hósdagur 11. apríl 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2019
SOSIALURIN 43
16
- Vit mugu ansa eftir
ikki at blíva eftirbátar
Pál Weihe, formaður í Føroya Læknafelag, sigur,
at lutfalsliga lága játtanin til heilsuverkið í
Føroyum er ein vandamikil gongd. Ein heilsufaklig
fyrisiting er ein gongd leið, meinar hann
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
L
æknafelag Føroya hevur
ta greiðu niðurstøðu,
at um føroyska heilsu
verkið skal vera á sama
støði sum heilsuverk í okkara
grannalondum, skulu útreiðsl
urnar til heilsuverkið hækka
munandi, tí í løtuni nýta vit færri
krónur fyri hvønn íbúgva enn hini
Norðurlondini. Samstundis skulu
vit hava eitt lutfalsliga stórt tal av
serlæknum og kommunulæknum
aftrat teimum, vit hava í dag. Har
aftrat er tað umráðandi at fáa eitt
nýtt heilsustýrið sett á stovn.
Játtanin er ov lítil
Í nógv ár hevur Læknafelagið víst
á, at játtanin til heilsuverkið er ov
lítil, um vit samanbera okkum við
onnur lond.
- Føroyska heilsuverkið skuldi
verið meira irrationelt at drivið
enn tey stóru í grannalondunum,
men allíkavæl brúka vit færri
pengar enn aðrastaðni. Vit skuldu
í veruleikanum brúkt meir, tí vit
eru so fáment, sigur Pál Weihe,
formaður í Læknafelagnum.
Hann sigur, at hetta kemur aft
ur á aftur, tí stjórar verða settir
í eina trupla støðu, tá pengar
mangla.
- Trupulleikin er, at tað gongur
ov ofta galið, og fíggjarkarmarnir
verða ov treingir. Grundleggjandi
hevur leiðsluskiftið nakað við
karmarnar at gera, sigur Pál
Weihe.
Tørvur á heilsufakligari
fyrisiting
Pál Weihe heldur, vit mangla at
uppbyggja eina sterka fakliga
heilsuorganistatión. Bæði á teim
um trimum sjúkhúsunum og í
primera sektorinum.
- Tað kundi gott verið fyrisitið
av einari felags leiðslu, sum hevur
innlit í, hvørji heilsukrøvini eru í
dag, og tey innlitini, sum skulu
til fyri at skera gamlar viðgerðir
burtur og seta nýggjar við. Eisini
innlit í hvar læknafrøðin er á veg
komandi 5-10 árini, sigur hann.
Og tað krevur stórt innlit í
heilsuverkið fyri at skilja tað.
- Eitt er at skilja, hvussu játtan
arstreymurin fer, og hvussu peng
arnir verða brúktir á einum excel-
arki; tað er mikið gott - men mann
má hava eitt samanhangandi bílæt
av øllum kompleksitetunum fyri
at kunna stýra heilsuverkinum
skynsamt, tí annars verður tað
bara tilvildarligt, sigur Pál Weihe.
Læknafelagið hevur fleiri
ferðir skotið upp at seta á stovn
eina heilsufakliga fyrisiting - eitt
heilsustýri - har mann setir út í
kortið, hvat vit vilja við føroyska
heilsuverkinum, og hvørjar
ambitiónir skulu vera settar
til teir ymsu avbjóðingarnar í
heilsuverkinum. Felagið meinar,
at
vit
eru
noydd til at vera varin og ikki
brúka allar pengarnar til ymiskt
óvæntað.
- Tað merkir, at játtanin skal
vera eitt sindur rúmlig. Tá skal
hendan heilsufakliga fyrisitingin,
sum hevur gjørt sítt uppskot,
leggja tað fyri Heilsumálaráðið.
Heilsumálaráðið kann tá til dømis
siga, at fíggjarkarmarnir eru ikki
so stórir, sum heilsufakliga fyri
sitingin ynskir sær. Men so fer
mann út í samráðingar um tað,
soleiðis at tað er púra opið, hvat
tað er, sum vit mugu skera burtur,
og hvat vit ikki fáa við. Hetta skal
vera samskift út til almenningin,
so øll fáa tað at vita, sigur Pál
Weihe.
Mugu ikki blíva eftirbátar
Pál Weihe sigur, at hann er nøgd
ur við tey smáu framstigini í
føroyska heilsuverkinum. Men
har eru nógvar avbjóðingar, sum
krevja stóran fakligan førleika.
- Eg haldi meg vita, hvussu
eitt heilsuverk eigur at vera, og
tað gera teir flestu av mínum
starvsfeløgum eisini. Tað vil siga,
at vit hava ambitiónirnar vegna
læknafakið at vilja sleppa at geva
Føroya fólki tey stóru frambrot,
sum læknafrøðin hevur verið
ígjøgnum seinastu 50 árini, og
sum framvegis eru í støðugum
vøkstri. Fyri okkum er tað ógvu
liga umráðandi, tí vit mugu ansa
eftir ikki at blíva eftirbátar.
Almennar bíðilistar
fyri fólksins áhuga
Til dømis verður skotið upp
av Læknafelagnum, at vit gera
nakrar almennar bíðilistar, sum
eru heilt skiljandi fyri øll, og
sum vísa, hvussu long bíðitíðin
til ymsar viðgerðir er. Hetta skal
vera skrivað við orðum sum bæði
sjúklingar og politikarar og fyri
sitarar skilja.
- So kunnu øll lesa tað og fyri
halda seg til tað. Uppá hendan
mátan kann almenningurin eisini
taka støðu til, um tey vilja góðtaka
eina bíðitíð á til dømis eitt ár til
eina ávísa viðgerð, og tað kann
mann so fáa politikararnar at gera
nakað við, vísir Pál Weihe á.
Ung fólk á veg
Trupulleikin í føroyska heilsu
verkinum hevur leingi verið, at
mann ikki hevur havt nóg nógv
fólk til at røkja læknastarvini. Pál
Weihe sær tó eisini positivt uppá
framtíðina.
- Tað eru góðar tíðir á veg, tí vit
hava ung fólk, sum eru í læru, og
um 10-15 ár eru tey klár at koma
í eina yvirlæknapositión. Men
her hevur tað stóran týdning, at
vit hava samband við tey ungu
fólkini, og at vit eggja teimum til
eitt ávíst starv, tá tey eru liðug við
spesialið um nøkur ár.
Talgildar journalir
Føroyskir sjúklingar kunnu sum
nú er ikki lesa sína sjúkradagbók.
Í Danmark er tað øðrvísi. Allir
danskir borgarar kunnu lætt og
skjótt logga inn á ein talgildan
miðil við sínum CPR-nummari og
NemID og lesa sína sjúkradagbók.
Í 2017 heitti Læknafelagið á at seta
pening av til at gjøgnumdigitalis
era alt heilsuverkið.
- Sjálvandi skulu føroyingar
eisini hava hendan møguleikan.
Læknar eru til fyri sjúklingin og
bara hann, og tí skulu vit syrgja
fyri, at hann er væl kunnaður,
sigur Pál Weihe.
Vánalig læknatænasta
kann ikki dyljast
Læknafelag Føroya heldur, at
føroyska samfelagið eigur at gera
sær greitt, hvat tað er fyri eitt
heilsuverk, vit vilja hava.
- Um vit lata standa til, fara
vit ikki at kunna siga, at vit hava
eitt líka gott heilsuverk sum
grannalondini. Vánalig læknatæn
asta fer ikki at kunna dyljast, men
verður ein politiskur trupulleiki.
Upplýsingar á internetinum og í
miðlum fara at gera sjúklingar í
Føroyum førar fyri at meta um
læknatænastuna í Føroyum og
samanbera tænasturnar í Føroy
um við, hvussu tænastan er aðra
staðni.
Læknafelagið leggur stóran
dent á, at læknafrøðiligi kunnleik
in og førleikin veksur skjótt.
- Spurningurin er, um føroy
ingar vilja gjalda tað, sum tað
kostar. Lutfalsliga lága játtanin
til heilsuverkið í Føroyum og lági
parturin av bruttotjóðarúrtøkuni,
sum hevur verið brúktur til heilsu
verkið, er ein vandamikil gongd.
TEMA: Sjúkrahúsverkið
Læknafelag Føroya:
Vit mangla umleið
100 læknastørv
Á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum fyrst í mars vísti
Pál Weihe á eina nýggja meting frá danska Heilsustýrinum um
læknatørvin nú og fram til 2040. Har varð mett um læknatørvin fyri
hvørjar 1.000 íbúgvar, og í hesum sambandi samanbar Pál Weihe
tølini við okkara fólkatal. Hann kallar úrslitið skelkandi.
- Um vit samanbera okkum við serlæknamanningina í Danmark
áttu 143 serlæknar (yvirlæknar og kommunulæknar) at verið í
Føroyum. Í dag eru 42 serlæknar í starvi innan sjúkrahúsverkið
og 24,5 kommunulæknar. Beint nú eru 7 ósett sjúkrahúslæknastørv
9,5 ósett kommunulæknastørv. Harumframt fara 10 av teimum 42
serlæknunum skjótt frá fyri aldur, tí teir eru eldri enn 60 ár.
Niðurstøðan hjá Pál Weihe er:
- Vit mangla sostatt í dag út við hundrað læknastørv, av teimum
umleið seksti serlæknar, um læknatænastan skal vera á sama stigi
í Føroyum sum í Danmark.
Pál Weihe leggur aftrat, at vit tó eisini hava konsultentskipanir
úr grannalondum, og harumframt senda vit nógvar sjúklingar av
landinum, sum bøtir um serlæknatørvin.
við Danmark:
Samanborið
- Føroyska
heilsuverkið
skuldi
verið meira
irrationelt at
drivið enn tey
stóru í granna
londunum, men
allíkavæl brúka
vit færri pengar
enn aðrastaðni