Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-11, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. apríl 2019síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2019 SOSIALURIN 43 38 TRÓNDUR ARGE T að verður fult umfar í Betri deildini hjá monnum sunnudagin. Tvær topp-fimm upp­ gerð­ir eru á skránni. Oddaliðið, B36, er á vitjan í Sarpugerði, meðan KÍ og NSÍ møtast í Klaks­ vík. HB er í Trongisvági, meðan ÍF fær vitjan av Skála. Á Eiði er botn­uppgerð millum EB/Streym og AB. Tað er ein møguleiki fyri, at kapp­ingin byrjar at skrædna, um lið sum HB, Víkingur, EB/ Streymur og ÍF liggja eftirá sunnudagin. KÍ-NSÍ (Beinleiðis á FM1) Sunnudagin klokkan 15.00 DÓMARI: PETUR REINERT Hetta er væl dysturin um at bjóða av í FM-stríðnum. KÍ hevur átta stig, meðan NSÍ hevur sjey stig. Tey hava fingið eina góðkenda byrjan upp á lands­kappingina. KÍ hevur ikki tapt enn, og tað er eisini eitt góðkent úrslit sunnudagin, men skal KÍ vinna FM í ár, so skulu onkrir sigrar í hús í topp-fimm upp­gerðunum. Hetta er ein møguleiki, nú NSÍ hevur spælt við fullari ferð miku­dagin, meðan KÍ vann heili 13-1 á Undrinum. Deni Pavlovic, Tor­bjørn Grytten og Ólavur Nicla­sen eru allir í spæl til dystin, meðan Óli Ey. Poulsen ikki verður tøkur. NSÍ vísti seg frá síni góðu síðu, tá liðið skoraði fýra ferðir í fyrra hálvleiki móti Vík­ ingi. Málverjin og miðverjan stóð stinn, meðan Magnus Hendriksson, Peder Nersveen og Jann Martin Mortensen vóru omaná á miðjuni. Runavíkingar hava verið verju­kendir í útgangsstøði. Tí kann hetta blíva ein líknandi dystur, sum teir móti HB, har tað er endað 1-1 og 1-2. Í báðum før­ um hevur verið talan um dystir, har NSÍ spælir upp á skjótálop. Hetta hava KÍ og Mikkjal Thomas­sen langtsíðani lisið, og fara ikki at lata seg lokka. Hesin dysturin hevur brúk fyri einum máli í fyrra hálvleiki, um tað skal blíva ein málríkur dystur. Um ikki, so verður talan um ein taktiskan og spennandi dyst, sum tó ikki kemur at kasta nógv mál av sær. SOSIALURIN TIPPAR: 1-1 Víkingur-B36 Sunnudagin klokkan 15.00 DÓMARI: DAGFINN FORNÁ Oddaliðið er á vitjan í Sarpugerði, har heimaliðið er trýst til at fáa í minsta lagi stig. Víkingur hevur tapt tveir av teimum trimum topp-fimm uppgerðinum higar­ til. Javnleikurin móti KÍ var á góðari leið, men bæði móti HB og NSÍ blivu víkingarnar spældir av vøllinum í einum parti av dysti­ num. Tað ger góðan mun, at Atli Greger­sen er við aftur, eftir at hann bleiv útvístur móti HB. Hann manglaði av álvara í, tá NSÍ fýra ferðir skoraði í fyrra hálvleiki leygar­kvøldið í 4. umfari. Liðskiparin kann tó ikki gera alt einsamallur, tí Víkingur hevur eisini havt ein stóran trupulleika á miðjuni, har nýggi spælari, Milan Svojic, ikki hevur funnið seg til rættist. Saknurin er stór­ ur eftir spælarum sum Hans Jørgen Djurhuus, Fróða Benja­min­sen og Sorin Anghel. S t ó r a avbjóðingin hjá gestun­um er langi skaðalistin, men higar­til hevur tað bara gingið væl. Fyrstu tríggir sigar­ nir komu móti botn- fimm frá í fjør. Tí var stóra av­bjóð­ingin sunnudagin, tá granna­ upp­gerð var á skránni í Gunda­dali. B36 tók av og vann 2-1. Víkingur letur mál inn í løtuni, meðan B36 við Árna Frederiks­ berg hevur ein avgerandi spælari. Hinvegin, so er Andreas Lava Olsen og Adeshina Lawal eitt makkarapar, sum ein hvør verja fær trupulleikar av. SOSIALURIN TIPPAR: 2-2 TB-HB Sunnudagin klokkan 15.00 DÓMARI: EILER RASMUSSEN TB hevur fingið eina frálíka byrjan upp á kappingarárið. Sjey stig av 12 møguligum er góðkent. Nú koma so stóru av­ bjóðingarnar, har aldurs­for­setin skal møta topp-fimm feløg­un­ um. Komandi fimm dystirnir eru móti HB, Víkingur, KÍ, NSÍ og B36. Øll stigini, sum TB fær í hesum tíðarskeiðinum, eru bonus-stig. Gestirnir úr HB eru kroystir til sigurs. Eftir ósigurin fyri B36 er langt upp til grannarnar, ið hava fult stigatal. HB hevur nú spælt teir torførastu dystir­nar á pappírinum í fyrsta trið­ingi­ num. Nú koma fimm dystir móti botn-fimm. Ikki við: Jákup Pauli Breckmann (lærkrikin 1-2 vikur), Jógvan Jóannesarsson (knæið, 3-4 vikur), Hans Jákup Annfinsson (burturstaddur), Leivur H. Joensen (burturstaddur) Ivasamur: Bárður Olsen (baklærið), Jobin Drangastein (hælsinan), Rógvi Poulsen (fóturin), Mikkjal T. Hentze (knæið), Tóki á Lofti (knæið) Við aftur: Bjarki Nielsen (leikbann) Ikki við: Rói Mørk Hentze (knæskaði 3-5 vikur), Símun Rógvi Hansen (Krossband 1-2 mðr), Róaldur Jakobsen (langtíðarskaddur), Erlendur Magnusson (langtíðarskaddur), Hannes Agnarsson (lærskaði, 4 vikur), Hugin Samuelsen (knæskaði, 2-3 vikur) Ivasamur: Magnus Holm Jacobsen (lærkriki), Alex Mellemgaard (fótskaði), Michal Przybylski (knæ) Ikki við: Andras Olsen (krossbandið, úti fyri árið), Jóhannes Hansen (krossbandið, mánaðir), Arnar Dam (knæið, úti í vikur), Leif Niclasen (fóturin, óvist), Niklas Kruse (fipur, 2-4 vikur) Ikki við: Brynjar Hlöðversson (leikbann, 4 gul), Tróndur Jensen (lærið, 2-3 vikur) Lasse T. Andersen (lærið, 1-2 vikur), Ari M. Olsen (1-2 vikur, fóturin) Við aftur: Sebastian Pingel Ikki við: Tóri Traðará (knæið, óvist) LIÐ TÍÐINDI B36 ÍF HB AB EB/STREYMUR ÍTRÓTTUR Upptakt 5. umfar: HB og Víkingur skulu reisa seg eftir ósigrar, meðan B36 og Skála kunnu renna avstað. Í botninum er gýsari á Eiði, har argjamenn eru á vitjan, meðan KÍ og NSÍ skulu bjóða oddinum av TRÝSTIÐ LEGGUR SEG Á HB OG VÍKING