hósdagur 2. desember 2004síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 231 - 2. desember 2004
KFUM og KFUK í Havn
Hósdagin kl. 19.30 í KFUK:
Vit gera jóladekoratiónir
saman við 4. grein.
4. grein skótar
Dekoratión og jólahugni
verður í KFUK 2. desember
kl. 19.30.
Frelsunarherurin,
Tórshavn
Hósdagin kl. 20 Heimafor-
bundið – allar kvinnur eru
vælkomnar. Minnist til
russarapakkarnar.
Sunnudagin kl. 11 Halgunar-
møti, kl. 18 Evangel. møti.
Hetta er síðsta møti hesuferð,
har major Njál Djurhuus talar.
Fríkirkjan Oasan
uppi á Brekku 3
Fríggjakvøldið kl. 20 After
Eight v/jólahugna.
Sunnudagin kl. 11 Gudstæn-
asta v/ Magnus Simonsen,
evnið: Trúboðarar, kl. 14
Sunnudagsskúli.
Mánakvøldið kl. 20 Felags
bønarmøti í fríkirkjuni Oasan.
Mikumorgun kl. 7 Bøn.
Missiónshúsið v/
Landavegin
Í kvøld kl. 20 Møti.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli í Býlingshúsinum á
Norðasta Horni, kl. 18 Møti í
Missiónshúsinum.
Filadelfia
Landavegur 22
Í morgin kl. 20 Ungdómsmøti
v/ Litzie Lamhauge »Frið við
Gud«.
Leygardagin kl. 17 Landsbøn.
Sunnudagin kl. 11 Morgun-
møti v/ Alex O’Campo, kl.
11.50 Sunnudagsskúli og
ABC v/ Sam Jakobsen, evnið
er: »Eitt praktiskt kristnilív í
familjuni« 1. partur, kl. 18
Møti.
Mánadagin kl. 20 Bønar-
skúlin.
Um tær tørvar persónliga
samrøðu og/ella forbøn ring
211067.
www.filadelfia.fo
Katólska kirkjan
Hvønn gerandisdag kl. 17.30
Messa í Kerit.
Hósdag kl. 20 Verður Taizé-
kvøld (Bønarstund v/sálma-
sangi úr Taizé) í bønarrúm-
inum hjá Franciskanasystr-
unum, Varðagøta 16. Øll eru
vælkomin.
Leygardag kl. 11.30 Messa í
Kerit.
Sunnudag kl. 11 Hámessa v/
Michal Bienkowski, presti í
Mariukirkjuni. Aftaná verður
kirkjukaffi. Sunnudagsskúli
kl. 14.
Meinigheitshúsið
Hósdagin kl. 16-17 venur
Gentukórið. Kl. 20 Ung-
dómsmøti, sang- og vitnimøti.
Fríggjadagin kl. 19.30-21.30
Juniorhugni, frá 5. flokki.
Leygardagin kl. 16.30 Bønar-
løta kvinnur.
Sunnudagin kl. 15 Jólafest,
børn undir skúlaaldur, kl. 18
Jólafest, børn í skúlaaldri.
Lívdin
í Hoyvíkar skúla
Sunnumorgunin kl. 10.30
Familjumøti har Reflex skipar
fyri. Á tilbiðjunarmøtinum kl.
12 talar Jógvan Zachariassen
um »Týdningurin av einum –
Martin Luther«. Barnaansing
er fyri børn undir skúlaaldur á
báðum møtunum.
Drekkamunnur er millum
møtini. Sunnudagsskúlin er
kl. 12.
www.livdin.fo
Frá Ebenezer
Hósdag kl. 10 Fyrrapartsløta
fyri eldri menn í Sloans húsi,
kl. 17 Sangvenjing – eldra
barnakórið, kl. 20 Ung-
dómsmøti.
Fríggjadag kl. 20 Teen-Night.
Sunnudag kl. 10
Breyðbróting, kl. 12
Sunnudagsskúli, kl. 18
Evangel. møti.
Mánadag kl. 17 Kvinnur
koma saman til bøn í Sloans
húsi. Øll eru vælkomin.
www.ebenezer.fo
Hebron, Argir
Sunnudagin kl. 10.30 Mor-
gunmøti og samstundis barna-
ansing, kl. 11.30 Samvera við
drekkamunni, kl. 12 Sunnu-
dagsskúli og kl. 12 Møti, har
Poul Færø úr Klaksvík talar.
www.hebron.fo
Tórshavnar Hvítu-
sunnusamkoma
Yviri við Strond
Sunnudagin kl. 11.00: Morg-
unmøti, kl. 18.00: Evangeliskt
møti. Øll eru vælkomin.
Kirkju- og missiónshúsið
á Argjum
Hósdagin kl. 20 Bíbliutími v/
Regin Olsen, evnið Op. 21.
Fríggjadagin kl. 20 Ungdóms-
møti.
Sunnudagin kl. 11 Gudstæn-
asta, kl. 14 Sunnudagsskúli,
kl. 14 Junior, kl. 18 Møti v/
Niels Jacob Nielsen.
Nazaret, Kaldbak
Á bønar- og uppbyggingar-
møtinum 7. des. greiða Símun
Ósá og Óli Steinberg frá
arbeiðinum í Grønlandi, har
teir virka sum trúboðarar. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Missiónshúsið í Kollafirði
Vikuskiftismøtir verða kl. 19
við luttøku av Palla Højgaard
við talu og Hjalgrím Davidsen
sum kemur at enda, Jens Lis-
berg og fleiri koma at syngja.
Sunnukvøldið kl. 17.30 Møti
við Palla Højgaard sum talara,
Elisabeth Olsen kemur at
enda, ung úr skopun og mans-
bólkurin úr missiónshúsinum
og fleiri koma at syngja.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Saron, Vestmanna
Frítíðararbeiðið hevur hugna-
løtu í kvøld kl. 19. Verið
hjartaliga vælkomin í Saron.
Sandavágur
Sjómanskvinnuringurin
kemur saman í Meinigheits-
húsinum til jólahugna hós-
kvøldið 2. desember kl. 20.
Allar kvinnur eru hjartaliga
vælkomnar.
Aglow, Vágar
Jólamøti við Jastrid og Paula
Høj verður 4. desember kl. 20
í Missiónshúsinum Libanon í
Sørvági. Øll eru vælkomin,
bæði kvinnur og menn.
Missiónshúsið Libanon,
Sørvágur
Sjómanskvinnuringurin
kemur saman í kvøld kl. 20.
Allar kvinnur eru hjartaliga
vælkomnar.
Samkoman Lívsins Orð
Saltangará
Hósdagin møta Tim5 og
Liljur kl. 18.30.
Sunnudagin kl. 17 Møti.
Mánadagin kl. 20 Ungdóms-
møti.
Missiónshúsið á Skála
Í kvøld kl. 20 Bíbiltími og
bønarmøti við Asger Jensen.
Evnið: Opb. kap. 22.
Sunnukvøldið 5. des. møti við
Asger Jensen. Streingjakórið
syngur. Innsavnan.
Keldan, Skálafirði
Leygarkvøldið kl. 21 Awake
við Anniku Høj.
Sunnudagin kl. 17 Møti við
Paula Høj. Barnamøti kl. 17.
Vælkomin í Kelduna.
www.keldan.fo
Norðskála
Jólahugnin hjá sunnudags-
skúlanum við Norðskála
verður í kirkjuni sunnudagin
5. desember kl. 15.00. Øll eru
vælkomin.
Getsemane, Klaksvík
Fríggjakvøldiðkl. 20.30 Ung-
dómsmøti.
Sunnudagin kl. 13.30 Sunnu-
dagsskúli og kl. 18 Møti. Tú
ert hjartaliga vælkomin.
Soli Deo Gloria
Hósdagin kl. 20 Ungdóms-
møti v/ Dánjal Petersen.
Sunnudagin kl. 14 Jólahugni í
sunnudagsskúlanum, kl. 18
Møti v/ Jens og Malene
Meitilberg. Hjartaliga væl-
komin.
Betesda, Norðoyggjar
Sunnudag kl. 11 Minnismáltíð
Harrans,
kl. 12.30 Sunnudagsskúli,
kl. 18 Evangel. fundur.
Mánadag kl. 20 Bønarfundur.
Mikudag kl. 20 Uppbygging-
arfundur.
Hósdag kl. 21 Ungdóms-
fundur.
Missiónshúsið í Skopun
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 17.30 Bøn- og
lovsangsløta, kl. 18 Møti.
Mánadagin kl. 17 Barna-
arbeiði 1.-6. fl. Kl. 19 Ung-
dómsarbeiði 7. fl. og eldri.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Aglow, Sandoy
Jólahugni verður í Samljóð
leygardagin kl. 19.00. Birgit
og Svenning av Lofti luttaka.
Kvinnur og menn eru
hjartaliga vælkomin.
Frelsunarherurin, Vágur
Hósdagin kl. 20 Streingja-
kórið venur.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 17.30 Bønar-
møti, kl. 18 Evangel. møti,
Ebba og Nimrod syngja.
Eyðun Christiansen talar. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Aglow, Suðuroy
Jólafundur verður í Frelsunar-
herinum í Vági leygarkvøldið
kl. 20. Allar kvinnur og menn
eru hjartaliga vælkomin.
Ørkin, Reykjavík
Leygarkvøldið 4. des. kl.
20.30 Hugnakvøld v/ Leo
Hans og Sigrun Mikkelsen.
Sagt verður frá og vístar
myndir frá Afrikutúri.
Sunnudagin 5. des. kl. 14
verður jólatræ fyri børnum,
kl. 20.30 Møti v/ Leo Hans og
Sigrun. Aftaná verður kaffi.
Møti hvørt sunnukvøld kl.
20.30. Aftaná er kaffi.
Evangel. fundur í DK
Leygarkvøldið kl. 19 verður
Evangel. fundur í Dag-
hammerskjoldsgade 2,
Ålborg. Talarar úr Malta,
Hirtshals luttaka við talu,
sangi og vitnisburði. Eftir
fundin bjóða vit kaffi. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Tilhaldið
í Tórsgøtu 21, tlf. 316491
Opið er mánadag 10.00-
18.00. Týsdag-fríggjadag kl.
10.00-17.00.
Drekkamunnur er at fáa
hvønn dag, eins og bløðini
eru til taks.
Mánadagin 29. november
kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja
Danielsen
kl. 10-17 Vit hugsa um jólini
kl. 14-17 Kortspæl, telving,
landastrok, bobbspæl, dart og
onnur spøl. Møguleiki er at
koma sum gestur til døgurðan
miku- og fríggjadagin. Tilm.
tlf. 316491
kl. 14-17 Havnaprát, Birgar
Fridtleif Johannesen.
10. des. verður jólaborð í
Tilhaldinum. Tilmeld. tlf.
316491.
Týsdagin 30. november
kl. 10.00–11.30: Vit syngja.
saman við skúlabørnunum.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
kl. 15.00: Ábyrgd fyri egnari
heilsu. Húsmóðir á Eiði.
Anna J. Ellingsgaard
Mikudagin 1. desember
kl. 10.00–13.00: Matgerð.
Anne Grethe Harlou
kl. 12.00: Døgurði
kl. 15.00-21.00: Jólasøla og
tombola í kjallaranum
Hósdagin 2. desember
kl. 10.00–10.30: Fimleikur,
Sonja Danielsen
kl. 11.00–11.45: Eingilskt
talumál, Ásmundur Johanne-
sen
kl. 14.00–17.00: Telduprát,
Brandur Petersen
kl. 15.00–17.00: Jólasøla og
tombola í kjallaranum
Fríggjadagin 3. desember
kl. 10.00–13.00: Matgerð,
Anne Grethe Harlou
kl. 12.00: Døgurði
kl. 15.00-17.00: Jólasøla og
tombola í kjallaranum
Tað er altíð ein krókur í Til-
haldinum – um tygum ikki
fáast við nakað ítriv. Vit
ynskja at øll skulu kenna seg
vælkomin.
Losjan í Havn
Tinghúsvegur 18
Fríggjadagin kl. 15 hittast
tilkomin og eldri til hugna.
Eldrahugni á Tvøroyri
Er á kafeteria í høllini í
Trongisvági hvønn onsdag í
ólíkaviku frá kl 15.00 til
18.00. Bilur fæst til staðið við
at ringja 371069 eftir kl. 13.
Tilhaldið Hugnin í Sandoy
er opið mánadag og mikudag
frá kl. 14 til 17. Báðar
dagarnar er drekkamuður at
fáa. Bløðini eru eisini til taks.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Dagtilhaldið Fløvi
– í kvinnufelagshúsinum á
Glyvrum. Tlf. 448279. Allir
pensionistar eru hjartaliga
vælkomnir. Opið mánadag til
fríggjadag kl. 15-18.
Mánadagin 29. november
Fimleikur v/ Jóhannu Troest.
Aftaná gera vit jóladekora-
tiónir
Týsdagin 30. november:
Vit spæla Boccia
Mikudagin 1. desember:
Dagtilhaldið stongt vegna
gudstænastu fyri eldri í
Glyvra kirkju kl. 16.00
Hósdagin 2. desember:
Myndaveving fyri áhugað v/
Rannvu Gøte.
Fríggjadagin 3. desember:
OPIÐ HÚS. Kaffi, te og
pannukøkur.
Hvønn dag ein góður drekka-
muður at fáa. Bløðini eru
altíð til taks. Somuleiðis kort
og spøl. Tú ert vælkomin at
hava títt egna handarbeiði
við. Andakt verður lisin hvønn
dag.
Malta, Hirtshals
Sunnudag: Kl. 11: Breyðbrót-
ing. Kl. 18: Evangeliskur
fundur. Mikukvøld kl. 20:
Bønar- og uppbyggingarmøti.
Øll eru hjartaliga vælkomin
til hesi møti. Eftir fundirnar
bjóða vit ein drekkamunn.
Evangeliska Røddin,
Odense
Føroyska sendingin frá
Odense Radio hoyrist hvønn
mikudag kl. 16.40, danska tíð,
á FM 107,1 MHz.
Eliaskirkjan
Møti er hvørt leygarkvøldið
kl. 19 í kjallaranum í Elias-
kirkjuni á Vesterbro Torv,
Vesterbrogade 49. Inngongd
undir stóru trappuni. 5 min. at
ganga frá Hovedbanegården,
2 min. frá Føroyahúsinum.
Bussarnir 1, 6, 14, 16, 28 og
550S steðga nærhendis.
Sunnudagsskúli er í Elias-
kirkjuni hvønn sunnudag kl.
14 í kjallaranum og kl. 11 í
barnarúminum á Oyrasunds-
kollegiinum, Dalslandsgade 8
á Amager. Øll eru vælkomin.
Nærri fæst at vita frá Atla
Rasmussen, tlf. 32969995 ella
Róa Rasmussen tlf. 32886480.
E-mail: ek_fo@get2net.dk
Dagtilhaldið í Vági
er hvønn týsdag og tórsdag
frá kl. 15 til 18. Øll eru
vælkomin.
Vágs Pensionistafelag
Vágs Pensionistafelag – fel-
agið fyri pensionistar í Suður-
oyar sunnaru helvt – hevur
limafund kl. 19.00 hvønn
seinasta mánadag í hvørjum
mánaða. Ymiskt áhugavert er
á hvørjum fundi, har tú eisini
fært drekkamunn við bollum
og køkum. Fundirnir verða
hildnir í hugnaligu hølunum
hjá Vágs Matmøðrafelag.
Allir pensionistar og øll
oman fyri 60 ár eru væl-
komin.
Gerst limur í Vágs
pensionistafelag.
Spælistovan
í meinigheitshúsinum
er opin mána-, týs- og hósdag
kl. 9-12 fyri foreldur við børn-
um, sum ikki hava ansing.
Reyði Krossur Føroya
Sorgarlinjan svarar mánadag,
mikudag og fríggjadag kl.
19.00-21.00 á tlf. 319630.
Kennir tú føroying í Keyp-
mannahavn, ið hevur tørv á
vitjan ert tú vælkomin at seta
teg í samband við Reyða
Kross Føroya, Bryggjubakki
10, 100 Tórsh.
tlf. 319630/61 655400.
AA-fundir í Havn
Tinghúsvegur 37
Mánadag: kl. 20.00–21.00
Týsdag: kl. 20.00–21.00 Stóri
bókafundur
Mikudag: kl. 20.00–21.00
Stiga- og siðafundur
Hósdag: kl. 20.00–21.00
Fríggjadag: kl. 20.00–21.00
og kl. 22.30–23.30
Leygardag: Opin fundur
kl. 09-10, kl. 17.00–18.00 og
kl. 22.30-23.30
Sunnudag: kl. 11.00–12.00.
Heimasíða:
http://heima.olivant.fo/~aa-fo/
NA (Anomymir
narkomanar)
Tinghúsvegur 37
NA-Fundur hvørt sunnukvøld
kl. 20.00 til 21.00 á Tinghús-
vegnum 37.
Al-Anon
Fundur fyri avvarðandi at
alkoholikarum er hvørt hós-
kvøld kl. 20 og sunnudag kl.
17. Síðsta sunnudag í mán-
aðinum er opin speakarafun-
dur í Al-Anon, Tinghúsvegur
37.
AA-fundur í Eysturoy
Á Toftum hvønn týsdag kl. 20
í húsinum norðanfyri skúlan.
Á Glyvrum hvønn fríggjadag
kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla
læraraíbúðin).
Brúdleyp
Leygardagin 4. desember kl. 10.00 giftast í Býráðssalin-
um í Havn, Randi Fjallsá, Tórshavn og Andras Nolsøe,
Trongisvágur. Brúdleypsveitslan verður í Pálsstovu kl.
13.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Leygardagin 1. januar 2005 kl. 15.00 giftast í Evangelii-
húsinum í Tórshavn, Annika Jørgensen, Sørvágur og
Magni Reinert, Tórshavn. Veitslan verður í bygdarhúsin-
um í Miðvági kl. 19.00. Tey, ið ynskja at gleða brúðarpar-
ið við at koma til teirra stóra dag, verða biðin um at tekna
seg á tlf. 212480, 216185 ella 220145 áðrenn 5. desember.
Gullbrúdleyp
Leygardagin tann 4. desember hava hjúnini Hansa og
Benjamin (Benni) Joensen í Klaksvík, gullbrúdleyp.
Dagurin verður hildin í Skálanum frá kl. 16.00. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
70 ár
Tann 7. desember fyllir Fríborg Petersen úr Klaksvík 70
ár. Dagurin verður hildin í hølum Húsmøðrafelagsins í
Bøgøtu 3, leygardagin 4. desember.
TILTØK