mánadagur 15. apríl 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 15. apríl 2019 · Nr. 44
TÍÐINDI
Á páskum fara 24 føroyingar á
trúboðaraferð til Mull, næst størstu oynna
í innaru Hebridunum í Skotlandi. Tað er
felagsskapurin Atlantic Mission, sum
Svenning á Lofti, Jógvan Páll Sevdal og Páll
á Lakjuni stovnaðu, sum skipar fyri túrinum.
Danjal av Rana
Trúboðarabáturin
Juvél
2
verður karmur um ferðina.
Báturin fór úr Føroyum ígár
og verður á Mull týsdagin 16.
apríl.
Hetta er níggjunda ferðin
hjá trúboðarafelagsskapinum
Atlantic Mission. Fyrsti túrur
in var í 2011, tá farið var til Ler
wick í Hetlandi. Síðani tá hev
ur Juvél 2 vitjað fleiri ferðir í
Hetlandi,
Orknoyggjum
og
Hebridunum og fer so í ár til
Mull í Innaru Hebridunum.
Tað kanska mest sermerkta
við túrinum í ár er, at fleiri
heilt ung eru við í ferðalagnum.
Tíggju ung millum 16 og 20 ár
fara í ár at brúka páskafrítíð
sína at boða skotum boðskapin
um Jesus. Sosialurin hitti nøk
ur teirra úti í Hebron í Argjum,
har tey vandu eitt drama, sum
tey fara at framføra á túrinum.
Margretha Eilersdóttir Ras
mussen, Vár Elin Norðberg,
Dagny Norðberg, Karstin Jacob
sen, Dánjal Ósa, Benjamin
Bjarnason Fríðberg og Magni
Steintún eru sjey av teimum
ungu, sum fara við Atlantic
Mission á túrinum til Mull.
Tey sigla tó ikki við Juvél 2
suður til Skotlands, men fara
við flogfarið. Á hendan hátt
kunnu tey eisini gera seinastu
fyrireikingarnar og taka ímóti
bátinum, tá hann kemur til
Tobermory.
Á túrinum fara tey at halda
møti, at ganga frá hurð til hurð
og bjóða inn til møti, at býta
traktatir út, tað eru stuttir
bóklingar við kristna boðskap
inum og at práta við fólk ann
ars, sum tey hitta, um Jesus.
Tað búgva um 3.000 fólk á
SKULU BANKA
Á ALLAR DYR Í
MULL
Frá vinstru: Margretha Eilersdóttir Rasmussen, Vár Elin Norðberg, Dagny Norðberg,
Karstin Jacobsen, Magni Steintún, Benjamin Bjarnason Fríðberg, Dánjal Ósá.
Eini 1.500 fólk búgva í Tobermory, sum er størsti býurin á Mull.