Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-11, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. apríl 2019síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2019 SOSIALURIN 43 35 JÓANNES HANSEN T rý lið, sum í gjár­ kvøldið vóru við í lutakastinum um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í fjórðingsfinalunum, hava ongantíð vunnið løg­mans­ steypið. Felags fyri tey bæði er, at tey hava verið í finaluni uttan at vinna. Eitt er B68, sum tíðliga miku­ dagin vann 4-0 ímóti Royn í Trongis­vági. Avrikið mikudagin bendi ikki á, at toftamenn fara at vinna seg í finaluna í ár. Einaferð hevur B68 verið í steypafinaluni. Tað var í 1995, tá ið teir taptu 3-1 ímóti HB. Eitt annað er B71, sum miku­ kvøldið vann 1-0 ímóti ÍF. Hetta var mest óvæntaða úrslitið miku­dagin. Clayton Soares, sum hevur skorað nógv mál fyri ÍF, var einasti málskjúttin. Úrslitið er órógvandi fyri fuglfirðingar, tí síðsta leygardag tapti B71 9-1 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá KÍ. B71 hevur tvær ferðir ver­ið í steypafinaluni. Fyrra ferðin var í 1989, tá ið fína B71 liðið vann FM. Tá var neyðugt við tveimum finalum mill­um B71 og HB. Tann fyrra endaði 1-1, meðan HB vann tað seinnu 2-0. B71 var aftur í finaluni í 1994, tá ið tað endaði við 2-1 tapi ímóti KÍ. Triðja liðið er Skála, sum ongan­tíð áður hevur verið í finaluni. Mikukvøldið vann Skála 1-0 ímóti AB, sum síðstu løtuna pressaði fyri at javna leiðsluna, ið Andreas Egeberg Jacob­sen hevði vunnið Skála. Hetta var fyrsta málið hjá honum á besta Skála liðnum. Langt síðani seinast TB og HB hava bæði leingi bíð­ að eftir finalusigri í steypa­ kappingini. Mikudagin spældi TB seg í fjórðingsfinaluna við 2-1 sigri ímóti grannunum í FC Suðuroy. Dómaraseðilin vísir, at ein á liðinum hjá FC Suðuroy var nakrar dystir á besta liðnum, tá ið suðuroyingar í fjør høvdu felags lið. Tað var Rani Johansen. TB hevur ongantíð vunnið løg­mans­steyp­ ið. Síðsta ferðin, at TB vann steypa­kappingina, var í 1977. Tá var talan um heilt minnisríka finalu. Hon fevndi um tveir dystir og var millum grannarnar TB og VB. Vágbingar vunnu 3-1 á Sev­mýri og vóru tískil roknaðir at vera stórfavorittar undan seinnu finaluni, sum var á Vágs­ eiði. Tá vann TB 3-0! HB tryggjaði sær mikudagin pláss í fjórðingsfinaluni við at vinna 2-1 í Gundadali ímóti NSÍ. Sigursmálið varð skorað í síðstu løtu. Tað var týdn­ ingar­mikið fyri HB at vinna í van­ligari leiktíð. Longd leik­ tíð kundi verið óheppin fyri landskappingardystin sunnu­ dagin í Trongis­vági. Hóast HB hevur vunnið steypakappingina nógv flestar ferðir, so eru tað nú fimtan ár síðani, at HB vann finaluna. Í 2004 vann HB 3-1 ímóti NSÍ í finaluni. Síðani hevur HB tapt tríggjar finalur – í 2007, 2014 og 2018. Minnisríkir sigrar KÍ setti øll segl fyri á útivølli ímóti Undrið, sum legði rygg til 13-1 tap. Jonn Johannesen og Patrik Johannesen vóru fyrstu ferð millum KÍ málskjúttarnar. Jonn Johannesen skoraði fýra mál og Patrik Johannesen skoraði hattrikk. KÍ vann minnisríka finalu í 2016. Tað var eftir longda leiktíð og brotssparkskapping ímóti Víkingi. B36 vann mikukvøldið 4-0 í Gundadali ímóti 07 Vestur. Árni Frederiksberg skoraði tvey mál. Annað var ein sonn perla. Í fjør vann B36 framúr minnisríka finalu ímóti HB, sum í longdu leiktíðini spældi við ellivu ímóti níggju, men ikki megnaði at vinna. So var neyðugt við brotssparkskapping, sum B36 vann. Víkingur vann tryggan 6-2 sigur í Hólmanum á Eiði mikukvøldið. Spælbýtið var ikki so ójavnt. Men víkingarnir vóru eirindarleysir, tá ið teir sektaðu persónlig mistøk hjá heimaliðnum. Víkingur vann allar fýra steypafinalurnar í tíðar­skeið­ num 2012 til 2015. ÍTRÓTTUR Løgmanssteypið: DROMYA UM FYRSTA FINALUSIGURIN Men alt bendir á, at steypavinnarin í ár verður eitt lið, sum áður hevur verið steypavinnari Royn – B68 0-4 (0-1) 0-1: Otto Reinert Petersen 18. 0-2: Debes Danielsen br 53. 0-3: Áki Johannesen 58. 0-4: Debes Danielsen 87. HB – NSÍ 2-1 (0-0) 1-0: Jógvan Skeel Nolsøe 65. 1-1: Klæmint A. Olsen br 87. 2-1: Pætur J. Petersen 91. Undrið – KÍ 1-13 (0-7) 0-1: Jonn Johannesen 3. 0-2: Patrik Johannesen 7. 0-3: Jonn Johannesen 11. 0-4: Patrik Johannesen 24. 0-5: Jonn Johannesen 27. 0-6: Patrik Johannesen 32. 0-7: Boris Dosljak 45. 0-8: Patrik Johannesen 51. 0-9: Jóannes Bjartalíð br 56. 0-10: Jóannes K. Danielsen 58. 0-11: Jóannes K. Danielsen 61. 0-12: Jóannes Bjartalíð 64. 1-12: sjálvmál 68. 1-13: Jonn Johannesen 78. Skála-AB 1-0 (0-0) 1-0: Andreas Egeberg Jacobsen 68. TB – FC Suðuroy 2-1 (1-0) 1-0: Dánjal Godtfred 9. 2-0: Nikolei Johannesen 64. 2-1: Dávid Lisberg 66. B71-ÍF 1-0 (0-0) 1-0: Clayton Soares 52. EB/Streymur – Víkingur 2-6 (1-3) 0-1: sjálvmál 8. 1-1: Steffan Løkin 16. 1-2: Atli Gregersen 32. 1-3: Philip Djordjevic 45. 2-3: Steffan Løkin 48. 2-4: Adeshina Lawal 68. 2-5: Gunnar Vatnhamar 75. 2-6: Adeshina Lawal 80. B36 – 07 Vestur 4-0 (1-0) 1-0: Árni Frederiksberg 14. 2-0: Árni Frederiksberg 57. 3-0: Brian Jakobsen 65. 4-0: Ragnar Samuelsen 90. Vinnarar av løgmans­ steypinum 2000 – 2018 2018 B36 2017 NSÍ 2016 KÍ 2015 Víkingur 2014 Víkingur 2013 Víkingur 2012 Víkingur 2011 EB/Streymur 2010 EB/Streymur 2009 Víkingur 2008 EB/Streymur 2007 EB/Streymur 2006 B36 2005 GÍ 2004 HB 2003 B36 2002 NSÍ 2001 B36 2000 GÍ