mánadagur 15. apríl 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 15. apríl 2019 · Nr. 44
TÍÐINDI
Mull, sum er sum Streymoygg
in, Eysturoy og Vágar tilsam
ans til støddar. Størsti býurin
er Tobermory, har eisini 1.500
fólk búgva. Tey hava merkt
eina stóra ungdómsfráflyting,
tí øll tey ungu søkja inn á meg
inlandið at ganga í skúla og fá
teirra venda heimaftur eftir
loknan lesnað. Tískil eru sera
fá ung á oynni og lutfalsliga
nógv gomul.
- Har eru sera, sera fá trúgv
andi á oynni. Kanska um eini
60, sum ganga á møti í ymisku
fríkirkjunum,
sigur
Ruth
Gaardlykke, sum situr í nevnd
ini í Atlantic Mission og verður
við á túrinum.
- Vit hava sett okkum fyri,
at øll á oynni skulu fáa eina
innbjóðing til okkara tiltøk,
sigur hon.
Í Hebron venja teir sjey
ungdómarnir eitt drama, ein
stuttan sjónleik, sum tey ætlað
at vísa í Mull. Sjónleikurin vís
ir kristna boðskapin, um at
menniskjan er fallin í synd,
men at Jesus tók syndina á seg
og gav teimum, sum trúgva,
ævigt lív.
Tey ungu siga, at tað er hes
in boðskapurin, sum fær tey at
brúka páskaferiuna til trúboð
an.
- Seinastu boðini hjá Jesusi
vóru, at vit skuldu fara út í all
an heim og prædika evangeliið,
sigur Margretha Eilersdóttir
Rasmussen, og fær stuðul frá
fleiri av hinum.
- Um vit sjálvi trúgva boð
skapinum, so er tað bæði rætt
og gott av okkum at bera hann
víðari, sigur Dánjal Ósá.
Hjá flestu teirra er talan um
fyrsta túrin í misjón, tó onkur
hevur verið onkran stuttan
túr fyrr. Higartil halda tey, at
tað hevur verið læruríkt og
mennandi, men tey gleða seg
eisini at sleppa avstað.
- Eg ivist ikki í, at hetta verð
ur avbjóðandi. Tað er ikki víst,
at fólk vita so nógv um Bíbli
una og Gud, har eru so sera fá
trúgvandi á oynni, sigur Benja
min Bjarnason Fríðberg.
Sjálvi eru tey øll uppvoksin
í
føroysku
samkomunum,
flestu í Hebron á Argjum, men
onkur í Vitninum í Hvalba. Tey
halda tað vera løgið at ímynda
sær, at Hebron, har stívliga 100
fólk savnast á møti sunnu
morgun, hevði verið nógv tann
størsta samkoman á oynni.
- Í onkrum av bygdunum
har niðri eru bara tvey fólk,
sum kalla seg trúgvandi, sigur
Vár Elin Norðberg.
- Vit vóna, at tá vit fara av
stað aftur, eru tað fleiri trúgv
andi enn tá vit komu, og
gjarna fleiri ung trúgvandi,
sigur Magni Steintún. Hann
heldur, at tað kann vera gott
hjá ungum at síggja, at onnur
ung trúgva boðskapinum um
Jesus, at síggja, at ung eisini
kunnu vera kristin.
Aftaná túrin í Mull gongur
leiðin inn á meginlandið, til
Oban á vesturstrond Skot
lands, beint innan fyri Mull.
Har verður á sama hátt skipað
fyri møtum og fólk fáa høvi at
vitja umborð á Juvél 2. 29. apríl
gongur leiðin aftur til Føroya.
Eftir Mull
gongur leiðin
til Thule
Aftur í ár fer Juvél 2 á trúboðaraferð
í Grønlandi og hesa ferð verður
siglt heilt norður til Thule.
Danjal av Rana
Juvél 2 er eitt fyrrverandi
sjóverjuskip í Grønlandi,
sum seinastu 12 árini er
brúkt sum trúboðaraskip
hjá føroyskum trúboðarum
í Grønlandi.
Síðani fyrstu ferðina í
2008 er Juvél 2 hvørt ár far
in um Kappan við føroysk
ari manning og hevur vitjað
bæði í Vesturgrønlandi og
Eysturgrønlandi.
Hundraðtals
grønlend
ingar hava vitjað umborð
hesi árini og hvíta skipið við
við fiska- og bíbliusymbol
inum frammi á bógnum og
Jóhannes 3,16 á skortstein
inum, er nú eitt væl kent
skip í nógvum grønlendsk
um havnum.
Síðani 2011 hevur Atlantic
Mission skipað fyri eini trú
boðaraferð við Juvél 2 her á
okkara
leiðum,
áðrenn
skipið er farið yvir til Grøn
lands. Vanliga hevur verið
vitjað í oyggjunum fyri
sunnan,
Hetlandi,
Orkn
oyggjum og Suðuroyggjum,
men onkur túrur hevur
eisini verið til Íslands og
Noregs og eitt árið var ferð
ast millum okkara egnu
oyggjar. Í ár er fyrstu ferð,
at vitjað verður í innaru He
bridunum.
Tá Juvél 2 seinni í ár legg
ur leiðina vestur í hav til
Grønlands, verður eisini tal
an um eina fyrstu havn hjá
skipinum. Í ár er nevniliga
ætlanin at sigla heilt norður
til Thule og so langt norðuri
hevur Juvél 2 ikki verið áð
ur.
Føroyskir
trúboðarar
hava tó vitjað har fyrr, við
Sildberanum,
sum
bleiv
brúktur sum trúboðaraskip
í 1977. Annars fer Juvél 2 í ár
at vitjað í 40 grønlendskum
býum og bygdum á ferð síni
úr Nuuk til Thule.
Dagny Norðberg spælir unga kvinnan, sum verður tyngd niður av synd.
Leinkjurnar ímynda syndirnar, sum skilja menniskja frá Gudi.
Jesus (Dánjal Ósá) tekur á seg syndina.
Tí Hann var særdur fyri brot okkara, soraður fyri misðgerðir
okkara. Sjónleikurin vísir, at Jesus bar syndina á krossin.
Av tí at Jesus tók syndina á seg, kann unga kvinnan
verða fyrigivin, verða rein, fáa frið og ævigt lív.
Í 12 ár er Juvél 2 brúkt sum trúboðaraskip í Grønlandi.