hósdagur 11. apríl 2019síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2019
SOSIALURIN 43
28
Dialektkvøld í
Mentanar
húsinum
Í Fuglafirði
Nú verður ljós varpað á føroysku
dialektirnar, tá ið Signar á Brúnni skipar
fyri dialektkvøldi skírisaftan
ÁRNI GREGERSEN
H
óast Føroyar eru eitt
ógvuliga lítið land,
og vit júst hava há
tíðarhildið 200 ára
føðingardagin hjá faðirinum at
okkara skriftmáli, so eru vit væl
signaði við nógvum dialektum í
føroyska talumálinum.
Føroyar eru ummáls um 1400
ferkilometrar, men landið er 18
oyggjar. Hetta hevur gjøgnum
øldir gjørt, at partar av fólkinum
hava livað rættuliga avbyrgd, og
harvið hava tey ment sítt egna
mál.
Øll einsrættingin í samfelagn
um annars hevur gjørt, at fólk aft
ur eru farin at vísa dialektunum
áhuga.
Signar á Brúnni, lærari og fyrr
verandi politikari, hevur tikið stig
til eitt kvøld um dialektir. Kvøldið
verður hildið í Mentanarhúsinum
í Fuglafirði.
-Eg havi altíð havt áhuga fyri
føroyskum máli og bygdamáli og
dialektum, sigur hann.
-Tí helt eg, at tað hevði verið
spennandi at skipa fyri einum
kvøldi, har vit hoyra dialektirnar
og um dialektirnar.
Tað verður Jógvan í Lon Jacob
sen, professari, sum fer at leggja
fyri við einum fyrilestri. Heitið á
fyrilestrinum er ein spurningur:
Hví eru dialektir so áhugaverdar.
Hetta er tann meira vísindaligi
parturin av kvøldinum.Jógvan í
Lon hevur alt sítt vaksna lív ar
beitt við føroyskum máli og før
oyskum dialektum.
Livandi dialektir
Vísindaliga tilgongdin til dialektir
nar er sostatt ein partur av dialekt
kvøldinum í Fuglafirði, men tann
livandi parturin er, tá ið Signar á
Brúnni fer at tosa við 12 fólk við
ymiskum dialektum.
Hetta verður gjørt fyri at
vísa, hvussu stórur munurin í
veruleikanum er millum ymisku
bygdamálini í einum so lítlum
landi, sum Føroyum.
Signar á Brúnni fer at tosa við
Andreu Lervig. Hon er ættað av
Eiði og gift við einum leirvíkingi,
og í ein mansaldur hevur hon búð
í Fuglafirði.
Hesi árini hevur hon verið
partur av arbeiðararørsluni í
Fuglafirði.
Signar á Brúnni fer eisini at
tosa við Honnu Christiansen, sum
er úr Sandoynni, Aksel Poulsen úr
Sumba og Finnbjørn Hovsgarð úr
Hovi.
Hergeir Nielsen, fyrrverandi
tingformaður, er eisini lærari.
Hann hevur í mong ár arbeitt sam
an við Signar á Brúnni í politikki.
Teir báðir fara at tosa um vágs
dialektina.
Ein annar kendur føroyingur,
sum verður millum gestirnar, er
presturin í Havn, Heri Joensen.
Hann er ættaður úr Svínoy og er
ein av teimum, sum í stóran mun
heldur fast um bygdarmálið, hann
lærdi í Svínoy.
Svínoyar-dialektin er eyðkend,
men eisini dialektin har norðuri í
Eysturoynni er serlig. Tí fer Signar
á Brúnni eisini at práta við Páll
Sivertsen, sum er ættaður frá
Gjógv.
Solby Christiansdóttir hevur í
mong ár arbeitt í Kringvarpinum,
har hon eisini hevur tikið sær av
málsendingum av ymiskum slag.
Hon er sjálv ættað úr Klaksvík
og heldur nokk so fast um sína
dialekt, hóast hon í stóran mun
eisini brúkar #landsføroyskt” sum
arbeiðsmál".
Serliga vágadialektin verður
sjálvandi eisini at hoyra, tá ið
tosað verður við Jákup Jørgensen.
Tá ið málið er evnið, so er sjálv
andi eisini sangur við. Eyðun á
Lakjuni situr við klaverið, tá ið
føroyskir sangir verða framborn
ir á mannamuni í Mentanarhúsin
um í Fuglafirði.
Tiltakið verður skírisaftan.
Har verður eisini tónleikur, sum
tey bæði Lív Næs og Tróndur Enni
standa fyri.
Signar á Brúnni , lærari, skipar fyri einum dialedktkvøldi í Fuglafirði.
Heri Joensen, prestur, kemur við sínari eyðkendu Svínoyar-dialekt.
Hergeir Nielsen, fyrrverndi tingformaður, fer at
tosa vágsdialekt á tiltakinum í Fuglafirði.
Solby Christiansdóttir, kringvarpskvinna, umboðar
Klaksvík og dialektina har norðuri.