Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. apríl 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. apríl 2019 · Nr. 44 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Eftir at hava verið nakað vónbrotnir um avrikið í Kiev mikukvøldið, vísti føroyska manslandsliðið seg frá síni bestu síðu. Føroyar vóru omaná í longum løtu og enn eitt bragd var í hondum. Men vantandi hepni í avgerandi støðum kostaði bæði stigini, og eftir sótu føroyingar við ongum uttan heiðurin av at hava umboðað føroyskan hondbólt á besta hátt Sjúrður Hildarson Hoydal - Keypmannahavn Tað er seinnapartur leygardag í Royal Arena í Keypmannahavn. Her hevur føroyska mans­ lands­liðið í hondbólti heima­ vøll. Høllin er ikki heilt full til føroyska dystin, men ein rúgva av føroyskum fjepparum royna sítt besta fyri at hoyrast í risastóru høllini. Almennu tøl­ini siga 8835 áskoðarar, men før­oysku leikararnir hugsa um spælið á vøllinum ímóti Ukraina. Fyri trimum døgum síðani spældu liðini bæði í Kiev, har Ukraina vann við 11 málum. Í dag skal føroyska landsliðið reisa seg. Vísa styrki frá byrjan Føroyar byrja við bóltinum, men eftir 45 sekund liggur hann í føroyska málinum. Hetta orsakað av eini bjarging frá ukrainska málverjanum, ið verð­ur gagnnýtt alt fyri eitt. Kjartan Johansen javnar við hoppiskoti av høgra bakki, og hann fer at vísa seg at vera sterk­asta føroyska vápnið henda dagin. Síðani verða ukrainar trýstir til eina villu og bólturin gerst aftur føroyskur. Hetta er fyrsta ábendingin um, at ukrainar ikki fara at spæla eins lýtaleyst sum í dystinum í Kiev. Orsøkin er ein føroysk verja, ið kemur skjótari upp á pláss, sam­stundis sum hon takklar við størri sannføring. Í døgunum undan dystinum hevur sonevnda verjutoymið á lands­liðnum havt fundir. Toym­ið eru teir leikarar, ið saman stýra verjuni. Teir hava gjørt nakrar nýggjar avtalur um hvussu verjan skal skifta tá ið ukrainar leggja teir kross­ ar­nar, ið føroyingarnir ongan­ tíð fingu steðgað í fyrsta dysti­ num. Í dag er føroyska verjan betri til reiðar, og ferð eftir ferð verður spælið steðgað áðrenn tað gerst ov vandamikið. Í ukrainska málinum er Gennadiy Komok ein múrur. Hann fremur sína fjórðu bjarg­ ing og framvegis er 1-1. Men før­oyska verjan heldur fram. Før­oyski verjugarðurin fær hendur­nar á bóltin, og so setur Kjartan Johansen hann inn til 2-1. 5 minuttir eru leiktir, og før­ oyska verjan hevur fingið eina framúr byrjan. Støðan gerst 2-2 og føroyingarnir hava skil á øllum ukrainum uttan Komok í málinum, ið longu hevur framt fimm bjargingar. Eftir góðar seks minuttir fáa Før­oyar sína fyrstu bjarging, tá ið Nicholas Satchwell bjargar frí­um møguleika av høgra bakki. Hetta fer ikki at verða hin seinasta. Enn ein bjarging kemur løtu seinni, men nú eru før­oyingar ikki nærlagdir í álopi­num. Støðan gerst 2-4 til ukrain­ar, ið nú munnu halda at teir fara at renna undan. Men soleið­is fer leikur ikki. Lítla løtu seinni er javnleikur aftur, eftir strikumál og skjótálop – tveir lutir í spælinum, ið als ikki riggaðu í Kiev, men sum nú bragdar. 4-4 eftir tíggju minutt­ ir og føroysku fjeppar­ar­nir hoyrast í risastóru høllini. Ukrainar sleppa ikki so lætt hesaferð Aftur koma ukrainar tvey mál á odda, og føroyingarnir svara aftur enn einaferð. Soleiðis gongur fyrri hálvleikur. Før­oy­ ingarnir loyva ikki ukrainum at renna undan á máltalvuni, og á vøllinum er einki, ið bendir á, at hetta eru áhugaleikarar ímóti royndum y r k s i l e i k a r u m úr evropiskum stórfeløgum. Miðskeiðis í hálvleikinum fara málini at floyma inn í báðum endum, men so taka før­oy­ingarnir brádliga leiðslu­na, tá ið Áki Egilsnes sendir eitt gróthart standandi skot niður í longra hornið. Í hinum enda­num bjargar Nicholas Satch­well fríum vongskoti. Løtu seinni sleppur stóra stjørnan, Onufryienko til skot. Men føroyski málverjin hevur lisið skotið so væl at bólturin verður loftaður. Uttan at ivast eina einastu løtu sendir hann bóltin fram til Róa Berg Hansen, ið ger støðuna til 14-12 til Føroyar. Tríggir og ein hálvur minuttir resta í til hálvleik, og Føroyar eru betra liðið. Tað sær ukrainski venjarin eisini og tekur time-out. Hetta skakar ikki Nicholas Satch­well, ið fremur kanska bestu bjargingina higartil, tá ið striku­spælarin gerst fríur. Men Komok í hinum endanum er framvegis við. Hann læsir málið restina av hálvleikinum, og hálvleiksstøðan gerst 14-15. Føroyingar best nøgdir við fyrra hálvleik Føroyar fara til hálvleik aftur­ við uppibornum lógvabrestum frá áskoðarunum. Eitt framúr føroyskt avrik í bæði álopið og verju. Bjargingarnar, ið vant­ aðu í Kiev eru komnar nú. Orsøkin er at føroyska verj­an trýstir ukrainar í lang­skotu­ num, meðan Nicholas Satch­ well hevur tikið fleiri frí­ar møgu­leikar afturat. Í hinum enda­num hevur Kjartan Johan­sen gingið und­an í mál­ skjót­ingini, eins og hann hevur fleiri upplegg. Men tað er eitt liðavrik fyrst og fremst. Allir leikarar hava ver­ið á vøllinum uttan Niklas Simon­ sen, ið ikki er sloppin framat vegna stórspælið hjá Nicholasi Satchwell. Tað er ein løgin kensla at fara til hálvleiks og iðra seg um iðra seg um at hava skot­ið 14 mál í einum hálvleiki ímóti so sterkari mótstøðu, men føroyingarnir hava havt møgu­ leikar til enn fleiri. Dystarmyndin er hin sama í seinna hálvleiki Ukrainar hava iðrað seg um hetta sama í hálvleikinum, og longu í fyrsta álopinum iðra teir seg aftur, tá ið Nicholas Satch­well bjargar úr fríari støðu ímóti Onufriyenko. Fá sekund seinni liggur bólturin í ukrainska netinum eftir at Kjartan Johansen byrjar sein­na hálvleik eins og hann byrjaði fyrra. Hetta er fimtu ferð føroyski bakkurin roynir seg, og fimtu ferð hann eydn­ ast við royndini. Í hin­um enda­ num heldur Nicho­las Satch­well fram, tá ið hann bjargar skoti frá besta ukrainska leikaranum í dag, Os­troushko, men Komok frem­ur eina dupult­bjarg­ing í hinum endanum. Dystar­ myndin tikist ikki at vera broytt í seinna hálv­leiki. Seks minuttir inni í seinna hálvleiki hevur Nicholas Satch­ well stongt málið fleiri ferðir, og so koma Føroyar á odda við máli frá Peteri Krogh. Bakkurin hevur annars verið óheppin ímóti Komok í dag, men honum vantar ikki dirvi og verður afturløntur við sínum fyrsta málið. Løtu seinni fáa føroyingarnir sína fyrstu útvísing, men tá ið ukrainar spæla vongin frían stend­ur føroyski málverjin aftur fyri, og so er brádliga 19-17 til Føroyar, eftir at Helgi H. Hoydal trýstir bóltin inn RISASTÓRT FØROYSKT AVRIK HEVÐI UPPIBORIÐ BETRI