hósdagur 11. apríl 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2019
SOSIALURIN 43
23
Komandi partur
Vegna páskirnar kemur seinni partur um
hesa vanlukku um 14 dagar. Aftaná verður
eisini ein minningargrein um General Gordon
gjøgnum skeilettið ein av monn
unum á dekkinum siga: „Nú enda
vit har, sum „Anna“ fórst fyri
tveimum árum síðan.“
Men tá kom ein so fræg ond, at
teir fingu vind í seglini og sluppu
út frá.“
Tað er tískil væl hugsandi, at
streymurin hevur gjørt sítt.
Líkini koma í land
Dimmalætting skrivar, at„ danski
gesanturin í Reykjavík tann 5.
apríl, dagin eftir vanlukkuna,
hevði verið úti við vrakið. Skipið
var smildrað, bara dammurin
var heilur. Seks lík vóru funnin
í fyrsta umfari umframt navna
brettið.
Um tilgongdina hesa van
lukkunátt veit sjálvsagt eingin.
Rovini liggja 4½ sjómíl frá Reykja
nesi, og hetta er óreint farvatn
sjálvt fyri kunnigar menn. Vitin
sæst heldur stutt, og helst man
tað hava verið so tjúkt í veðrinum,
at teir ikki hava borið eyga við
hann.“
Sum tað sæst, komu í fyrsta
umfari seks lík á land. Fyri jarðar
ferðina komu trý afturat. Dimma
lætting skrivaði, at av hesum eru
bara tey sjey eyðmerkt. Tofta
maðurin Mathias Jacoben var í
Reykjavík hesa tíðina og hjálpti
til at eyðmerkja toftamenninar.
Aftaná jarðarferðina komu
fimm lík aftur at á land, og tey
eru so jarðað so hvørt í somu grøv
sum hinir.
Eftir sótu sjey einkjur og 27
faðirleys børn, minst tvey onnur
børn vóru á veg. Flestu menninir
vóru av Toftum og úr Leirvík.
Men annars vóru teir av Skála, úr
Saltnesi, Syðrugøtu, av Strondum
og úr Kollafirði. Allir menn í besta
aldri úr 14 upp í 40 ár.
Kom ein maður
livandi á land?
Jan Toftegaard róði út í Grindavík
eina ferð í 60-árunum. Hann ar
beiddi tá saman við manni, sum
var smádrongur í 1924.
Hann var henda dagin, „Anna“
var farin, saman við einum
beiggja farin oman í fjøruna at
leita eftir reka.
Tá komu teir fram til staðið,
har „Anna“ var farin á land. Skipið
var sundursmildrað, og teir koma
fram á líkini, sum vóru rikin upp
á land. Men teir mintust eitt av
líkunum, sum var komið nakað
langt niðan frá sjóvarmálanum
heilt upp undir bakkan. Teir hildu
hetta benda á, at hesin maður
var komin livandi á land. Tað er
eydnast honum at koma niðanfrá
og er so seinni deyður.
Hann var í oljuklæðum, men
hann hevði fingið ein snudd í
tinningin. Hetta var tann 14 ára
gamli Hans Andreas Hansen úr
Saltnesi. Hann var kendur at vera
góður svimjari.
Jarðarferðin
Danski sendiharrin skipaði fyri,
at tey skuldu verða jarðað í
Reykjavík, og bilur kom eftir lík
unum.
Teir fyrstu níggju menninir
vórðu jarðaðir úr dómkirkjuna í
Reykjavík tann 11. apríl.
Um jarðarferðina skrivaðu
Dimmalætting og FF-blaðið í
apríl:
„Henda jarðarferðin man hava
verið ein av teimum størstu og
hátíðarligastu her í býnum.
Dómkirkjan var fylt út í dyr, og
líkfylgið út í kirkjugarðin var av
teimum allarstørstu.
Millum teirra, ið fylgdu, vóru
ráðharrar Íslands, danski ráð
harrin í Íslandi, Reykjavíkar
býarstjórn og borgmeistari, em
bætismenn, útlendskir konslar og
umboð fyri ymisk feløg og fleiri.
Sjómannafelagið, Skipsstjóra
felagið, danska felagið og ein
stakir menn høvdu sent krans til
allar kisturnar, ið vóru fagurliga
skrýddar við kransum og blómum
í ymsum litum.
Okkurt um 200 føroyskir sjó
menn við 11 skipum, sum lógu
inni, fylgdu.
Fyri taluna varð sungin sang
urin: „Jeg lever og ved“.
Presturin í Dómkirkjuni Bjarni
Jónsson talaði, og tekstur hans
ara var:
„Der er kun et Trin imellem
mig og Døden.“
Og sum hann segði:
„Dette bliver vi mindet om i
Dag i en vemodig Afskedsstund,
hvor 9 af de 17 Fiskere, som om
kom for et par Dage siden, nu
bliver stedt til Hvile, og selv om
de nærmeste bor i det fjerne,
saa er dog her forsamlet en stor
Skare af deres Landsmænd og
Venner, som sammen med os,
som hører hjemme her, beder for
de bedrøvede Venner, som sender
deres Tanker herhen i denne
Stund. Vi føler med dem, idet vi
velsigner Mindet om de kære
Sømænd, som har kæmpet den
bitre Strid. Her staar vi overfor
Sønner af vort Broderfolk, og
med vemodig Sorg følger vi dem
til deres sidste Hvilested paa den
islandske Kirkegaard.“
Aftaná taluna varð sungin:
„Hvilken Ven vi har i Jesus“.
Føroyskir fiskimenn
bóru sínar landsmenn
Allar kisturnar vóru bornar í
kirkjugarðin av føroyskum fiski
monnum við tónunum til „Dejlig
er Jorden“.
Christiani Clementsen á Sandi
f. 1904 greiddi í Siglingarsøguni
frá jarðarferðini. Christian var
við „Skarstein“, eitt av føroyska
skipunum, sum vóru á Reykjavík
hendan dagin.
Skipað varð soleiðis fyri, at 12
menn skuldu stilla seg við hvørja
kistu, seks skuldu bera, og hinir
skuldu vera klárir at skifta. Borið
varð allan vegin frá dómkirkjuni
og í kirkjugarðin.
Okkara manning var við ta
einu kistuna. Meistari okkara,
Tummas hjá Postmanninum í
Trongisvági, og eg skiftust um at
bera ta einu honkina.
Í kirkjugarðinum helt trúboðin
Alfred Petersen stutta talu. So
varð sungin:
„Til Himlene rækker din Misk
undhed Gud“.
Kisturnar fóru allar í eina
felags grøv. Her hava ikki verið
jarðaðir so mangir menn síðan í
1906, tá ið tann stóra vanlukkan
var við Viðoy, ein oyggj beint við
Reykjavík. Øll fløgg í Reykjavík
vóru á hálvari stong.“
Morgunblaðið hevði eisini
frásøgn frá vanlukkuni og jarð
arferðini. Sagt verður, at tað
var ikki óvanligt, at fremmandir
fiskimenn vórðu jarðaðir í Íslandi.
Men serliga sárt var tað, tá ið tað
vóru føroyingar. Teir vóru meira
at kalla næstringar. Tí vóru
nógvir íslendingar, sum høvdu í
huga føroysku mammuna, sum
misti sín son, konuna, sum misti
sín mann, og børnini sum mistu
pápan. Alt hetta visti tey so væl
um í Íslandi eisini. Tí varð eisini
heitt á fólkið í Reykjavík um
fylgja fyri at vísa sína samkenslu.
Aftaná minningargudstænastu
í Dómkirkjuni bjóðaði kendi
leiðarin í KFUM, Fríðrik Fríðrik
son, til kaffi á KFUM har føroyska
sjómansmissiónin byrjaði í 1923.
Eingin íslendingur fór inn í
kirkjuna, fyrr enn føroyingarnir
vóru inn farnir og sessaðir. Kirkj
an var stúgvandi full, og nógv fólk
stóð uttanfyri. Um kvøldið var
minningargudstænasta í dóm
kirkjuni, og haðan bjóðaði Fríð
riksson, KFUM maðurin, okkum
øllum út á KFUM til kaffi.
Seinni kom gravsteinur á grøv
ina. Hann var fingin av Veðranesi
við Selatrað.
Fyri nøkrum árum síðan varð
eisini sett ein pláta við nøvnunum
við steinin.
Minningarhald í Føroyum
FF-blaðið skrivar annars tann
18. apríl 1924, at sama kvøld, sum
teir, ið sjólótust við „Onnu“, vórðu
jarðaðir í Reykjavík, varð hildin
syrgigudstænasta til teirra minni
í Havnar kirkju.
Henda gudstænasta var
sprottin av eini trongd til at sýna
samsyrging hjá havnarfólki – ja,
hjá øllum Føroya fólki – við tey,
sum sorgin rámti beinleiðis.
Prósturin Jákup Dahl talaði út
frá Sálmi 95, 3-7:
„Tí ein veldigur Guð er Harrin,
drottin mikil yvir øllum gudum;
jarðarríkis dýpi eru í hendi hans,
hann eigur fjallanna tindar. Hans
er havið, sum hann hevur skapað,
tað fasta landið hans hendur
gjørdu. Komið, fallum niður og
boyggjum vár knæ, nígum fyri
Harranum, skapara várum! Tí at
hann er vár Guð, og vit eru tað
fólk, sum hann gætir, tað fylgi,
sum hond hans røktar!“
Sama dag varð eisini hildin
minningargudstænasta í Nes
kirkju, har Vilhelm Nielsen talaði
út frá Sálmi 62, 2-3:
„Eina fyri Gudi er sál mín still;
frá Honum kemur frelsa mín.
Eina Hann er klettur mín og frelsa
mín, borg mín; eg skal ikki vikast
nógv.“
Aftaná jarðarferðina var samkoma í KFUM, har
føroyska sjómansmissiónin byrjaði í 1923.
Skiparin á Onnu, Theodor Poulsen, saman við
konunu, Onnu, saman við børnum.
Grøvin hjá manningini á Onnu. Nøvnini standa á plátuni
vinstrumegin. Jákup Mikal Mikkelsen, sum misti pápan,
áðrenn hann var føddur, setti hendan stein í 2008.