Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-11, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. apríl 2019síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2019 SOSIALURIN 43 25 standa fyri durum, og tær verða torførar, metir fráfarandi for­ maðurin. - Væntanirnar hjá lærar­um um hægri løn eru skrúv­að­ar upp orsakað av at sjúkra­røktar­ frøð­ingar og námsfrøðingar við verkføllunum í vetur fingu munandi lønarlyft, og lønar­ munurin tí er minkaður millum fak­bólkarnar. Hetta leggur trýst á felagið. Umframt hava vit ein truplan og óloystan spurning, sum er, at lærarar við ískoytisútbúgvingum ikki fáa førleikaviðbót ella løn samsvarandi ískoytis­út­búgv­ ingini. Hóast tað er bæði rætt og rímiligt, at tey fáa løn sam­ svarandi førleikum, so vita vit, at tað fer at skapa ónøgd millum limirnar, um so er at lærara verða ymiskt løntir. Lærarar í førleikastovum Ein annar spurningur, sum er átrokandi at loysa, er at nágreina arbeiðsøkið hjá lærarunum í før­ leikastovunum. - Av tí at lærarar í førleika­ stovunum onga arbeiðslýsing hava, so er trupult at avmarka arbeiðsuppgávuna, so hon svarar til tillutaðu tíðina. Tað ger, at lærarar eru undir stórum arbeiðstrýsti; teir skulu antin gera alt ella einki. Somuleiðis halda vit, at serlærarin, sum er leiðari í førleikastovuni, hevur leiðsluábyrgd og eigur at verða løntur samsvarandi. KT og skúlabókasavnsøkið Onnur mál, sum fara at mynda arbeiðið í nevndini komandi tíðina, verða óivað KT-økið og skúlabókasavnsøkið; tvey øki, ið hava fingið lítla og onga raðfesting frá almennari síðu, vísir Herálvur á. - Samanbera vit okkum við granna­londini, hava tey fyri langari tíð síðan sett í verk námsfrøðiliga tænastudepilin soleiðis, sum eisini okkara fólka­ skúlalóg ásetir, og sum skúla­ bókasavnið eigur at vera. Vit rað­festa og hugsa framvegis skúla­bókasavnið í siðbundnari merking, og tað er óskiljandi. Mentamálaráðið hevur heldur ikki, eins og onnur lond hava gjørt, orðað ein politikk, tá ið talan er um KT í fólkaskúlanum; vit kunnu ikki góðtaka í einum nútímans talgildum samfelag sum­ okkara, at vit soleiðis verða eftirbátur, tá ið talan er um KT í fólkaskúlanum. Nýggjar útbúgvingar av bóka- og KT- vørð­um og KT-ráðgevum eru átrokandi. Taka sær av løttum Herálvur er vorðin 62 ára gamal, og hann fer nú frá við eftirløn. - Eg eri millum teir síðstu tænastumenninar í lærara­ yrkinum. Tað krevur nógv at vera formaður, og eg haldi, at best er um ein finnur hurðina sjálv­ur. Eg haldi, at nú er best at nýggj eygu og nýggir tankar sleppa framat, sigur Herálvur. Fráfarandi formaður hevur ikki fleiri ítøkiligar ætlanir enn tað, at hann nú ætlar at taka sær av løttum. - Nei, eg havi ikki nakrar ávísar ætlanir. Fyrst og fremst fari eg at halda frí, sigur nú fráfarandi for­maðurin í Lærarafelagnum. Tað var ein sigur við seinasta lønar­sam­ ráð­ingar, at vit fingu lønarhækkingina í prosentum 320 limir vóru á fundi hjá Føroya Lærarafelag á Hotel Føroyum leygardagin