hósdagur 11. apríl 2019síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2019
SOSIALURIN 43
26
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
N
ú er bíðitíðin skjótt
liðug. “Veturin kem
ur”. Leingi hava
fjepparar
kring
allan heimin bíðað eftir nýggju
sesongini av Game of Thrones,
men mánadagin er ikki neyðugt
at bíða longur. Tá fer áttanda
sesong av spennandi drama
røðini endiliga av bakkastokki.
Tá fara vit at finna út av, hvør
lagnan hjá Jon Snow, Daenerys
Targaryen og restini av Westeros
verður.
Game of Thrones er størsta
successin nakrantíð hjá risa
stóra framleiðslufelganum
HBO, og er yvirhøvur millum
populerastu sendirøðirnar, sum
nakrantíð hava verið at sæð á
sjónvarpsskerminum. Sendi
røðin byggir á bøkurnar hjá
amerikanska rithøvundanum
George R.R. Martin.
Game of Thrones saman
tvinnur uppá ein skilagóðan
hátt realismu og fantasy í ein
um drama, sum blæsir ein um
koll ferð aftaná ferð. Røðin við
ger nógv ymisk evni og hálar
okkum inn í eitt kjak um vald,
politikk, samleika, religión, rætt
vísi og kyn. Fingrarnir verða ið
hvussu er ikki lagdir ímillum,
tá tað umræður ógvusligar
pallmyndir við harðskapi, drápi
og sex - her verður einki fjalt og
sensurerað. Game of Thrones
hevur við hesum onkursvegna
megnað at flutt markið fyri,
hvat mann kann loyva sær at
vísa á sjónvarpsskerminum fyri
almenninginum, og tað verður
gjørt á ein so gjøgnumførdan
hátt við listarliga flottum upp
tøkum.
Tá søgan ikki fangar
Tað eru ikki bara fantasy-drama
fjepparar, ið hava tokka til Game
of Thrones, tí røðin hevur eftir
hondini vunnið frama í megin
streyinum, soleiðis at hvør
Hanus og Janus fylgir við í
dag. Tað ber illa til at geva eina
stutta frágreiðing um Game of
Thrones fyri einum, sum einki
kennir til sendirøðina. Søgan er
so mikið kompleks, at mann má
síggja sendirøðina - ella hava
lisið bøkurnar - fyri at halda
hana vera spennandi. Tað tók
undirritaða hálvaaðru sesong,
fyrr enn sendirøðin fangaði og
av álvara gjørdist spennandi.
Har eru nógvir ymiskir persónar
og harvið enn fleiri persónlig
sambond, sum gera seg galdandi
í søguni, sum tað kann taka tíð
at fáa greiðu á. Tað sama við
staðsetingunum.
Tí er tað skiljandi, tá fólk siga,
at sendirøðin ikki fangaði, og
hatta ikki var nakað fyri tey. Her
plagi eg at spyrja, nær ketan leyp
av - og tá siga tey sum oftast, at
tey mistu tolið í øðrum ella triðja
parti. Men so er tað her, at eg
heiti á tey um at geva tí ein eyka
kjans, byrja á nýggjum og hyggja
at allari fyrstu sesong, áðrenn
tey geva upp aftur. Tá tað riggaði
hjá mær, sum annars altíð havi
verið skeptiskur um drama- og
fantasyrøðir, so eigur tað eisini
at rigga hjá øðrum. Um tað ikki
riggar, so kanst tú líka umhugsa,
at hetta altso er heimsins mest
umrødda sendirøð.
Søgan í stuttum
Sendirøðin gongur fyri seg í
onkrum sum líkist miðøldini í
heimspartinum "Westeros", sum
hevur sjey ríkir. Søgugongdin
tekur støði í dystinum um ta
sokallaðu Jarntrónina í býnum
Kings Landing - og tað eru fleiri,
ið meina seg hava einarætt til
trónina. Út frá hesum fylgja
vit fleiri valdsstríðum millum
einkultpersónar og sokallað
“hús”, umframt innanhýsis stríð.
Ein annar søgutráður gongur
fyri seg í kuldanum fyri norðan,
har menn halda vakt við einum
risastórum ísmúri. Teir halda
vakt, so tey fólkini og farligu
skapningarnir sum White
Walkers, sum liva norðan fyri
múrin, ikki koma suður um.
Samstundis fylgja vit teirru
vonu og avgjørdu Daenerys
Targaryen og hennara trimum
drekum í eini tíð, tá drekar
annars hildust at vera útdeyðir.
Hennara mál er at endurvinna
Jarntrónina, sum umstríddi
pápi hennara á sinni varð rikin
burtur frá.
Uttan at tríva í alla søguna, so
kann sigast, at í sjeyndu sesong
hittast fleiri av hetjunum, og
vónin um at alt nokk skal enda
lukkuligt birtist onkursvegna.
Millum annað møtir djarvi
kongurin av Norði, Jon Snow,
fyri fyrstu ferð Daenerys Tar
garyen. Jon Snow fortelur
henni um hóttandi herin av
White Walkers, sum eru ávegis
úr Norði og hava í hyggju at gera
av við alt, sum er livandi, á teirra
vegi. Tað verður greitt, at eitt
heilt serligt band er millum hesi
bæði, og hetta kemur óivað at
hava okkurt at siga fyri restina
Bíðitíðin er liðug:
NÚ BYRJAR GAME
OF THRONES
ENDILIGA AFTUR
Mánadagin 15. apríl verður hol set á áttandu og síðstu
sesong av populeru spenningsrøðini Game of Thrones