Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-11, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. apríl 2019síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2019 SOSIALURIN 43 27 Hvat er títt samband við Game of Thrones? - Eg byrjaði at hyggja í 2012. Ein vinmaður hjá mær hevði lisið bøkurnar og hevði for­ talt, at tær vóru millum tær bestu fantasy-søgur, sum hann hevði lisið í langa tíð. Ein annar vinmaður byrj­aði upp­á sendirøðina og við­ mældi hana. So eg hugsaði at geva tí ein kjans. Hon fangaði meg ikki at byrja við, og eg gavst at hyggja aftaná tveir partar. Eitt ár sein­ni byrjaði eg umaftur, og sendi­ røðina var betri nú, tá mann helt skil á, hvør var hvør, og hvørji "plotta" ímóti hvørjum øðrum. Tað bleiv tað, sum gjørdi sendirøðina spenn­ andi fyri meg - tað politiska maktspælið. Hvat metir tú er tað, sum er so serligt við hesari sendirøðini? - Tað, sum GoT hevur megnað, sum fáar aðrar sendingar hava klárað, er at lata søguna falda út natúrliga. Hetta merkir, at per­sónar gera tað, sum teir van­liga høvdu viljað gjørt. Har er ongin plot-strukturur ella kliché, sum sendirøðin skal fylgja. Hetta gjørdi hana til eitt "breath of fresh air". Mann visti ongantíð, hvat fór at koma. Hetta kláraði sendi­røðin heilt væl fyrstu fýra sesongirnar. Men aftaná sendi­røðin hevur innheintað bøkur­nar, hevur hon verið sera skuffandi, forútsigilig og ofta beinleiðis keðilig. Har hava verið nakrar gullverdar løtur sum t.d. "Hold the Door". Men aðrar løtur og kreativar avgerðir, sum t.d. at senda Sansa til Winterfell (sum ongan­tíð hendi í bókunum) virka bara tápulig, tí hesir per­sónar høvdu ongantíð funnið uppá at gjørt slík ting. Nú byrjar sendirøðin at falla í somu fellu, sum aðrar sendi­ røðir gera, og tí følist hon ikki longur frísk. Hvørjar vónir hevur tú um síðstu sesongina? - Mínar vónir fyri síðstu sesong er, at hon gevst við kliché­um og vánaligum dia­lo­ g­um, sum hon annars hevur brúkt for nógv av í síðstu tveim­um sesongunum. Har­ um­framt vóni eg, at endaliga kon­fliktin ikki verður loyst við einum stórum braki av ein­um bardaga, men við ein­ um dialogi og einari av­gerð um at offra okkurt týdn­ingar­ mikið. Hevur tú gjørt tær nakrar tankar um, hvussu røðin fer at enda? - Mín teori er, at Stark- familjan gjøgnum øldirnar hevur havt eina avtalu við the Others (Whitewalkers), har tey javnan offra eitt barn til hesar Whitewalkers, og at hend­an avtalan kom upp í lag av Bran­don the Builder, tá hann bygdi múrin. Men tær síðstu øldirnar hava Starks gloymt hesa avtaluna. Tey vilja hava teirra upprunaliga av­talu uppá pláss aftur. Og tí fer tað nokk at enda við kríggi, og tann einasti mátin menniskjuni kunnu yvirliva krígg­ið er við, at Jon Snow offrar seg sjálvan til tey sum offur frá Stark-familjuni. Eg giti, at Danearys nokk fer at doyggja áðrenn hetta óan­ sæð, so hann fer nokk at velja at offra seg sjálvan fyri at bjarga restuni av sínari familju. Hetta hevði so verið tann "bittersweet" endin, sum George R. R. Martin segði, at serian fór at fáa. Hvat er títt samband við Game of Thrones? - Eg hugdi eftir fyrstu sesong, tá hon kom út, og eg varð bitin beinaveg. Eg visti, at røðin var bygd á eina bókarøð og setti eg mær tí fyri at lesa fyrru og sein­nu bókina, áðrenn sesong tvey kom út. Tað endaði við, at eg las allar bøkurnar, áðrenn sesong tvey kom út, og havi eg verið fjeppari síðan tá. Hvat metir tú er tað, sum er so serligt við hesari sendirøðini? - Eg haldi, at røðin eins og bøkur­nar fyrst og fremst heilt er ein framúrskarandi góð søga. George R.R. Martin, sum hevur skrivað, dugir meistara­liga væl at skapa ein fantasiheim, fullan av fólki og familjum, vandum og møguligum vinningum, sum tað er sera torført ikki at verða drigin inn í. Samstundis haldi eg, at náðileysa makt­spælið, sum ymisku høvðus­per­ sónarnir luttaka í, og hvussu teir samstundis ikki eru klárir yvir veruliga, yvir­náttúrliga vandan, sum kemur – tað er nakað, sum vit kenna aftur í einum heimi av ”fake news” manipulatión, ideologiskari polarisering, kyn­iskum politikarum og dóma­dags­ profeti­um um veður­lagið. Vit kenna tað aftur, sum vit síggja á skíggjanum, hóast tað er fantasi og hevur bæði drekar og íszombieir. Hvørjar vónir hevur tú um síðstu sesongina? - Eg vóni, at eg verið yvir­rask­ aður. Eg haldi ikki, undan­ farna sesong megnaði at liva upp til góðskustøðið, sum tær frammanunda hava havt. Teir góvu sær ikki nóg góða tíð at siga søguna, og søgan byrjaði at gerast ov for­út­sigilig. Eg vóni, at tað broytist og góða, gamla stevið verður afturfunnið, og at borðreitt verður við skelk­andi søgugongdum, sum eg als ikki hevði hugsað um áðrenn. Hevur tú gjørt tær nakrar tankar ella teoriir um, hvussu røðin fer at enda? - Nei. Eg havi gjørt av at seta meg at hyggja við ein­um sinni, so opnum og ódálk­ að­um av fan-teorium sum møgu­ligt. Eg havi sjálvandi onkrar tankar og onkran yndis­persón, sum eg fegin vil síggja klára seg væl ella í hvørt fall gera okkurt kul. Men eg vil líkasum bara lata meg ríva við av Game of Thrones eins og eg varð, tá eg upprunaliga sá fyrstu sesong og gjørdist fjeppari á stað­num. - Vit kenna náðileysa maktspælið aftur Arni Zachariassen: Finn Haraldson: - Vóni ongar klichéir Vit spyrja tveir íðnar fjepp­arar, sum hava fylgt væl við í sendirøðini, hvat teir vænta av komandi sesongini FØROYSKIR GAME OF THRONES FJEPPARAR SVARA av søguni. Men sum altíð í Game of Thrones - mann veit ongantíð, hvat fer at henda næst. Takk og farvæl Tað hevur leingi verið greitt, at hetta verður síðsta sesongin av spennandi sendirøðini. Har vera eftir øllum at døma einans seks partar, men teir vera allir har­afturímóti drúgvir sum ein spæli­filmur - í minsta lagi 60 minuttir. Men framleiðararnir hava boðað frá, at mann nú arbeiðir uppá ein sokallaðan prequel, sum kemur at ganga fyri seg túsund ár áðrenn Game of Thrones. Her verður søgan um Wester­os og White Walkers við­gjørd í nýggjari sendirøð, og dramaið í Westeros heldur onkurs­vegna fram á nýggjum. Eing­in dagfesting er sett til, nær hendan sendirøðin verður at síggja. PATURE@SOSIALURIN.FO