mánadagur 15. apríl 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 15. apríl 2019 · Nr. 44
Seinasta hósdag hevði
Sunda kommuna vitjan av
Jakob Færch frá Lokale-og
Anlægsfonden - eisini
nevndur LOA-grunnurin.
Petur Mohr
Dam reistur
á várdøgum
í Skopun
Á várdøgum, sum verða í Skopun í næstum,
verða fleiri forvitnislig tiltøk, og millum hesi
verður avdúkingin av nýggjari standmynd
Vilmund Jacobsen
Várdagar verða í Skopun viku
skiftið, 26. apríl til og við 28.
apríl, og her verður nógv ym
iskt og forvitnisligt á skrá. Til
tøkini
byrja
seinnapartin
fríggjadagin klokkan 16, tá
Føroya Grótvirki fer at hava
opið og fer at bjóða kaffi og
nýbakaðar vaflur.
Á Føroya Grótvirki verður
opið til klokkan 19, tá haldið
byrjar í Skopunar skúla við
eitt nú tiltakinum “Syngið við”
og fyrilestrum, sum Jens Mari
us Hentze, Kathrina Joensen
og Fríðhild Winther fara at
halda.
Tað verður borgarstjórin,
Gerhard Lognberg, sum fer at
bjóða vælkomin, og her verður
eisini matur í kantinuni, sum
Óluvá Jensen fer at taka sær
av.
Tiltakið í Skopunar skúla
varar heilt til klokkan 23.
Leygardagin klokkan 10 verð
ur bjóðað til morgunmat í Vón,
og klokkan 11 lata ymisk støð í
bygdini upp, har eisini verður
høvi at fáa ein kaffimunn.
Millum tey støð, sum verða
opin frá klokkan 11 leygarmorg
unin, verða Ludda hús, Alex
andursa hús, Gamla dansistov
an, Ítrivslonin, Undirhúsið og
skrivstovan hjá kommununi.
Avdúka standmynd
Klokkan 14 leygardagin verður
standmyndin av Peturi Mohr
Dam avdúkað, og tá letur eisini
Neystið upp. Tað verður Fríð
hild Winther, sum fer at bjóða
vælkomin, og Gerhard Logn
berg, borgarstjóri og Rigmor
Dam, løgtingskvinna, fara at
halda røður við høvið.
Leygardagin klokkan 15 let
ur økið við Skopunar skúla
upp, og her verða hoppiborgir,
spøl, grillaðar pylsur – og
Bubu.
Búfólk á Skerinum fara at
skipa fyri loppumarknaði, og á
økinum við heimið verður eis
ini ponyríðing.
Í tímunum frá klokkan 16 til
19 leygardagin verður for
vitnisligt tiltak á Føroya Grót
virki, har slaktarin hjá FK í
Hoyvík fer at grilla ræst
lambs-og neytakjøt.
Leygarkvøldið verður veitsla
í Samljóði, har ymisk verður á
skrá, og eitt nú fer Bill Justin
ussen at undirhalda.
Skráin fyri leygarkvøldið
endar við dansi, sum byrjar á
midnátt, og her fara Georg
Eystaná og onnur at spæla, og
her verður væntandi hildið á
til langt út á náttina.
Várdagar í Skopun enda
sunnudagin við sangmøti í
Missiónshúsinum klokkan 18.
- Øll eru hjartaliga vælkom
in til várdagar, og alt er ókeyp
is, siga tey í Skopunar komm
unu.
Vártiltak
og bátar
á Toftum
Vilmund Jacobsen
Bátafestivalurin á Toftum,
sum nú hevur fleiri ár á
baki, hevur verið hildin
fyrsta vikuskifti í mai, og
soleiðis verður aftur ár.
Várdagarnir, sum eru
teir sættu í røðini í Nes
kommunu, verða eisini í ár
í vikuni undan bátafesti
valinum, nevniliga í døg
unum 27. apríl til 4. mai.
Ársins fyrsti bátafesti
valur, sum tann á Toftum
er, verður hin 15. í røðini, og
hann verður leygardagin 4.
mai.
- Várdagar og bátafesti
valur eru fólkslig tiltøk
fyri øll, og øll eru hjartaliga
vælkomin, siga tey í Nes
kommunu.
FÓLKATAL: Fólkatalið í Fuglafjarðar
kommunu, sum umframt Fuglafjørð
eisini fevnir um Kambsdal og
Hellurnar, er nú komið upp á
1.565. So høgt hevur fólkatalið
ikki verið seinastu 12 árini.
85 metrar í Rókina
Nú er bara ein góður hálvur kilometur eftir at bora
og spreingja í Eysturoyartunlinum tilsamans
Vilmund Jacobsen
Í síðstu viku løgdu tunnilslið
ini hjá NCC tilsamans 137
metrar aftur um seg í Eystur
oyartunlinum.
Tað merkir, at nú eru bert
85
metrar
eftir,
til
tað
”brýtur” fyri nev í Rókini í
Saltnesi, og millum boriliðini
undir Tangafirði eru nú bert
445 metrar eftir, til liðini
kunnu taka í hondina á
hvørjum øðrum.
Samlaða metratalið, sum
er eftir at bora og spreingja í
allari tunnilsverkætlanini, er
530 – ella stívliga ein hálvur
kilometur.