Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-11, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. apríl 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2019 SOSIALURIN 43 21 kenslur fram, sum ikki altíð eru so lættar, sigur Ovi. Hann nevnir eisini tey, hvørs foreldur eru skyld, at tað onkursvegna kann vera ein av­ bjóðing. - Sum eg kenni tað, har tað er ósemja í familjuni, har duga for­ eldrini at siga, at hetta er dagur­in hjá konfirmantinum. Fyrr var illa, um tey ikki kláraðu tað, sigur Ovi. Vitjar konfirmantar Ovi hevur fingið sær ta sið­ venju, at vitja heima hjá øllum kon­firmantum eftir kon­firma­ tiónina. Og tað ætlar hann eisini hesaferð. - Eg nái ikki at vitja allar kon­firmantarnar ein dag, men eg geri tað yvir tveir dagar. Eg steðgi stutt á hvørjum staði, men tað fara nógvar frikadellur niður­um. Eg fái ikki tað heilt stóra tilknýti til familjuna á eini tílíkari vitjan, men tað kann vera grundarlag fyri nøkrum víðari at byggja á, sigur Ovi. Vit fara víðari, meðan prestur og konfirmantarnir nýta nakrar tímar afturat at fyrireika seg til sunnu­dagin. Ert tú spent til konfirmatiónina? - Ja, eg eri spent, men eg gleði meg eisini at játta mína trúgv. Hvat hava tit lært, meðan tit hava gingið at lesa? - Vit hava lært nógv um bøn, trúarjáttan og vers úr Bíbliuni. Hvussu var konfirmantalegan? - Vit høvdu eina mega góða kon­firmantalegu í Nesvík. Har kom eg serliga at kenna gentur­nar av Toftum betri, sum vit konfimerast saman við. Hvar skal konfirmatiónin haldast? - Heima hjá okkum. Kjallarin er gjørdur í stand. Eg vænti nógv fólk. Hvat fert tú at brúka pengarnar til? - Eg veri glað fyri gávurnar, men tað er ikki tað týdn­ingar­ mesta. Eg ynski mær sum so ikki nakað serligt. Ert tú spentur til konfirmatiónina? - Eg eri spentur at siga ja, og so eisini til gávurnar. Hvat hava tit lært, meðan tit hava gingið at lesa? - At tað er týdningarmikið at biðja og nógv annað. Hvussu var konfirmantalegan? -Hon var góð. Eg kom at kenna nógv onnur. Hvar skal konfirmatiónin haldast? - Eg og systkinabarnið, Heðin Djurhuus, halda kon­firma­ tiónina saman í kirkju­kjallara­ num í Fríðrikskirkjuni. Hvat fert tú at brúka pengarnar til? - Eg ynski mær eina nýggja telefon. Annars vænti eg, at eg fari at goyma teir, til eg skal taka koyrikort. Ert tú spentur til konfirmatiónina? - Ja, men eisini eitt sindur fjálturstungin um eg dugi alt, sum vit konfirmantar skulu duga. Hvat hava tit lært, meðan tit hava gingið at lesa? - Vit hava lært um Gud, um altarborð og annað. Hvussu var konfirmantalegan? - Eg var sjúkur, so eg var tíverri ikki á legu. Hvar skal konfirmatiónin haldast? - Í Gott í Saltangará. Hvat fert tú at brúka pengarnar til? - Eg havi ikki nakað ávíst ynski. Brima Sólheim, 13 ár, Syðrugøta Jákup Nesá, 14 ár, Nes, Eysturoy Henry Kelvin Hansen, 14 ár, Toftir, Eysturoy Játta mína trúgv Heldur konfirma­ tión saman við systkinabarninum Lært um Gud, altarborð og annað Ovi Brim, sóknarprestur í Nes prestagjaldi, undirvísir konfirmantunum í Gøtu kirkju Eg las í Kristiligt Dagblad fyri nøkrum árum síðani, at ein kanning, ið var gjørd millum konfirmantar, vísti, at tey ungu eru sera erlig, tá ið tey svara. Og nógv siga, at tað at játta sína trúgv hevur stóran týdning fyri tey.