Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-11, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. apríl 2019síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2019 SOSIALURIN 43 36 SJÚRÐUR HILDARSON HOYDAL - KIEV K nappur minuttur er leikt­ur av dystinum mill­um Føroyar og Ukraina í Kiev miku­ kvøldið. Føroyar hava havt bóltin frá dystarbyrjan, og byggja hóvliga spælið upp. Rói Berg Hansen fer í yvirgongd og ukrainska verjan verður flutt. Peter Krogh fær bóltin mitt fyri og sær at har er bara ein leikari frammanfyri seg. Føroyski stór­ skjúttin bjóðar av, ger eina lítla fintu við fótunum og so leypir hann upp eitt fet uttan fyri tríggjarmeturin og høggir bóltin fram við verjuleikaranum og inn aftanfyri málverjan. 1-0 til Før­oyar, og fyrsta álopið hevur eydnast. 11 minuttir á høgum altjóða støði Tað fara tey næstu álopini eisini at gera. Nicklas Selvig skorar spískt til 2-1 áðrenn Kjartan Johan­sen er óheppin at raka stong­ina, tá ið hann skal økja um munin. Lítla løtu seinni hevnir føroyski høgri bakkurin seg, og høggir eitt langskot inn til 3-2 til Før­oyar. Og høgra síðan heldur fram. Kjartan Johansen spælir Nicklas Selvig til enn ein spískan møgu­leika, ið verður avgreiddur á besta hátt. Eftir seks minuttir raka føroyingarnir stengurnar fyri aðru ferð í dystinum, tá ið Nicklas Selvig sendir brotskast upp undir tvørtræið. Hetta slær ikki føroyingarnar út. Kjart­an Johansen sendir enn eitt framúr hoppiskot í málið, og føroysku áskoðararnir sita við kensluni av, at vit koma til møgu­leikar í hvørjum álopi. Og kenslan styrknar tá ið Jónas Djur­huus setur eitt hoppiskot inn av miðjuni. Nú kunnu før­oy­ing­arn­ ir droyma um enn eitt bragd, og enn meira tá ið 11 minuttir eru leikt­ir verða ukrainar revsaðir fyri at renna ov seint aftur, so at Nicklas Selvig sleppur aftur til møguleika, ið hann tekur av. Verjan kemur ikki á sama støði sum álopið 11 minuttir eru farnir við framúr før­oyskum álopsspælið, men í hin­um endanum hevur verið truplari. Ukraina kemur við ein­um øgiligum trýsti, aloftast frá sera tunga, men kvika, vinstra bakkinum, Ostrousko, ið ferð eftir ferð leggur leggur fyrsta trýstið inn á høgru síðu av føroysku verjuni. Eftir fyrsta trýstið flyta ukrainar seg kvik­liga og senda bóltin neyvt ímillum sín, og teir finna møgu­leik­ar hvørja ferð. Støðan er um hetta mundið 7-6 til Føroyar, men nú fara ukrainar at fáa fatur í føroyska álopi­num. Serliga verður forðað fyri langskotunum nú, og tá ið før­oyingarnir royna at taka ukrainar á bóli við flúgvara, er av­greiðslan ikki nóg neyv, og ukrainar revsa eirindaleyst við høgra bakkinum, Onufriyenku á odda. Ukraina leggur seg á odda fyri fyrstu ferð í dystinum við 7-8. Føroyski bonkurin svarar skjótt aftur og tekur time-out. Hetta riggar ikki í fyrstu atløgu. Støðan gerst 7-9, men so sæst ein vegur at taka tamarhaldið á dysti­num aftur. Ukraina fær fyrstu útvísingina í dystinum, men hetta verður yvirhøvur ikki gagn­nýtt. Ukraina leggur seg trý mál fram um, og her liggur dyst­ urin eina løtu og dandar ímillum tvey og trý mál á muni. Ukrainar óhugnaliga neyvir Vit tykjast at hava fótað okkum aftur, men óhugnaligi neyvleikin í ukrainska álopinum heldur fram. Føroyska verjan flytir seg við ukrainsku skiftunum í løt­um, men so skjótt ein før­oysk­ur fótur fer skeivan veg, revsa royndu ukrainar alt fyri eitt. Føroysku leikararnir gerast nakað ørkymlaðir, tá uppgávan gerst alsamt meira ógjørlig. Móti endanum av hálvleikinum tykist tað sum ukrainska álopið er støðugt eitt fet frammanfyri før­oysku verjuna, og úrslitið ber boð um hetta. 12-17 til Ukraina í hálv­leikinum. Hetta eftir ein hálvleik, har før­oyska álopsspælið hevur verið sera skilagott. Liðið hevur dugað sera væl at finna sær røttu møguleikarnar, har serliga før­ oysku bakkarnir, Peter Krogh, Jónas G. Djurhuus og Kjartan Johansen hava staðfest at teir kunnu skjóta úr fjarstøðu. Hetta er umráðandi, tí við hesi hóttan­ini kemur eisini meira pláss ímillum verjuleikararnar, og føroyska álopið fær góðar treytir. Men seinna helmingin av hálvleikinum, verður brent eitt vet ov illa, og ein situr við kensluni av at tað bert er hepni, ið vantar. Í hinum hin­ um endanum eru treytirnar ikki góðar, og hava føroysku mál­verjarnir fáa ikki fatur á ukrainsku langskotunum. Bæði Niklas Simonsen og Nicholas Satchwell hava verið nær við í fleiri førum, men ov ofta eydn­ast bert at streyfa bóltin áðrenn hann fer innum. Kennist sum at fáa ein frammaná í seinna hálvleiki Vónin birtist um at eydnan fer at venda, tá ið ukrainski ÍTRÓTTUR Føroyska manslandsliðið hevði hugflog, neyvleika og skotstyrki í fyrra hálvleiki ímóti Ukraina mikudagin. Men ukrainska landsliðið hevði alt hetta og meira afturat, og at enda gjørdist talan um eitt nakað vónbrótandi úrslit í fyrra dystinum av tveimum ímillum londini bæði FRAMÚR FØROYSKT ÁLOP – MEN BERT Í 30 MINUTTIR