hósdagur 11. apríl 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2019
SOSIALURIN 43
24
FRANTS JENSEN
- Tað er tíverri ikki teir stóru
skúlapolitisku tankarnir, sum
mynda skúlapolitikkin í Før
oyum. Vit reka við streyminum
og gera so nøkulunda tað, sum
tey gera aðrastaðni. Í nógv størri
mun eru tað fíggjarkarmarnir,
sum mynda skúlapolitikkin,
sigur Herálvur.
Fígging í staðin fyri
skúlapolitikk
Hann harmast um, at kjakið í
samfelagnum í ov lítlan mun
snýr seg um yvirskipaðan skúla
politikk, og hvat vit vilja við
fólkaskúlanum.
- Hetta tíðarskeiðið, eg havi
verið í nevndini, hava vit vart
rættindi, meiri enn vit hava
vunnið rættindi, tí ágangurin
á lærarayrkið er stórur. Tá ið
eg tók við sum formaður í 2010,
varð farið undir stórar sparingar
á fólkaskúlaøkinum. Tá var fyri
fyrstu ferð nevnt í fíggjarlógini,
at bygnaðarbroytingar skuldu
gerast í fólkaskúlanum. Bygn
aðarbroytingarnar, sum hugsað
var um, vóru at leggja smærru
og miðalstóru skúlarnar niður
og at leggja skúlar saman, sigur
fráfarandi formaðurin.
Beint ímóti granskingini
- Hesar skriviborðsætlanirnar
fingu sum kunnugt ikki undir
tøku í nærumhvørvinum, og
bygnaðarbroytingarnar gingu
ikki sum ætlað. Tí var farið aðra
staðni at leita eftir sparingum.
Eitt av tí, sum tá stóð fyri
skotum, var arbeiðstíðin hjá
lærarum.
- Við tepru tímajáttanini
til skúlarnar hevur tað í ein
ávísan mun eydnast Menta
málaráðnum at gera seg
inn á arbeiðstíðaravtaluna
hjá lærarum, tí lærarar í
dag undirvísa størri part av
samlaðu arbeiðstíðini, enn teir
gjørdu áðrenn 2010. Tað mest
óhepna hevur verið, at tíðin
til lærarasamstarv, toymis
samstarv, felags fyrireiking og
skúlamenning er minkað niður
í flest øllum skúlum, hóast øll
gransking og nútímans skúla
tankar vísa, at hetta eru sera
týðandi lutir, sigur Herálvur.
Fólkaskúlin undirfíggjaður
Hann heldur, at taka vit ikki
annað skinn um bak, nærkast
vit tíðini aftur, har lærarar
undirvístu og einki annað.
- Eins og nógvir aðrir al
mennir stovnar er fólkaskúlin
undirfíggjaður. Tað hevur
Lærarafelagið gjørt vart við í
nógv ár, og hóast skúlastjórar
treyðugt siga tað alment, so eru
flestu teirra samdir um, at tíma
játtanin ikki røkkur til, at vit
kunnu hava ein so góðan skúla,
sum vit áttu at havt, sigur Her
álvur.
Lønarhækking í
prosentum - ein sigur
- Eg kann ikki siga, at eg havi
nátt øllum mínum málum. Eg
havi roynt at hildið stand, tí
ágangurin hevur verið stórur, og
fíggjarliga trýstið er stórt, sigur
Herálvur.
Hann gleðist tó um nakrar
sigrar.
- Tað var ein sigur við seinasta
lønarsamráðingar, at vit fingu
lønarhækkingina í prosentum.
Hetta var eitt bragd, sum var
sera týðandi fyri okkara limir,
sum fingu væl meira burturúr,
enn teir høvdu fingið, um talan
var um hækking í krónum og
oyrum.
Dagliga samskiftið við
limir hevur fylt nógv í for
mansarbeiðinum, og tað hevur
eisini verið gevandi, sigur Her
álvur Jacobsen.
- Vit hava eisini verið við til
at hjálpa nógvum einstøkum
limum, sum standa í eini keði
ligari støðu, til dømis vegna
sjúku, mistan arbeiðsførleika
ella annað. Tað hevur verið
gevandi, tí vit hava greitt nógvar
ivaspurningar og vunnið nógvar
”smáar” sigrar, og tað hava
limirnir verið takksamir fyri.
Glaður fyri akkers
læraraskipan
Hyggur Herálvur Jacobsen aftur
á formansskeiðið, eru tað nøkur
viðurskifti, felagið hevur stríðst
fyri og fingið framt.
- Akkerslæraraskipanin er
ein roynd at minka um hvøkk
in, sum flestu nýútbúnu lærar
arnir uppliva, tá ið tey byrja í
starvi. Nýútbúni lærarin fær
ein royndan lærara knýttan at
sær at vegleiða og ráðgeva um
spurningar í dagliga lærara
yrkinum. Hetta er ein neyðug
og gagnlig skipan, sum hevur
til endamáls at gera tað lættari
hjá nýútbúna læraranum at fóta
sær í lærarayrkinum.
- Eisini hevur flokslærara
arbeiðið í fyrsta flokki fingið ein
tíma afturat, men har er langt frá
komið á mál, tí lærarauppgávan
í innskúlingini er áhaldandi
vaksin.
Harðar lønarsamráðingar
fyri framman
Nýggja nevndin, sum tekur við
eftir komandi aðalfund, fær
úr at gera; lønarsamráðingar
ÁGANGURIN Á
LÆRARAYRKIÐ
ER STÓRUR
Formaðurin í Føroya Lærarafelag seinastu
átta árini, Herálvur Jacobsen, harmast
um, at tað fíggjarliga fyllir ov nógv í mun
til yvirskipaðan skúlapolitikkin
Hóast skúlastjórar
treyðugt siga tað
alment, so eru flestu
teirra samdir um,
at tímajáttanin ikki
røkkur til, at vit kunnu hava ein so
góðan skúla, sum vit áttu at havt.
Herálvur Jacobsen, fráfarandi formaður í Føroya Lærarafelag