt neyðugar
tillagingar, raðfestingar, okkurt
hevur bíða, og ofta hevur svarið
verið nei til ynski innanhýsis
o.s.fr, vísir hann á.
Og um tað ikki eydnast einum
stjóra at arbeiða innan hesar
karmar, so er avleiðingin at við
komandi stovnur koyrir við halli.
Og um tað so endurtekur seg ferð
eftir ferð, so kann ikki annað
væntast enn, at viðkomandi ikki
verður verandi í stjórasessinum,
vísir Heri Ellingsgaard á.
- Verður hetta ikki gjørt, so
verður hall. Og eru ein ella tvær
eykajáttanir harafturat givnar í
árinum, og hallið allíkavæl verður
staðfest, ja, so kann roknast við
stjóraskifti, staðfestir hann.
Undanførslur
Stjórin í Klaksvíkar sjúkrahúsi
dylur heldur ikki fyri, at hann
heldur lítið um, at tað so mangan
er neyðugt við eykajáttanum til
Landssjúkrahúsið, og vísir á, at
grundgevingarnar fyri tørvin á
eykajáttan mangan er einki annað
enn undanførslur.
- Frágreiðingarnar eru nógvar,
men eg haldi ikki at vit kunnu
halda fram við undanførsluni
um ávísar faktorar, sum annars
altíð fáa skyldina. Tað at vit gerast
fleiri, demografiskar broytingar,
at vit liva longur, at vit gerast
kostnaðarmiklari fyri samfelagið
so hvørt vit eldast, at nýggjur og
kostnaðarmikil heilivágur kemur
hvørt ár, at tilboðini økjast, at vit
krevja meira o.s.fr. Hetta er alt
púra rætt, men hædd er í stóran
mun tikin fyri hesum faktorum.
Allir politisku flokkarnir hava
verið við til at økt játtanina mun
andi tey síðstu mongu árini. Bæði
áðrenn rakstrarárið byrjar og ofta
eisini mitt í árinum, slær stjórin
fast.
Í staðin vísir hann á, at tað er
onnur viðurskifti, ið gera seg gald
andi, ið kunnu raka hart fíggjar
liga, um tað ikki verður stýrt nóg
væl
- Størsta avbjóðingin við fíggj
arstýringini er sjálvsagt lønar
parturin, ið er úti við 80 prosent
av nýtsluni. Eisini eru tað teir
veruliga truplu faktorarnir, ið
eru ein avbjóðing. Hetta er t.d.
verkføll, kostnaðarmiklir vikarar,
prísøkingar, ymisk brek og óhapp,
nýggjar tænastur og øktir prísir
fyri viðgerðir uttanlands, sigur
hann.
Veruleikafjart
Heri Ellingsgaard mælir heldur til,
at vit sum samfelag síggja veru
leikan í eyguni og ásanna, at fólka
grundarlagið er ov lítið til at alt
letur seg gera her á landi. Í staðin
er neyðugt at finna eina føroyska
loysn.
- Ein onnur stór avbjóðing hjá
leiðslunum er um mál og mið eru
veruleikafjar. Tað, ið vil hjálpa
uppá støðuna, er um høg og lág,
lærd og ólærd, skilja, at vit einans
eru 52.000 fólk í landinum. At vit
øll skilja, at vit mugu tillaga eitt
serføroyskt sjúkrahúsmodel. Tað
ber ikki til at vit lata sum um, at
vit hava eitt Ríkissjúkrahús í Før
oyum, sigur hann.
Tískil mælir hann til eitt
kjak, har politiska skipanin má
taka støðu til fýra mál, ið avgera
hvussu sjúkrahúsverkið verður
skipað í framtíðini.
- Tað fyrsta er, at vit mugu stað
festa hvørjar tænastur vit kunnu,
og vilja, veita 100% í Føroyum. Síð
ani seta vit neyðugt tal av starvs
fólki við meira eftir tí. Tað næsta
er at staðfesta hvørjar tænastur
vit keypa frá serkønum. Tað er
serøki við konsulentum, sam
starvsavtalur við serdeildir uttan
lands við meira, sigur hann, áðr
enn hann nevnir tey bæði síðstu
punktini.
- Vit mugu staðfesta hvørjar
tænastur vit ikki nema við, men
har vit hinvegin senda sjúklingin
av landinum skjótast til ber.
Serøki har vit eru ov fáment til
at bjóða okkum fram. At enda
mugu politikarar tora, við hjálp
frá einum etiskum ráð ella eini
visitatiónsnevnd, at taka truplar
avgerðir.