Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-11, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. apríl 2019síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2019 SOSIALURIN 43 37 s t ó r ­s k j ú t t ­ in, Onufriyenku skýtur oman­fyri og Kjartan Johansen hepnast við einum skotið úr fjar­støðu, við byrjan av seinna hálv­leiki, men gleðin er heldur stokkut. Føroyingarnir royna við at fara fram á vøllin, og tað sær gott út eina løtu. men ukrainska spæl­ið er ov góðskuríkt henda dagin. Júst sum tað tykist at ukrain­ar eru fastir, so finna teir eina loysn. Millum annað tá ið strikuspælarin hjá teimum verður hildin av trimum før­ oy­ingum, men kortini fær slept hann til ein liðfelaga aðrastaðni á strikuni. Hetta er sum at fáa ein frammaná hjá føroyingunum. Neyva ukrainska álopið heldur fram, og í hinum enda­num hava føroyingarnir onga eydnu longur. Føroyskur málturkur í 12 minuttir Ukrainski málverjin fer at bjarga fyri so at siga øllum roynd­um. Peter Krogh ger støðuna til 15-21 eftir knappar sjey minuttir, men so ganga næstan 12 minuttir uttan før­ oyskt mál, áðrenn Kjartan Johan­sen setur brotskast í netið til 16-24. Hetta er serliga iðrandi tá ið føroyingarnir í júst hesum tíðarskeiðnum eydn­ ast við verjuni eina løtu, men samstundis er tað ringasta løtan hjá føroyska álopinum. Góðir tíggju minuttir resta nú í, og øll hava ásannað at dysturin er avgjørdur. Føroyingarnir royna at stríðast, men vónbrotið lýsir úr eygunum, og seinasta løtan skal bert ganga uttan ov nógv hóvasták. Endin verður ein greiður ukrainskur sigur við úrs­litinum 30-19, í einum dysti, har ukrainar vístu sera gott hond­bólts­spæl. Føroyingarnir kunnu samstundis iðra seg um trupul­leikar í verjuspælinum, men ugga seg við flottum álops­ hond­bólti í fyrra hálvleiki. Skulu reisa seg aftur Liðini hittast aftur leygar­ dagin á fyribils føroyska heima­vøllinum, Royal Arena í Keypmannahavn. Tað er trupult at droyma um stig, tá ið vit nú hava sæð við egnum eygum ukrainsku dygdirnar, men vónin er at føroysku leikar­ar­nir fara at duga at brúka heima­vøllin til sín fyrimun. Tá fer alt at snúgva seg um at fyrst og fremst finna fram aftur góða álopið frá fyrra hálvleiki, men møguliga eins nógv at steðga ukrainum, tá ið teir krossa og skifta frammanfyri føroysku verjuna. Tað er lætt at siga hjá eyg­leiðarum, at leikararnir bert skulu takkla og steðga spælinum oftari, men føroyska landsliðið noyðist at fáa fleiri hendur á mót­støðumenninar. Lykilin til hetta er rætt og slætt, tað ið verður rópt ‘timing’ í hondbólti. Ukrainska landsliðið vísti seg at hava hetta í ólukkumát. Vónandi fáa føroyingarnir íblástur av hesum. SJURDUR@SOSIALURIN.FO Ukraina – Føroyar 30-19 (17-13) FØROYAR: JÓNAS GUNNARSSON DJURHUUS 5, NICKLAS SELVIG 5, KJARTAN JOHANSEN 4, PETER KROGH 3, RÓI BERG HANSEN 1, HANS ELI SIGURBJØRNSSON 1. UKRAINA: ONUFRYIENKO 6, KOZAKEVICH 5, OSTROUSHKO 4, ZHUKOV 4, DENYSOV 3, TILTE 3, AKIMENKO 2, GURGOVSKY 2, DOROSHCHUK 1. Fitt av ukrainskum áskoðar­ unum vóru til dystin í Kiev, og millum tey stóðu sjey før­ oyskir fjepparar og róptu her­ róp allan dystin. Føroysku áskoðararnir hoyrdust væl fyrstu løtuna, og hýrurin var eisini góður tá ið spælið á vøllinum eydnaðist. Eftir einum tíggju minuttum hoyrd­ust føroyingarnir tó einki serligt longur, tí at heimaáskoðararnir vóru veruliga farnir at fjeppast nú. Soleiðis ljóðaði tað í øllum før­um. Men veruleikin var ein annar. Ein hallarrøðari skip­ aði fyri herrópum – hetta er vanligt í hondbólti – men tey, ið tóku undir vóru ikki vanligir áskoðarar. Tað hoyrdist týði­ liga at ukrainski gangurin kom úr hátalarunum í høllini. Før­oysku áskoðararnir kendu hetta sum eina roynd at køva føroysku herrópini, og hetta eydnaðist eisini, tí hátalar­ arnir vóru skrúvaðir so hart frá, at mannamál kundi ikki hoyrast í høllini. Ein heldur margháttligur fram­ferðarháttur, ið neyvan hevur verið at sæð ofta áður í føroyskum landsdystum. Leygar­dagin eiga Føroyar heima­vøll, og nógvir føroyskir fjeppar­ar væntast í høllini í Keyp­mannahavn. Føroysku leikar­arnir ynskja sær helst at før­oysku herrópini ikki fáa tørv á hátalarum. At føroyska spælið var betri í fyrra hálvleiki sæst aftur á almennu hag­tølu­num hjá evro­piska hond­bólts­sam­ bandinum. Hyggja vit eftir fyrra hálv­leiki, so fáa Føroyar mál burtur úr 12 av sínum 18 roynd­um. Hetta er 67 prosent. Í seinna hálvleiki fellur hetta talið til 35 prosent, ella sjey mál úr 20 royndum. 35 pro­ sent í effektiviteti er ikki nóg mikið í hondbólti, men 67 pro­ sent er sanniliga á eini leið, so tað snýr seg hjá føroysku leikarunum at finna aftur til tann neyvleikan, ið valdaði í fyrra hálvleiki. Savnaða talið fyri dystin sigur at Føroyar fingu mál burtur úr júst helvt­ini av sínum royndum, og tað er fyrst og fremst hetta talið, ið skal betrast. Ukrainar vóru óvanliga neyv­ir. 85 prosent av ukrainsku royndunum endaðu í málinum í fyrra hálv­leiki, og hetta verður sjáld­an gjørt betri. Savnaða tal­ið fyri dystin er 73 %, ið eisi­ni er nakað høgt, hóast als ikki óhoyrt. Ukraina brúkti ‘playback’ móti føroysku fjepparunum Hetta siga hagtølini um neyvleikan