Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. apríl 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 15. apríl 2019 · Nr. 44 Frúutrøð 4 • Postboks 6 • FO-110 Tórshavn Tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36 • www.jura.fo Hús í Sandvík Sethús í Sandvík til sølu um hóskandi boð fæst. Húsini eru upprunaliga bygd í 1930 og hava fingið ábøtur í 2011. Innrætting: Miðhædd: Tvær stovur, køkur, baðirúm, gangur, trappuhol, í alt gott 40 m2. Loft: Tvey kømur í alt uml. 28m2. Kjallari: Kjallararúm. Neyvari upplýsingar fáast við at fara inn á www. jura.fo ella www.ogn.fo, ella við at venda sær til Óla Jákup Kristoffersen, advokat, tlf. 35 33 35 ella teldupost ojk@jura.fo, ella skrivaran, Margit Svabo Jørgensen, teldupost msj@jura.fo. EIÐIS ARBEIÐSMANNAFELAG Lýst verður til aðalfund týsdagin 30. apríl kl. 19.00 í EB-húsinum Skrá: Skrá sambært lógum felagsins §11 Eiði tann 10. apríl 2019 Nevndin UMMÆLI Flytingar Tað eru nógvar flytingar, sum hava verið í tónleikinum mill­um ár og dag. Sanniliga eisini í skaldskapinum og myndlistini, sum er at frøast yvir. Børnini flyta seg eisini dag og dagliga á yms­an hátt. Tá ið tú ert í tann­áringa aldri eru øll vindeygu opin og allar dyr opnar, sum taka mangt og mikið til sín av skap­um, litum, ljóði, orðum, yrkingum sum dag og daglig kveikja sinnið, so tað kemur at liva á ein natúrligan hátt og nøra um t. d. tey skapandi evn­ini. Øll árini í míni læraratíð varð undirvíst í myndlist. sangi og tónleiki. 50 % av næm­ingunum í hvørjum flokki høvdu rík skapandi evni, sum vóru sjónlig og liv­andi. Hini børnin vóru eitt sindur meira munn­still, fjalin, innisæl og inntonkt í sínum verumáta og góvu seg kanska ikki til kennar, hvar teirra hugur setti síni spor, tá ið teirra andi skuldi nøra um tey vitbornu skapandi evnini. Hóast tað komu tey so við og við eisini upp í henda inn- og útsúð, sum læt ta listaligu flóð­ alduna leggja seg yvir flúr og fles í teirra sálarkervi til gleði og gagns fyri eygað, sum sá og oyrað, sum hoyrdi.   Leikurin Orðið sangleikur er eitt vakurt orð. Orðini verða latin í føgur løg, har ljómurin frá ljóð­før­un­um er ein grundleggjandi drátt­ur á hesi ferð. Hetta nørir um gongdina í leikinum á ein smidligan, nørandi hátt, og vit, sum síggja og lurta, kunnu njóta hesa gonguferð í einum gleði­lig­um tilviti, sum hesir vøkru, snøggu tannáringar syngja, spæla og dansa við føgr­um und­ir­ spæli frá javn­aldr­um sín­um í tónleika­bólk­in­um, sum Bárð­ur á Lakjuni stuðl­ar og veg­leiðir. Tað er gleðiligt at vita sær, at hesi ungu, sum eru á pall­in­u­m koma av bygd – úr lítlum um­ hvørvi, Leirvík, Gøtu, Fugla­firði, Strondum og skúlanum við Streymin. Tey dugdu stak væl at føra seg fram, og so væl tey dugdu at brúka røddina. Hoyrdi ong­an raka við síðuna av, tá ið sungið varð. Hugsi, at før­oy­ingar hava ríkar, skaldakendar, musiskar gávur sum fáa staðni á Guðs grønu jørð. Hetta kunnu vit síggja á barnanna at­ferð. Tað hevur al stóran týdn­ ing at lata næmingarnir fara í sítt innara menniskja, har sálarliga nærveran er, og teir kunnu hugsavna seg um síni skapandi evni og tilogna sær eina listaliga gongd á sín­um ungdóms rókum. Hetta ber væl til í tónleiki, skaldskapi og mynd­list.   Endi Jú sælur vart tú, tá ið sang­leik­ur­ in, Grease hevði lagt seg til hvíldar í tínum sinni og takk­sam­ur, at hetta kann lata seg gera við vanligum næmingum í fólkaskúlanum. Lata vit tón­leik og myndlist hava góð kor í skúlanum, so kemur skúlin at liva á ein sera vakran og nør­andi hátt til gleði og gagns fyri øll. Ein bilur var við í leikinum, sum Danny átti. Tann bilurin, sum var á pallinum í Mentan­ar­húsinum, átti Johan Beder. Hetta var ein fólkavognur frá 1975. Mangt og mikið var stutt­ligt í leikinum, og tá ið bilurin kom inn á pallin var sjáldsamt, stuttligt og fullborið spælt kring bilin og í bilinum. Ja, ja, ja rørandi vakurt. Hjartaliga til lukku við hes­um leiki og takk fái Marjun og Bárð­ur fyri teirra leiklut í hes­um leiki. fyrst og fremst www.in.fo