Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. apríl 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2019 SOSIALURIN 43 20 FRANTS JENSEN MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN - Eg leggi dent á fýra K í kon­ firma­tiónini. Tað eru hesi: At kon­firmanturin kennir Kristus og kirkjuna, sigur Ovi Brim, sóknar­prestur í Nes prestagjaldi Pálmasunnudagur er stóri kon­firmatiónssunnudagurin. Ein av konfirmatiónunum, ið verður sunnudagin, er tann í Gøtu kirkju. 29 konfirmantar skulu konfirmerast. Ovi Brim er prestur. Stuttlig tíð, men móður aftaná Tað er týsmorgun, og vit eru stødd í Gøtu kirkju. Kon­fir­mant­ ar­nir sita á fremstu røð konu­ fólka­megin og mann­fólka­meg­in og líta at vøkru altar­talvuni hjá Tróndi Patursson. Prestur hevur síðstu fyri­ reik­ingarnar saman við kon­fir­ mant­unum, áðrenn stóra dagin, sunnu­dagin. - Tað er ein stuttlig tíð, tá ið kon­firmantarnir ganga til, men eg má eisini viðmerkja, at eg eri móður aftaná, sigur Ovi og lær. - Men samstundis er tað eisini ein ríkur møguleiki at ávirka tey ungu. Tey kunnu ávirkast bæði við góðum ella minni góðum. Vónandi fáa tey nakað gott, sigur 32 ára gamli Ovi, sum er næst­yngstur prestur í landinum. Hann gongur ígjøgnum tey ymisku liðini, sum skulu vera í gudstænastuni sunnudagin, saman við konfirmantunum: Sálma­sang, trúarjáttan, evangeli­ið, spurn­ingar presturin spyr kon­fir­mant­arnar um og so sjálv fermingin. - Eg spyrji ikki tykkum fyri at yvirhoyra tykkum, men tit skulu hjálpa mær at minna kirkjuliðið á, hvat tað er, sum vit trúgva, sigur Ovi. Læra um trúnna Hetta verður níggunda kon­ firma­tiónin hjá Ova, síðani hann byrjaði í starvi sum prestur í 2015. - Mær dámar væl at vera saman við teimum ungu. Eg læri nýggj orð og máliskur, tey ungu nýta. Men tey fylgja eisini við, og eg haldi, at tað er ikki bara veitslan, ið hevur nakað at týða. Tað at játta trúnna hevur nógva at týða fyri tey, sigur Ovi. Tey ungu, sum konfirmerast í vár og heyst, hava gingið til prest síðani seinast í oktober í fjør. 48 tilsamans. 29 av teim­um kon­firmerast í vár og 19 í heyst. Fyri ikki at órógva skúla­gongd­ ina alt ov nógv, hava tey savnast ymsar dagar. Konfirmantalega - Vit eru altíð byrjað við sálma­ sangi og bøn. Síðani er stilt eina løtu til bøn og umhugsan, áðrenn vit siga trúarjáttanina saman. Síðani signa vit okkum, sigur Ovi. - Vit hava gingið gjøgnum tey evnini, sum hava við okkara trúgv at gera. Faðirvár, trúar­ játtan­ina, tey 10 boðini, dóp, altar­borð og Bíbliu okkara. Eg havi eisini lagt dent á, at tey læra nakað uttanat, tí tað er ofta gev­ andi, sigur Ovi. Umframt undirvísing, so vóru allir konfirmantarnir á legu í Nes­vík. Tað var ein stór lega, har umleið 320 konfirmantar úr øllum Føroyum vóru við á legu. - Tað var ein sera góð lega, har tey ungu stuttleikaðu sær. Tað var undirvíst í trimum bíbilsk­ um persónum, Dávid, Jósef og Móses. Tað riggaði sera væl. Tað var gott at vera í Nesvík, og karmarnir vera enn betri í fram­ tíðini, sigur Ovi. Tey ungu eru erlig - Eg kann ikki máta trúnni hjá teimum ungu. Men eg las í Kristi­ligt Dagblad fyri nøkrum árum síðani, at ein kanning, ið var gjørd millum konfirmantar, vísti, at tey ungu eru sera erlig, tá ið tey svara. Og nógv siga, at tað at játta sína trúgv hevur stóran týdning fyri tey. Hin­vegin so síggja vit, at allir konfir­mant­ar­ nir koma ikki aftur í kirkjuna. Tað er ofta eitt glopp í frá umleið kon­firmatiónsaldri til umleið 35 ára aldur, tá ið fólk aftur leita meira í kirkjuna. - Her í økinum, vit búgva, stendur ungdómsarbeiðið í missións­húsunum sterkt, og tey ungu koma eisini har, sigur Ovi. Bláur mánadagur er ov vinnuligt Konfirmatiónsveitslan hevur eisini nógv at siga. - Hetta er ein stórur veitslu­ dagur, og nógv verður gjørt burtur­úr. Og tað er eisini í lagi. - Um vit hava lív og heilsu, so skulu vit sjálvi hava konfir­ma­ tión um sjey ár. Og helst enda vit í tí sama sum øll hini, at vit fara at gera sera nógv burturúr. Men um eg kundi gjørt nakað í ein­um høggi, so hevði eg ynskt, at vit øll høvdu verið samd um at gjørt væl minni burturúr. Eg tosaði við ein persón, og hann nevndi, at tað kostaði líka nógv at hava eina konfirmatión sum at hava eitt brúdleyp. Tá kann tað vera rættiliga dýrt, og tað er ikki endamálið, sigur Ovi. - Tá ið lýst verður við bláum mána­degi og øðrum tilboðum fyri konfirmantar at brúka pengar­nar, tá er tað ov nógv vinnu­lig endamál aftanfyri, sigur Ovi. - Konfirmantarnir eru eisini glaðir fyri gávurnar, tað skilji eg væl. Tað eru vit eisini, tá ið vit fáa føðingardagsgávur ella jóla­gávur. Men tað gleðir meg at hoyra frá konfirmantum, at trúgvin hevur nógv at týða fyri tey, sigur Ovi. Ikki bara gleði Prestur vísir á, at hóast tað er ein gleðidagur, so kann tað eisini fyri nøkur vera ein dagur við ymisk­um kenslum. - Eg havi havt konfirmantar, sum hava mist annað foreldrið. Á einum konfirmatiónsdegi, tá ið við­komandi átti at verið við, men ikki er, so koma nógvar - KONFIRMATIÓNIN ER VEITSLA MEN EISINI AT JÁTTA SÍNA TRÚGV - Eg nái ikki at vitja allar konfirmantarnar ein dag, men eg geri tað yvir tveir dagar, sigur Ovi Brim