Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. apríl 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 15. apríl 2019 · Nr. 44 Frits Johannesen – So kemur skúlin at liva á ein sera vakran og nørandi hátt til gleði og gagns fyri øll, skrivar Frits Johannesen í Fuglafirði í um­mæli av leikinum Grease, sum verður spældu í Ment­an­ ar­húsinum í Fuglafirði Aftur í ár fer ein sangleikur av bakkastokki í Mentan­ar­hús­ inum í Fuglafirði, sum næm­ ingar á e-Námi, sang­leika­ breytini í Fuglafjarðar skúla spæla. Rútmiska kórið úr Hoy­ dølum hevur eisini spælt og sungið henda leik. Týtt leikin hevur Hans Pauli Tór­garð og Jákup Weyhe, ið vóru tveir av oddamonnunum, tá Grease varð pallsettur í Norð­ur­landa­ húsinum fyri umleið fimm ár­ um síðani. Tað eru Marjun Djur­huus og Bárð­ur á Lakjuni, lær­arar, sum hava tillagað leikin til e-Nám í skúl­anum, sum er eitt sam­starv millum Fugla­fjarðar skúla, Stranda Skúla og skúlan við Streymin. Við byrjan av skúlaárinum verður farið undir hesa undir­ vísing – ein tilgongd í sangi, leiki og tónleiki, sum setur gongd á eina rás, har hetta tón­ leikafylgi av tannáringum fer ígjøgnum hetta skúlaárið, sum lyftir og lættir mangt og mikið í teirra unglingasálarligu og vøkru tilgongd, tá ið sungið, spælt og dansað verður á ein­ um palli har kenslurnar flúgva aft­ur og fram millum tey, sum eru á pallinum og tey, ið síggja og lurta. Við byrjan av skúlaárinum verður farið undir hesa und­ir­ vísing – ein tilgongd í sangi, leiki og tónleiki, sum setur gongd á eina rás, har hetta tón­ leika­fylgi av tannáringum fer ígjøgn­um hetta skúlaárið, sum lyftir og lættir mangt og mikið í teirra unglingasálarligu og vøkru tilgongd, tá ið sungið, spælt og dansað verður á ein­ um palli har kenslurnar flúgva aft­ur og fram millum tey, sum eru á pallinum og tey, ið síggja og lurta. Marjun tekur sær av leikin­ um og Bárður av tónleikinum, har tey samskipa manna­ gongd­ir, spæl, sang, tónleik og dans. Næmingarnir taka sær av tí tekninska partinum. Bún­ ar­nir eru seymaðir av for­eldr­ un­um og avvarandi. Odvør á Lakj­uni hevur sniðgivið - lagt skap og mynstur til til rættis. Pall­smíðið hevur Finnur Eliasen staðið fyri saman við Áku Petersen. Foreldur og av­ var­andi hava esini verið við í hesi tilgongd. Við byrjan av skúlaárinum verð­ur farið undir hesa undir­ vísing – ein tilgongd í sangi, leiki og tónleiki, sum setur gongd á eina rás, har hetta tón­leikafylgi av tannáringum fer ígjøgnum hetta skúlaárið, sum lyftir og lættir mangt og mikið í teirra unglingasálarligu og vøkru tilgongd, tá ið sungið, spælt og dansað verður á ein­ um palli har kenslurnar flúgva aftur og fram millum tey, sum eru á pallinum og tey, ið síggja og lurta. Vit eru ikki altíð trygg í tí tóma rúminum, men seta vit okkara hælkoyturog stev í sál, lik­am og sinni í hesari gongd, koma vit at kenna okkum trygg­ari hvønndagsliga og minn­ast okkara ferð ígjøgn­um ein tílíkan leik restina av lívin­ um.   Grease Hetta er íblástur frá einum am­erikanskum filmi frá 1978, har John Travolta og Olivia Newton-John høvdu høvuðs­ leik­lutirnar. Filmurin gongur fyri seg á Rydell High School í fimmti ár­ un­um, har fylgt verður við einum næmingabólki síðsta árið á skúlanum. Danny Zuko hoyrir til ein næmingabólk við dreingjum , sum royna at fáa eitt gott umdømi – gott orð á seg. Danny hevur tíverri í summ­arfrítíðini møtt tí fittu, snøggu Sandy Olsson frá Australia og er vorðin skotin í henni. Tað, sum Danny ikki veit, er, at Sandy er vorðin ein um­ skiftis­studentur júst á Rydell , og hon roynir at finna sítt pláss í gentubólkinum, Pink ladies, sum verður leiddur av knevl­inum, Betty Rizzo. Danny verð­ur eitt sindur ørkymlaður av at síggja Sandy. Stórur part­ ur av filminum sýnir trupul­ leik­an millum tey bæði. Í hesi gongd eru fleiri hjásøgur frá nøkr­um av teimum ungu frá tveim­um av bólkunum. Aft­ur­ at kemur ein sjón­varp­s­end­ur­ send­ing frá einari veitslu á skúl­anum og eini bil­kapp­koyr­ ing millum Kenickie frá Danny­sa bólki og einum harð­ lig­um, bonskum fýri frá einum bólki, sum er teirra kapp­ing­ar­ neyti. Filmurin endar við eini veitslu, har nógvar flytingar eru, sum verða loystar. Sandy er vorðin hjálpt til at gerast ein røtt genta, og hon og Danny enda við at koma sam­ an og flúgva avstað í bilinum hjá Danny.   UMMÆLI Grease: LATIÐ TÓNLEIK OG LIST HAVA GÓÐ KOR Í SKÚLANUM