mánadagur 15. apríl 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 15. apríl 2019 · Nr. 44
Onkur nýggj
andlit í Ráðgev
arafelagnum
- Nevndin skipar seg á fyrst komandi nevndarfundi,
vita tey í Vinnuhúsinum at siga í dag
Vilmund Jacobsen
Ráðgevarafelagið
helt
sín árliga aðalfund hin 8.
apríl, og tá stóðu Svend
Sivertsen (FuglArk) og
Árni Jakobsen (SMJ) fyri
vali.
Árni Jakobsen varð
afturvaldur, og nývaldur
í nevndina varð Klæmint
Eliasen (Spenn), sum kom
í nevndina fyri Svend
Sivertsen, sum ikki tók
við afturvali.
Sum eykalimir í Ráð
gevarafelagnum
stóðu
Jóhan Poulsen og Árni
Winther fyri vali.
Árni Winther stillaði
ikki upp aftur. Jóhan
Poulsen varð afturvald
ur, og Pætur Húsgarð
gjørdist nývaldur eyka
limur.
Nevndin í Ráðgevara
felagnum er nú mannað
við
Selmari
Nielsen
(SNA), Eyðbirna Brimnes
(LBF),
Árna
Jakobsen
(SMJ), Rúna Abrahamsen
(MAP
Arkitektar)
og
Klæmint Eliasen (Spenn).
- Nevndin skipar seg á
fyrst komandi nevndar
fundi, vita tey í Vinnu
húsinum at siga í dag.
Á mentanarviku í
Vági 29. apríl til 5. mai
verður forvitnisligur
fyrilestur undir
heitinum - Asnaspark
til list og listabrúk - og
fyrilestrarhaldari
verður listamaðurin,
Ole Wich.
Sjúkrahúsið eisini
partur av mentan
Fysiurgiska deild á Suðuroyar
Sjúkrahúsi verður karmur um
vælumtókta “bamsuskaðastovu”
Vilmund Jacobsen
Suðuroyar Sjúkrahús eig
ur sín sjálvsagda part í
gerandisdegnum hjá øll
um suðuroyingum, og
onkursvegna koma øll
minst einaferð á ævini á
gátt á sjúkrahúsinum.
- Tó, so er tað ikki nøk
ur sjálvfylgja, at Sjúkra
húsið luttekur í mentan
arligum tiltøkum í nær-
umhvørvinum. Tað er tí
okkum til stóra gleði, at
Sjúkrahúsið aftur í ár
verður partur av ment
anarnáttini á Tvøroyri.
Lagt verður aftrat, at á
mentanarnáttini verður
fysiurgiska deild á Suð
uroyar Sjúkrahúsi karm
ur um framúr væl um
tóktu “bamsuskaðastov-
una”.
Mentanarnáttin
á
Tvøroyri,
sum
verður
fríggjadagin hin 31. mai,
bjóðar vitjandi eina ør
grynnu av áhugaverdum
tiltøkum.
Soleiðis
verður
í vikuni
Vilmund Jacobsen
Seks ísfiskalínuskip
eru undir Føroyum,
og væntandi koma
bara trý av hesum
inn at landa fyri
páskahøgtíðina. Skipini
fáa mest av toski og
hýsu og so nakað av
longu og brosmu.
Tvey ísfiskalínuskip
fiska í íslendskum
sjógvi, men tey eru
nýliga byrjaði túr.
Tey koma tískil ikki
heim aftur enn.
Umframt ísfiskaskipini
í íslendskum sjógvi,
fiska eisini fýra
frystilínuskip har yviri.
Sosialurin kann
leggja aftrat, at fimta
frystilínuskipið, sum er
Ågot, er á Flemish Kap.
Um útlitini til útróður
hesa vikuna, vita tey á
Fiskamarknaði Føroya
at siga, at veðrið verður
gott, men streymurin
harðnar, sum henda
vikan gongur.
- Páskirnar verða í
endanum av vikuni, og
tí er væntandi, at tað
bara verða hesar fyrstu
dagarnar í vikuni, at
útróðrarfiskur verður.
Flestu partrolarapør
eru til fiskiskap, og
skipini koma inn at
landa, sum henda vikan
gongur. Framvegis
er upsafiskiskapurin
einki at reypa av.
Trý partrolarapør
eru á gulllaksaveiði.
Hetta eru somu pør,
sum undanfarin ár.
Fríggjadagin vóru bara
tveir djúpvatnstrolarar
til fiskiskap. Teir fiska
svartkalva, stinglaks og
blálongu. Skipini koma
helst ikki inn at landa
fyrr enn eftir páskir.
- Allir teir smáu
trolbátarnir eru til
fiskiskap, og teir
eru allir norðanfyri.
Veiðan er næstan bara
toskur, og trolbátarnir
hava seinastu
dagarnar havt góðan
fiskiskap, siga tey á
Fiskamarknaði Føroya.
Felagið Samskifti hevur hildið
ársaðalfund, og eftir fundin er
greitt, at Lena L. Mohr heldur
fram sum forkvinna og Niels Uni
Dam sum næstformaður. Einans
Lena L. Mohr, Niels Uni Dam og
Michael Koba ynsktu at stilla
upp aftur. Avgjørt varð at minka
nevndina niður í tríggjar limur, har
Allan Dalsgarð og Anni Lamhauge
halda fram sum tiltakslimir.